Lýsing

Seinasta uppgáva sum Løgtingsformaður

Bjørt Samuelsen, Løgtingsforkvinna hevur nú fyri seinastu ferð skrivað undir sum, Løgtingsformaður.

Í dag skrivaði hon undir frumskjal, ið er tað seinasta tingmálið hesa tingsetuna.

Á ólavsøku kann hon loksins undirskriva seg um, Løgtingsforkvinna.

Formansskapurin, ið telur tvær kvinnur og tveir menn, verða í dagliga arbeiðinum í Løgtinginum nevnd, harra formaður ella frú forkvinna.

Orðið Løgtingsforkvinna er eitt heiti, ið tingmanningin hevur tikið til sín.

Men nú gleðast vit um, at hetta er broytt í Tingskipan Føroya Løgtings.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti) og LM-070/2022 : Uppskot til broyting í Tingskipan Føroya Løgtings

Væl er arbeitt í grein 25 nevndini.

 

bjørt samuelsen

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad