Røðan, sum Eirikur í Jákupsstovu helt á flokstingi í Salti á Tvøroyri leygardagin 11. apríl 2026

16 April 2026
Skrivað hevur
Eirikur í Jákupstovu

Góðu tjóðveldisfólk

Takk!

Eg vil allar fyrst siga tykkum øllum hjartaliga takk fyri, at tit eru so mikið upptikin av tjóðskaparmálinum, at tit eru her í Salti í dag til floksting hjá Tjóðveldisflokkinum.

Eg vil eisini sera fegin takka fyri arbeiðið, sum tit hvønn dag gera til frama fyri føroysku tjóðina.

Og so vil eg hjartaliga takka fyri møguleikan seinasta árið at vera landsstýrisfólk fyri flokkin í almanna- og mentamálum og síðan í tilfeingis- og vinnumálum.

Eg vóni at hava livað upp til tað álitið, sum flokkurin setti meg til. Eg upplivi í øllum førum sjálvur, at tað hevur borið til at føra nøkur mál hjá flokkinum á mál, og at hava borið nøkur fram á leið.

Skal eg taka fýra mál úr rúgvuni, so eydnaðist fíggjarliga at raðfesta okkara lista- og mentanarlív munandi, at savna ábyrgdina av øllum demensraktum til eitt stað, at skapa góðar fiskiveiðuavtalur fyri 2026, og so var tað komið rættiliga langt at umskipa landbúnaðarstuðulin, so væntanin til stuðul við ársbyrjan eisini kann gerast veruleiki gjøgnum árið.

Hetta seinasta vóni eg inniliga gerst veruleiki, hóast tað sær út til, at vit fáa eina aðra samgongu, tí hetta var eitt mál, sum politisk semja var fingin um.

So vil eisini takka øllum teimum, sum hava tryggjað, at flokkurin hevði eitt gott valstríð hesaferð, har vit vóru einasti samgonguflokkurin, sum ikki misti undirtøku.

Eg haldi vit gott kunnu klappa fyri tí.

***

Tjóðveldisflokkurin.

Tað heitið brúki eg ofta um flokkin, sjálvt um tað skjótt eru 20 ár síðan, at flokkurin alment skifti navn til Tjóðveldi, og eg av og á verði argaður við, at eg brúki avoldaða heitið.

Men tað er ikki av tilvild, at eg ofta geri tað. Tað var í grundini longu í 2012 ella 2013, at eg ætlaði mær á floksting at siga mína meining um heitið. Ikki endiliga tí, at eg ikki haldi verandi heitið kann brúkast. Men av tí, at eg haldi, at tað liggur ein áminning í tí, tá vit tosa um Tjóðveldisflokkin og ikki bara um Tjóðveldið.

Røðan, sum eg hevði klára tá, men ongantíð helt, hevði arbeiðsheitið: “Lat okkum fáa flokkin aftur í Tjóðveldi”, og snúði seg heilt grundleggjandi um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit síggja flokkin, sum ein bólk fyri nógv, har vit lyfta saman, og ikki sum eitt veldi fyri nøkur fá, sum mann síðan sum tjóðveldisfólk kritiserar alment, tí mann ikki hevur havt ella hevur tikið høvið at siga sína hugsan á røttum stað.

Eg haldi, at tíðin hevur víst, at ofta, so síggja vit flokkin sum nakað uttan fyri okkum sjálvi. Nakað, sum vit tosa um sum “tey í Tjóðveldi”, heldur enn at tosa um tað sum “vit í Tjóðveldi.”

Tað er nakað av tí ringasta, sum kann henda fyri ein flokk, og tí var tað veruliga nakað serstakt, tá vit fyri næstan hálvum øðrum ári síðan valdu Sirið til forkvinnu og Hervør sum næstforkvinnu. Tá vóru tað tey ymisku, sum hava bjóðað seg fram at vera flokkurin, sum tóku avgerðina. Aðalstjórn, feløgini kring landið, unga tjóðveldi og so vit, sum hava fingið tann framíhjárætt at umboða flokkin á løgtingi og í landsstýri.

Tað er tað sama, sum vit kunnu her í dag – og gera her í dag. Geva okkara hugsan til kenna og taka felags avgerðir fyri okkum sum flokk. Avgerðir, sum vit síðan standa saman um.

Eg havi eitt boð uppá eitt lítið átak, sum vit kundu gjørt, og tað er at hava munandi fleiri regluligar fundir fyri limir kring landið, har vit tosa um tað, sum vit hava upp hjartað tann dagin. Hetta má so koma afturat teimum størru meira formellufundunum og tiltøkunum, sum vit sjálvandi eisini skulu hava.

Eg bjóði meg fram at skipa fyri einum slíkum lítlum fundi í maimánaði. Og riggar tað formatið ikki, so mugu vit finna uppá okkurt annað. Tí vit mugu veruliga tosa VIÐ hvønn annan í flokkinum, tí annars er skjótt ongin flokkur.

Annars blíva vit bara til fólk, sum fara á val umleið fjórða hvørt ár og gapa eftir tí leskiligasta bitanum júst ta løtuna, heldur enn at hugsa um ein umhugsaðan samanhangandi politikk, sum er góður fyri fjøldina av fólki í Føroyum.

Men vit, sum hava fingið politiskar sessir, mugu eisini altíð minnast til, at vit eru partur av einum flokki. At vit eru har FYRI flokkin.

Og tað er ikki bara eg sum sigi tað, tað sigur valúrslitið eisini.

Eitt valúrslit, sum eg av givnum orsøkum eri farin ígjøgnum við tí fína kambinum.

Hvør tingsessur hjá Tjóðveldi kostaði umleið 1.000 atkvøður. Av teimum 6, sum vórðu vald hesaferð, fekk eg fægstar – í veruleikanum fægstar av øllum, sum vórðu vald á tinghesaferð.

313 atkvøður. Líkasum nummarplátan hjá Dunaldi Dunnu.

Við øðrum orðum, so eru tað 700 atkvøður fyri øðrum enn mær, sum hava skapt tann tingsessin.

Bjørg, sum gjørdi eitt fantastiskt val og veruliga er eitt nýtt stjørnuskot í okkara flokki. Ikki bara av atkvøðum, men ikki minst av góðum evnum, hon er næstan borðin inn av egnum atkvøðum. 971 fekk hon. Men sjálvt ikki hon hevði komið á ting, um hon stillaði upp sum ein flokkur í sær sjálvum.

Av okkum 27, sum stillaðu upp, fingu tey 21, sum ikki vórðu vald á ting, 2.707 atkvøður. Ella góð 44 prosent av samlaðu atkvøðunum hjá flokkinum.

Byrja vit 6 at gloyma, at vit eru til arbeiðis fyri ein flokk, har okkara ávirkan á felagsskapin ikki er meira enn eitt ávíst, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður minni spennandi at vera tann stóra fjøldin, sum stuðlar flokkinum. Og so minkar flokkurin aftur.

***

Nú átti eg so at komið til partin av røðuni, har eg sigi nakað uppbyggjandi. Har eg sigi nakað um uppskriftina uppá, hvussu vit til komandi løgtingsval megna at gerast størsti flokkur, fáa løgkvinnuna og gerast ein statur í heiminum. Hartil eri eg tó ikki komin enn.

Men líka sum, at vit sum oftast definera Føroyar eftir, hvat Føroyar ikki eru (ikki ein statur. Ikki ein landslutur. Ikki í ES. Ikki í EFTA. Ikki í WTO. Ikki í norðurlendska ráðharraráðnum og ikki til Olympisku leikirnar). So havi eg nøkur boð uppá, hvat vit skulu ikki skulu oyðileggja komandi árini.

Vit skulu ansa eftir at halda fram at vera ein breiður flokkur kring landið. Vit eru størsti flokkur í Havn og kunnu sannlíkt vaksa nakað har gjøgnum valskeiðið, men vit mugu samstundis halda fast við, at Tjóðveldisflokkurin eisini arbeiðir fyri veikaru partarnar av landinum.

Vit skulu ansa eftir okkara sosialu skipanum og royna at byggja uppá tær. Serliga fyri tey, sum eru komin allar ringast fyri, men eisini fyri tey, sum eitt tíðarskeið av lívinum eru rakt av onkrum keðiligum.

Vit skulu ansa eftir okkara tjóðarbyggjandi stovnum, so sum SEV, Landsverki, Kringvarpi Føroya, Vørn, Havstovuni, Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, Umhvørvisstovuni, Fólkaskúlanum, miðnámsskúlunum kring landið, Fróðskaparsetrinum, teimum trimum sjúkrahúsunum, Almannaverkinum og so framvegis.

Vit skulu ansa eftir okkara lista- og mentanarlívi, sum skjótt kann koma undir trýst, tá konservativu flokkarnir valda í Føroyum.

Vit skulu ansa eftir, at virðini í landinum ikki fara á færri hendur.

Og vit skulu ansa eftir, at málini, sum vit longu hava framt – møguleikan fyri WTO-limaskapi og fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum – ikki blíva einastu tingini á tjóðskaparleið, sum vit síggja komandi 3 árini.

Sjálvt um hetta ikki verður einfalt og eisini kann blíva ein trupul tilgongd hjá okkum sjálvum veruliga at finna beinini aftur eftir 3 ár í stjórn við tveimum flokkum, har annar ikki vildi taka ópopulerar avgerðir og hin ikki vildi taka populerar avgerðir, so mugu vit halda kósini fram ímóti einum sjálvstøðugum landi, har ongin stætt hevur størri virði enn nøkur onnur.

Takk fyri