Stevnumið
Hetta eru stevnumiðini hjá Tjóðveldi
Føroyar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Føroyar hava allar tær søguligu, politisku, mentanarligu og búskaparligu fortreytirnar, sum skulu til fyri at skipa okkum sum sjálvstøðugt land og frælsa tjóð í heiminum.
Føroyar hava ongantíð latið sín sjálvsavgerðarrætt frá sær til aðra tjóð ella annað vald.
Tvørtur ímóti hevur ein meiriluti av Føroya fólki, á fólkaatkvøðu 14. september 1946, valt, at Føroyar skulu vera sjálvstøðug og fræls tjóð.
Lógir og skipanir, sum eru settar í verk um okkara ríkisrættarligu støðu, tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt, hevur Føroya fólk ikki samtykt. Hesar lógir og skipanir hava tí einki fólkaræðisligt gildi.
Grundarlagið er altjóða fólkarættur
Í grundarlagnum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga og frælsa tjóð byggir Tjóðveldi á stovningarsáttmála Sameindu Tjóða (ST) og á ST-sáttmálarnar um borgarlig og stjórnmálalig rættindi um búskapar-, samfelags- og mentanarrættindi. Har verður m.a. staðfest:
• Allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt. Við heimild í hesum rætti hava tær frítt at taka avgerð um stjórnarrættarligu støðu sína og frælst at fremja búskapar-, samfelags- og mentanarmenning sína.
• Allar tjóðir kunnu til sítt egið gagn frælst ráða yvir náttúruríkidømi sínum og tilfeingi, skerjir tað ikki skyldur bundnar í millumtjóða búskaparsamvinnu. Á ongum sinni kunnu verða tikin frá eini tjóð ráðini at bjarga sær sjálvari.
• Tey ríki, sum eiga lut í hesum semingi, teirra millum tey, sum hava ábyrgd av at sita fyri umveldum, ið ikki ráða sær sjálvum, og tilsjónarumveldum, skulu stuðla til at fremja sjálvsavgerðarrættin.
Øll Norðurlond hava undirritað hesar sáttmálar. Tjóðveldi virkar í norðurlendskum samstarvi fyri, at Norðurlond viðurkenna og stuðla frælsisrættindunum hjá føroyingum og øllum teimum norðurlendsku tjóðum, ið ikki hava útint sín sjálvsavgerðarrætt.
Sjálvberandi búskapur
Tjóðveldi hevur lagt fram væl grundað og fíggjarliga kjølfest uppskot til miðvíst at gera okkum leys av veitingunum uttanífrá og at skipa ein sjálvberandi búskap.
Hetta kann fremjast við eini skiftisskipan, har inntøkuvøkstur landsins og minkingin av donsku ríkisveitingini verða knýtt saman. So hvørt inntøkur landsins vaksa, fara 50% av inntøkuvøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fara inn á fíggjarlógina. Hetta verður gjørt umvegis Búskapargrunn Føroya. Við hesum leisti verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir 6-8 árum.
Grundlóg Føroya
Føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum. Grundarlagið undir fólkaræðinum verður skjalfest í egnari grundlóg. Í Grundlógini verða frælsisrættindini, mannarættindini og javnrættindini hjá tjóðini og hjá hvørjum einstøkum samfelagsborgara lógarfest.
Grundlógin skal m.a.:
• Tryggja øllum íbúgvum landsins javnbjóðis rættindi og skyldur, persónligt frælsi, sosial rættindi, rætt til útbúgving, arbeiði og rættartrygd.
• Tryggja eitt greitt valdsbýti, og at allir valdsstovnar landsins verða lagdir undir fólksins ræði og ábyrgd.
• Áseta minnilutaverju í bæði parlamentarisku skipanini og fyri samfelagsbólkar.
• Áseta reglur og skyldur um vernd av landsins tilfeingi, og at tilfeingið er fólksins ogn, áseta rættindi til innløgu, umhvørvisvernd og verju fyri, at fólkaræðið ikki kann missast, og áseta kommunalt sjálvræði, alment gjøgnumskygni og verju av fíggjarliga fæi landsins.
• Tryggja, at øll fólksins umboð hava rættarliga ábyrgd og standa til svars fyri sínum avgerðum.
• Áseta, at fólksins vald verður styrkt við beinleiðis fólkaræði, har ávist tal av veljarum við undirskriftum kann krevja mál viðgjørt og gjørt av á tingi. Ella kann krevja mál lagt beinleiðis til fólkaatkvøðu.
Rættartrygd, lógir og almenn fyrisiting
Til tess at skipa eitt livandi fólkaræði við frælsi og rættindum hjá øllum krevst av føroyskum myndugleikum, at teir standa til svars mótvegis fólkinum og føroysku grundlógini og útinna fólkaræði í verki í øllum sínum avgerðum.
Tjóðveldi vil
• Færri lógir, har dentur verður lagdur á yvirskipaðar lógir um rættindi og skyldur á ymsu samfelagssøkjunum og ikki á smálutastýring.
• Lógarverkið skal endurskoðast til tess at skapa føroyskan lóggávusið, ið leggur dent á endamálsorðingar í lógunum, at tær verða gjørdar til tørvin og fortreytirnar í føroyska samfelagnum, at tær verða einfaldar at umsita, og at tær verða orðaðar til almenningin.
• Mótvegis fyrisitingini skal ein grannskoðaraskipan setast í verk, ið skal tryggja, at lógir, sáttmálar og uppskot veruliga verða framd og útint sambært samtyktum.
• Opinleiki og víðfevnt alment innlit skal tryggjast í fyrisitingini og avgerðir hjá dómsvaldi.
• Almenni bygnaðurin skal endurskoðast, gerast einfaldur og lagast til føroyskar fortreytir og viðurskifti.
• Sakkunnleiki og tænastur skulu savnast og virka saman í tvørgangandi uppgávum – eitt nú fíggjar- og roknskaparstýring, løgfrøðitænasta, journalskipanir, kæruviðgerð o.a.
• Rætturin og skyldan hjá starvsfólki at gera vart við óreglusemi í fyrisitingini verður ásettur við lóg.
• Føroysk løgfrøði- og fyrisitingarútbúgving verður skipað á hægsta stigi.
• Allar avgerðir í umsitingini og øll umsiting av almennum peningi skal verða lætt atkomulig hjá almenninginum at kunna seg við. Skylda er hjá myndugleikunum at kunna um avgerðargrundarlag, kærumøguleikar o.a.
• Hoyringsrættur og alment orðaskifti um lóggávu og rættarskapandi avgerðir skulu vera regla.
• Løgtingsins umboðsmaður verður grundlógarfestur sum fólksins umboðsmaður og fær neyðugar umstøður at útinna sín leiklut.
Dómstólar
Føroyar verða skipaðar við dømandi valdi, sum minst er í tveimum stigum. Sambært altjóða sáttmálabindingum hava íbúgvar landsins eisini atgongd til altjóða dómstólar og kærumøguleikar.
Føroyska rættarskipanin verður javnan eftirmett, har heitt verður á altjóða stovnar um at meta um rættartrygd og mannagongdir.
Kommunur
Tjóðveldi leggur dent á kommunala sjálvræðið sum týðandi tátt í fólkaræðinum. Landið skal skipast í størri kommunalar eindir ella samstørv, sum hava møguleika at mennast í rímiligari javnvág og kunnu bjóða tænastur á sama stigi til borgararnar.
Skattaskipanin verður endurskoðað soleiðis, at ein stigvaksandi skattaskipan og útjavningarskipan kann galda fyri allar borgarar, og geva møguleika hjá kommunum at átaka sær størri uppgávur.
Eftir somu treytum sum til løgtingsval skulu lesandi útisetar hava atkvøðurætt til kommunuval.
Uttanríkispolitikkur og fullveldi
Tjóðveldi byggir á altjóða hugsjón og á víðfevnt altjóða samstarv. Ein av fremstu lyklunum til at skapa menning, kappingarføri, inntøkuvøkstur og vælferð er altjóða samstarv, ið vit vinna okkum sum sjálvstøðug tjóð.
Fullveldi hjá føroysku tjóðini er fortreytin fyri at vinna Føroyum beinleiðis samband við allan heim og altjóða felagsskapir.
Grønur miðdepil í Norðuratlantshavi
Føroyar liggja í miðjum Norðuratlantshavi – ikki sum ein útjaðari, men sum ein miðdepil í einum øki, sum er millum heimsins ríkastu, tá ræður um náttúrutilfeingi og orku. Vit hava bæði livandi og varandi tilfeingi, og harumframt ráevni, ið ikki endurnýggja seg.
Stórveldir, lond og altjóða fyritøkur geva Norðuratlantshavi og arktiska økinum alt størri gætur.
Veðurlagsbroytingar, tørvur á ráevnum og siglingarleiðir um Norðpólin gera hetta stóra øki til eitt tað týdningarmesta og áhugaverdasta í heiminum.
Heimspolitiska støðan við víðfevndari ørkymlan og óvissari stórveldatelving setir føroyskan uttanríkispolitikk og altjóða samstarv í nýggja fjarstøðu.
Samstundis sum hetta býður okkum nýggjar møguleikar, gevur hetta stórar avbjóðingar, ið krevja miðvíst altjóða samstarv, bæði á tí búskaparliga og trygdarpolitiska økinum.
Tjóðirnar í Norðuratlantshavi og arktiska økinum skulu stýra og taka ábyrgd av gongdini.
Føroyar skulu gerast ein grønur tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi, sum saman við grannatjóðunum megnar at umsita tað ovurstóra náttúrutilfeingið, ið er okkara, burðardygt, og sum megnar at gagnnýta og leggja um til varandi orkukeldur.
Samstarv í Norðuratlantshavi
Fremstu samstarvsfelagar í føroyska uttanríkispolitikkinum eru Útnorðurlondini Ísland og Grønland. Føroyar eiga framhaldandi og støðugt at varpa ljós á fyrimunin við einari sonevndari Norðuratlantssamgongu millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg. Eyðsýnt er, at verandi ríkisrættarliga støða Føroya og Grønlands ikki er til frama fyri eitt norðuratlantssamstarv av hesum slag, tá havt verður í huga, at bæði Noreg og Ísland sum sjálvstøðug lond verða vigað og mett við størri tyngd enn tey bæði donsku heimastýrini, sum í evropiskum og bretskum høpi verða sædd sum partur av danska kongsríkinum, og sostatt mugu taka til takkar við at fáa allar neyðugar sømdir haðani (frá tí danska móðurlandinum).
Ein Norðuratlantssamgonga millum Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg skal m.a. samstarva um:
• Fríhandil.
• Trygdarpolitikk og verjumál.
• Sivila tilbúgving.
• Umhvørvistilbúgving.
• Eftirlit við sjó- og loftøki.
• Skipatrygd.
• Avtalur um tilfeingisumsiting og gransking í okkara tilfeingi.
• Útbúgving og gransking.
• Heilsumál.
• Orkumál.
• Ferðslu.
• Samskiftiskervi og íløgur í sambond við meginlondini kring okkum.
Norðurlandasamstarv
Føroyar skulu gerast sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum og ganga undan at styrkja tað felags norðurlendska samstarvið. Samstarvið skal støðugt víðkast til at fevna um:
• Uttanríkis- og verjupolitikk.
• Fíggjarmál og eftirlit við fíggjarstovnum.
• Rættindi hjá norðurlendskum borgarum og vinnu at virka frígg í Norðurlondum.
Evropapolitikkur
Tjóðveldi leggur dent á limaskap í felagsskapum og samstørvum, ið tryggja smátjóðum fólkaræðisliga ávirkan og rættin at stjórna egnum tilfeingi. Tjóðveldi tekur tí ikki undir við, at Føroyar gerast limur í Evropasamveldinum (ES).
Harímóti vil Tjóðveldi, at vit gerast limur í EFTA og í eini EBS-líknandi skipan og á tann hátt fáa skipaða atgongd til ES-marknaðin og til útbúgvingar-, granskingar- og mentanarsamstarvið í ES.
Føroyar fáa við EFTA-limaskapi atgongd til eina røð av fríhandilssáttmálum millum EFTA og meira enn 50 lond kring heimin.
Altjóðasamstarv
Vit gerast sjálvstøðugur limur í ST – Sameindu Tjóðum og stovnum tess, umframt øðrum mannarættindafelagsskapum, og fylgja okkara egnu lógum og sáttmálum fremstu altjóða krøvum.
Umsókn er send, og væntandi fáa vit skjótt fullgildan limaskap í Heimshandilsfelagsskapinum – WTO – sum fer at geva okkum nýggjar møguleikar og lata upp fyri nýggjum samstørvum.
Føroyar menna samstarv við so nógvar tjóðir sum gjørligt – mentanarliga, politiskt og búskaparliga.
Føroya skulu leggja dent á at tryggja mannarættindi og rættindi hjá føroysku tjóðini og øðrum tjóðum og samfelagsbólkum í heiminum.
Føroyar virka miðvíst fyri altjóða reglum og samstarvi um havrætt, havumhvørvisvernd og burðardygga tilfeingisnýtslu.
Føroyar stovna sendistovur í útvaldum londum og samstarva annars við Norðurlond um uttanlandsumboðan. Konslar verða settir í øðrum londum.
Føroyar taka lut í samstarvi millum aðrar smátjóðir kring heimin.
Føroyar fáa limaskap og virka fyri altjóða felagsskapum av týdningi fyri vinnu, mentan, útbúgving, gransking og altjóða virkisføri føroyingar.
Føroyar skulu stigvíst røkka málunum hjá ST um, at í minsta lagi 1% av bruttotjóðarúrtøkuni skal nýtast til altjóða menningarsamstarv.
Trygdar- og verjumál
Føroyingar eiga sum sjálvstøðug tjóð at velja og finna sín leiklut í verjuskipanini og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi.
Føroyar skulu framhaldandi virka fyri friði og hernaðarligari avdubbing í heiminum.
Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi um sivila tilbúgving, trygd á sjónum og umhvørvistilbúgving.
Føroyar taka upp beinleiðis samband við síni grannalond og við NATO til tess at gera avtalu um skipan av verjumálum.
Møguligar bindingar í verjupolitiskum spurningum skulu avgerast við fólkaatkvøðu.
Mentan og list staðfesta okkara samleika og mynda okkum sum fólk og samfelag í heiminum. Mentan og list eru úrslit av tógvum stríði gjøgnum øldir, í samspæli millum ættarliðini, har føroyska málið hevur verið tann berandi bulurin. Tað er mentanin og listin, sum geva okkum íblástur og gera, at vit vilja búgva og virka í hesum landi. Tí skulu vit eisini gera veruligar íløgur í mál, mentan og list, og ikki bara síggja føroyska málið og mentanina sum ein og hvønn tilvildarligan og sjálvsagdan lut.
Altjóðagerðin, tøknin og føroyska málið
Føroyska málið er serstakt fyri okkum føroyingar og okkum, sum búgva í Føroyum. Tað skal styrkjast og mennast so at tað í framtíðini eisini fer at vera grundarlagið undir mentan okkara og samstarvi og samskifti okkara millum. Landið skal tí hava ein málpolitikk, ið skal fevna um allar almennar stovnar og skúlar. Tí skal skúlin tíðliga og sjónliga menna tilvit hjá børnum og ungum um týdningin av føroyska málinum sum samfelagsberandi tjóðarmál í Føroyum. Landið skal í hesum sambandi dagføra tilmælini í málstevnuálitinum Málmørk, og raðfesta tey tilmæli, ið komið verður fram til. Ein almennur málpolitikkur skal vera stovnum, skúlum, lærarum og einstaklingum til hjálpar í starvinum at styrkja støðuna hjá føroyskum á øllum økjum í samfelagnum.
Talgilding
Talgilda og tøkniliga menningin er í síni heild ein stór avbjóðing fyri føroyska málið og føroysku mentanina. Føroyskt skal geras ein sjónligari táttur í talgildu menningini og í talgilda umhvørvinum sum heild, so tað framhaldandi kann verða ment sum fullgildugt samfelagsberandi tjóðarmál í Føroyum. Tað merkir, at vit øll skulu vera tilvitað um støðuna og týdningin hjá føroyska málinum sum natúrligur og sjálvsagdur partur í øllum samskifti okkara millum. Tað merkir ikki, at vit skulu útihýsa ella forbjóða øðrum málum at kunna verða brúkt í Føroyum. Tvørtur ímóti skal skúlin vera tilvitaður um, hvussu altjóðagerð og altjóða samskifti er við til at skapa okkara kringumstøður, bæði samfelagsliga, mentanarliga og málsliga, og tí skal økt tilvit um føroyska málið vera við til at lofta teimum altjóða avbjóðingunum, ið eru á hesum økjum.
Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Gransking
Føroyskt mál skal mennast og framhaldandi vera fult samfelagsbært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar samfelagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.
Afturat hesum er altjóðagerðin og altjóða samskifti ein alsamt vaksandi partur av innlendis samskiftinum í Føroyum og ávirkar bæði mál og mentan okkara. Í hesum sambandi skulu vit raðfesta og menna gransking í miðlum og skúlaskapi við munandi øktari játtan til Fróðskaparsetrið, Máltøknidepilin og Kringvarpið. Harumframt skal hægri játtan setast av til talgildu menningina av føroyskum frálærutilfari, har stovnar sum Nám og Bókadeildin verða styrktir og tryggjaðir sítt virksemi, føroyska málinum at frama. Somuleiðis er Málráðið ein týdningarmikil stovnur í hesum sambandi og skal hava bestu umstøður at virka í.
Mentan og list
Við einum víðskygdum, fevnandi og væl orðaðum mentanarpolitikki lyfta vit føroyska samfelagið og tað føroyska málið inn í framtíðina.
Mentanarpolitikkurin hjá Tjóðveldi skal snúgva seg um okkara samleika sum tjóð og fólk við øllum tí fjølbroytni, tað ber í sær. Mentanarpolitikkurin hevur til endamáls at tryggja, styrkja og menna okkara felags mentanararv og mentanarliga tilfeingi. Mentanarpolitikkurin skal virka fyri, at vit fáa framt eina vælvirkandi integratión í føroyska samfelagnum, har rúm eisini skal vera fyri nýhugsan, víðskygni og mentanarligum fjølbroytni.
Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni og víðskygni, og tær skapa framburð og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir. Við einum framsóknum mentanarpolitikki styrkja og menna vit føroyskt mentanarlív á øllum týðandi økjum.
Tjóðveldi vil, at vit seta ein størri part á landsins fíggjarlóg til mentan og list. Tjóðveldi vil, at vit seta á stovn Mentanar- og listaráð Føroya, sum skal vera óheft og umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir til mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku listagreinirnar, áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið. Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi.
Tilfeingið er okkara felags ogn og ríkidømi
Vit kunnu fáa meira burtur úr okkara felags ríkidømi, tí, sum er í havinum kring Føroyar og tí, sum er á landi. Tí mugu dugnaligir og ágrýtnir landsmenn og -kvinnur sleppa framat at gagnnýta alt hetta tilfeingi til fulnar, so at meira av virðinum liggur eftir hjá føroyska fólkinum.
Rætturin at gagnnýta ríkidømið skal liggja hjá fólkinum og verða umsitin av almenna myndugleikanum á økinum, eins og í øllum líknandi viðurskiftum, har løgtingið lóggevur og landsstýrið fyrisitur. Tað er ikki fremjandi fyri tilfeingisrøktina og úrkomuna, at einstakir og úrvaldir áhugapartar fáa framíhjárætt at røkja og umsita tilfeingið, ið er almenn ogn, í óavmarkað tíðarskeið, samstundis sum teir kunnu avhenda givin loyvir fyri himmalhøgar upphæddir, sum enda í privatum lummum.
Rætturin hjá fólki at njóta og ferðast í haga og náttúruni annars er grundleggjandi rættur. Flestu lond, vit sammeta okkum við, meta hesi rættindi sum alfevnd og sjálvsøgd, og hava tí á ymiskan hátt fest tey í lóg.
At ferðast í náttúruni má altíð gerast við fyriliti, bæði at teimum, sum eiga ella umsita hana, og hava hana sum sítt livibreyð, men ikki minst við atliti at sliti á náttúruna og djóra- og plantulívi. Føroyska náttúran er viðbrekin og lendið gerst alt meira slitið av veðurlagsbroytingunum, ið hava havt nógv meira avfall við sær seinastu árini.
Vit hava fingið nýggjanáttúruverndarlóg, sum verjir náttúruna, men kortini er okkara náttúrufyrisiting sera avmarkað, tá tað snýr seg um neyðuga orku. Fara vit ikki varliga fram, kann nógv økta ferðingin í náttúruni gera stóran skaða.
Økini eru ymisk, og tí er eisini stórur munur á, hvussu nógva ferðing tey tola. Tað er umráðandi við góðum samskifti millum kommunur, myndugleikar, stovnar, ferðavinnu, borgarar á staðnum og tey, sum varða av jørðini, soleiðis, at tær røttu loysnirnar verða funnar.
Rætturin at ferðast í náttúruni er tryggjaður við lóg, og føroyingar skulu ikki gjalda fyri vanliga gongd í haga, fjøllum ella fjøru í egnum landi.
Tjóðveldi vil arbeiða fyri, at
● Ferðast verður við fyriliti fyri náttúruni og landbúnaði og virkseminum hjá jarðareigarum og festarum.
● Viðurskiftini skulu skipast í samstarvi við fólk á staðnum, so ferðingin er burðardygg, bæði sosialt og í mun til náttúru.
● Vinnulig ferðing eigur at fara fram við loyvi frá teimum, sum varða av jørðini, eins og hesi hava rætt at taka gjald fyri vinnuliga ferðing og gongutúrar.
● Náttúruøki, har lendi, fuglur, blómur ella annað er viðbrekið, skulu hava serstaka verju og reglur fyri ferðing.
● Ein náttúrufyrisiting eigur at verða skipað við umsjónarfólki at halda eyga við viðbreknari náttúru kring landið.
Sjóvinnur, ráevnis- og grønorkuvinna
Føroyar skulu vera ein maritimur tænastudepil, har tað fyri skipaferðsluna í norðurhøvum verður eitt givið val at proviantera, skifta manning, bunkra, umskipa, umvæla og so frameftir. Hetta krevur væl útgjørdar skipasmiðjur, smiðjur, havnir, umboðsfeløg, veitarar av útgerð, heilsølur, orkuveitarar, flutningsfyritøkur, kavarar, elektrikarar o.s.fr.
Føroyar eiga at bjóða fram útbúgvingar, útgerð, tøkni, ráðgeving og fjølbroyttar tænastur til vaksandi skipaferðsluna á okkara leiðum. Sjóvinnur og sjóveitaravinnur skulu tí mennast og miðvíst marknaðarførast.
Vit vilja stigvíst burtur frá oljuni og gerast eitt samfelag, sum burturav verður rikið við reinari varandi orku.
Mesti parturin av orkunýtsluni hjá Føroyum er framvegis í olja og oljuúrdráttum, serliga í virkseminum á sjónum, ið nærum burturav nýtir lívrunnið brennievni. Hetta krevur, at vit finna burðardyggar loysnir og flyta okkum í stigum. Ótrygga altjóða støðan, við kríggi í Evropa og broyttari valdsjavnvág, ger tað eisini alneyðugt at tryggja okkum orku frá álítandi keldum og veitarum.
Vit eiga at gera eina nýggja ætlan fyri ráevnini í føroysku undirgrundini, og hvussu vit á skynsaman hátt kunnu flyta okkum trygt gjøgnum tað grøna orkuskiftið. Nýtslan av jarðgassi (náttúrugassi) úr føroysku undirgrundini kann vera ein møguligur løðarsteinur á vegnum til at gerast leys av lívrunnum brennievni.
Vit vilja stuðla vinnuni í at luttaka í royndum og menning av burðardyggum orkuloysnum á sjónum. Her eru fleiri møguleikar fyri reinari orkuloysnum og orkusparing.
Vit vilja seta ferð á framleiðluna av grønari orku, og leggja lunnar undir at vit í framtíðini, umframt at nøkta egnan tørv, kunnu útflyta reina orku. Vit vilja seta ferð á menningina av einari grønorku-vinnu, sum við dyggum førleikum kann vera ein framdráttur í umleggingini frá lívrunnari til grøna orku á sjógvi og landi. Tí skulu vit eisini hava góðar treytir fyri fyritøkur, sum vilja byggja upp eina vinnu kring stóra grøna orkuskiftið.
Fremstu umhvørviskrøv skulu setast sjó- og ráevnisvinnuni fyri at verja havumhvørvið og fiskatilfeingið, sum eru okkara lívsgrundarlag. Og vit vilja raðfesta tilbúgving á sjónum høgt.
Tjóðveldi vil
● Leggja lunnar undir og marknaðarføra Føroyar sum ein altjóða maritimur útbúgvingar- og skeiðsdepil.
● Stuðla undir menning av grønari orkuvinnu og nógv meira framleiðlu av grønari orku til nýtslu á landi og sjógvi.
● Leggja ætlan fyri, hvussu skipaflotin og øll sjóvinna skjótast til ber kann leggja um frá olju til umhvørvisvinarligt brennievni.
● Stuðla vinnuni í grønari umlegging, so tað loysir seg skattliga og á annan hátt at ganga fremst í grønu umleggingini.
● Menna eina føroyskari shippingvinnu, sum gongur á odda við burðardygd.
● Seta á stovn ymiskar sjóvinnuútbúgvingar á miðnámi og universitetsstøði.
● Samskipan og menningarátøk fyri maritimar veitaravinnur.
● Styrkja lógargrundarlagið undir Føroysku Altjóða Skipaskránni, so bert dygdarskip, ið lúka høg umhvørviskrøv og altjóða reglur kunnu verða skrásett. Fult innlit skal vera í eigaraskrá.
● Seta fremstu krøv til umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi og trygd á sjónum.
● Styrkja sjótilbúgvingina og millumlanda samstarvið um tilbúgving á sjónum.
Fiskivinna og sjófeingi
Ríkidømið í havinum skal umsitast skynsamt og burðardygt. Tilfeingið er ogn Føroya fólks, og skal tí umsitast soleiðis, at tað skapar virðir, menning og framburð kring landið, og virðini koma fólkinum til góðar.
Sjófeingið er eitt gullnám, sum eigur at vera eitt varandi grundarlag undir samfelagnum. Virði á tilfeinginum kann fleirfaldast við at lata upp fyri møguleikum at nýmenna og ganga nýggjar leiðir at skapa nýggjar vørur úr tilfeinginum.
Vit skulu fáa nógv meira burturúr hvørjum sterti, ið drigin verður av grunnunum og skulu gagnnýta eina størri breidd av sjótilfeinginum. Vit skulu flyta okkum frá tonsalyndi til góðskulyndi. Tí leggur Tjóðveldi dent á gransking og nýmenning, so Føroyar kunnu koma fram í fremstu røð við virðisøking av tilfeinginum. At breyðføða heimin í framtíðini, krevur, at tilfeingið í havinum verður nógv betur gagnnýtt. Fiskivinnupolitikkur okkara leggur tí stóran dent á sjótilfeingi sum mattilfeingi.
Vit vilja, at virðini og vinnumøguleikarnir eru á fleiri hondum. Støðugir karmar við sunnari kapping er neyðugt, skal fiskivinnan áhaldandi mennast.
Virkisfýsnar kreftir mugu hava møguleika at koma framat í vinnuni uttan at noyðast at keypa privat loyvir fyri óvurstórar upphæddir. Tjóðveldi arbeiðir fyri betri atkomu hjá fleiri soleiðis, at rættindini ikki savnast á ov fáum hondum.
Tilfeingisinntøkur skulu brúkast til vælferðartænastur og til at menna granskingardeplar kring landið. Ein munandi partur skal eisini setast í búskapargrunn til at standa ímóti búskaparsveiggjum.
Arbeiðsumstøðurnar hjá sjófólki okkara mugu setast í hásæti. Stovnsrøkt er grundarlag undir livibreyðnum, hjá nógvum familjum og undir einari varandi vinnu. Tí vil Tjóðveldi framhaldandi seta lívfrøðiliga eins og sosiala burðardygd í hásæti.
Føroyar skulu ganga á odda tá umræður fiskivinnusamstarv og altjóða avtalur um burðardygga umsiting av havinum og sjótilfeinginum. Havstovan, Vørn og sjófeingisumsitingin eiga tí at verða munandi styrkt.
Tjóðveldi vil
Rætt til at troyta tilfeingið:
● Ognarrættur fólksins til havsins tilfeingi verður tryggjaður í grundlóg og í fiskivinnulóggávu. Nýtt tilfeingi verður bjóðað út á ein hátt, so tað er atkomuligt, ikki minst fyri ungar skapandi kreftir Fiskirættindi eru tíðaravmarkað í ásett áramál. Rættindini kunnu endurnýggjast, um tey lúka ásett krøv. Keypt rættindini kunnu seljast á opnari almennari sølu.
● Greiðar reglur skulu vera fyri antitrust, so virðini og vinnumøguleikarnir ikki savnast á ov fáum hondum.
● Umbýti av rættindum við onnur lond skal skapa víðkaðar møguleikar, ikki minst fyri heimaflotan, og skal virðisásetast.
● Tilfeingisgjald skal gjaldast í tann mun ein tilfeingiðsrenta - yvirnormalur vinningur - er.
● Bert fyritøkur og persónar, búgvandi og skattskyldug í Føroyum, fáa atgongd í veiðiliðnum, og verandi útlendskur ognarskapur skal yvir ásett áramál hvørva.
● Sjófeingisumsitingin skal vera opin, og øll skulu kunnu síggja, hvør hevur hvørji rættindi.
● Skilagóðar reglur skulu gerast fyri burðardyggari veiðu av “nýggjum” sjófeingi.
● Øll veiða skal vera lívfrøðiliga burðardygg.
● Heimaflotanum skal tryggjast betri grundarlag, so grundarlag er fyri endurnýggjan av skipunum.
● Útróðrarvinnan skal hava serstaka skipan og góðar umstøður at virka kring allar Føroyar. Serlig atlit verða tikin til virksemið hjá teimum, ið liva av útróðri burturav.
Virðisøking:
● Gjørd verður ein góðskingarskipan, sum tryggjar, at besti prísur fæst fyri bestu góðsku.
● Veiddur fiskur skal vera atkomuligur fyri fiskavirkini og skal í mest møguligan mun bjóðast út og virkast í Føroyum.
● Yvir eitt ásett áramál, skal alt tilfeingið til lands sum rávøra til virking av hágóðskuvørum.
● Skipast skulu deplar, sum saman við vinnuni og sjóvinnuskúlum arbeiða fyri at virðisøkja tilfeingið.
● Menna sjóvinnuútbúgvingar, útbúgving innan hagreiðing og rávørugóðsku og gransking í fiskivinnu og virðisøking.
● Sporføri og skráseting av landing og góðsku til brúkaran úti og heima skal mennast.
● Størri orka skal leggjast í at menna útflutning og branding av føroyska sjótilfeinginum.
● Íverksetarastuðulskipanir skulu skipast soleiðis, at tær eggja til meirvirking.
Manningarættindi:
● Manningarnar, sum onki ræði hava á rættindunum hjá fiskiførunum, eiga ikki at gjalda tilfeingisgjald.
● Við lóg verður staðfest, at øll, ið reka vinnu við føroyskum fiskiloyvi og fiskirættindum, skulu fylgja sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
Altjóða samráðingar og avtalur:
● Samráðingar um rættindi uttan fyri føroyska fiskimarkið og til ferðandi og felags fiskastovnar verða skipaðar við sterkum samráðingartoymi og støðugum uttanríkispolitiskum samstarvi við onnur lond og altjóða felagsskapir.
● Føroyar taka sjálvstøðugan lut í øllum altjóða- og økisfelagsskapum, sum varða av umsiting og avtalum um fiskastovnar og fiskivinnu.
● Føroyar ganga undan at samstarva um gransking og skjalprógv fyri støðuna og gongdina hjá fiskastovnunum um okkara leiðir.
Alivinna
Alivinnan er ein høvuðsvinna og stendur fyri stórum parti av okkara útflutningsvirði. Virðing fyri náttúrugivnum lívfrøðiligum mørkum í vinnuni er avgerandi, skal vinnan framhaldandi mennast og skapa virðir og arbeiðspláss. Samstundis vilja vit arbeiða fyri at tryggja, at intensiv aling ikki í óforsvarligan mun ger seg inn á lívfrøðiliga margfeldið. Tí skulu greiðar reglur vera fyri avmarking av dálking, mark fyri biomassa í sárbærum økjum, eftirlit við evnisnýtslu osfr.
Ein lívfrøðiliga fjølbroytt alivinna spjaðir váðan og kann vera grundarlag undir lívfrøðiliga betri aling. Miðvíst skal arbeiðast fyri at víðka alimøguleikarnar á sjógvi og landi, so rúmd verður fyri aling av øðrum fiska- og djórasløgum, tara, skeljum v.m.
Gjaldast skal fyri forrættin at nýta firðirnar eftir støðugum og rímiligum leisti, til gagns fyri samfelagið og vinnuna.
Tjóðveldi vil
● Gjøgnum krøv í aliloyvum og skattalóggávu tryggja, at størst møguligur partur av virðisøking og avkasti verður verandi í Føroyum.
● Alivinnan rindar leigu- og tøkugjald til land og kommunur fyri brúksrætt til firðirnar.
● Vinnan má ikki savnast á ov fáum hondum, fyri at tryggja fjølbroytta menning og váðaspjaðing.
● At nýggj aliøki verða boðin alment út og rásarúm skapt fyri royndarvirksemi innan ymiska aling.
● At einki útlendskt felag ella einstaklingur skal kunna eiga meirilutan í einari føroyskari alifyritøku – hvørki einsamallir ella í felag.
● Tryggja, at gott eftirlit og innlit er í viðurskiftinunum viðvíkjandi tí lívfrøðiliga, tí bygnaðarliga og tí samfelagsbúskaparliga í vinnuni.
● Serligt fokus skal setast á árinini á lívfrøðiliga margfeldið.
● Alivend gransking skal samansjóðast við aðra maritima gransking, og byggjast skal brýr ímillum gransking á Havstovuni, Fiskaaling og øðrum granskingarstovnum.
● Almenn gransking í óheftum og gjøgnumskygdum hami skal tryggjast.
● Ein føroysk visjón um aling skal orðast og vera stevnumið fyri lóggávu, stovnum, vinnuni og atferð innan alla aliskipanina, og geva góðar karmar um fjølbroytta aliframleiðslu.
● Greið krøv og raðfesting av sjúkufyribyrgjandi rakstri skulu setast við fakliga sterkum sjúku- og umhvørviseftirliti og atliti til samfelagið og náttúruna.
● Styrkja útbúgving og eftirútbúgvingarmøguleikar innan aling við møguleika fyri útbúgving í aling, tilfeingisbúskapi og burðardyggari matframleiðslu.
● At fleiri vitanarstørv verða skapt í vinnuni.
Landbúnaður
Tjóðveldi vil seta ferð á føroyska framleiðslu. Vit vilja, at vit gerast sjálvbjargin við fleiri búnaðarvørum – grønmeti, kjøti, mjólkarúrdráttum, stráfóðuri v.m. Vit vilja seta greið mál fyri øktari búnaðarframleiðslu og knýta stuðulsskipanirnar beinleiðis at hesum.
Sjálvbjargni og matvørutrygd eru kjarnan í búnaðarpolitikki okkara. Neyðugt er við einum politikki, har greið mál verða sett fyri framtíðar landbúnaðin við víðfevndum inntøku- og menningarmøguleikum. Hetta krevur, at vinnan fær eitt betri og fíggjarliga tryggari grundarlag at byggja framtíðina á.
Flestu onnur lond hava ein matvørupolitikk, sum tryggjar borgarum landsins atgongd til mat í kreppustøðum, har eitt nú innflutningurin av mati er avmarkaður. Matvørutrygd er tí eisini sentralur partur av búnaðarpolitikki floksins. Landbúnaðurin er somuleiðis partur av umhvørvis- og ferðavinnupolitikki okkara, har burðardygd, náttúruvernd, stuttfluttur matur og atlit at komandi ættarliðum eru kjarnan.
Vit vilja arbeiða fyri betri útbúgvingarmøguleikum í matframleiðslu og landbúnaði.
Tjóðveldi vil
● Tryggja landsins borgarum heilsugóðar føroyskar vørur fyri kappingarføran prís
● Gjøgnum stuðuls-/avgjaldspolitikk í størri mun javnseta kostnaðin á føroyskt framleiddum búnaðarvørum við innfluttar matvørur.
● Størri sjálvbjargni við búnaðarvørum og matvørutrygd sum partur av tilbúgving landsins.
● At búnaðarpolitikkurin stuðlar undir búseting í útjaðara og á smáplássum.
● Gera eina lendisskrá, ið ásetir hvørji øki, ið er gróðrarmikil jørð, og skulu varðveitast til landbúnað.
● Dagføra og nútímansgera jarðar- og landbúnaðarlóggávuna.
● Seta ítøkilig 5 og 10 ára mál fyri framleiðslu av grønmeti, kjøti, mjólkarvørum, stráfóðuri v.m.
● Stuðla undir at fleiri vakstrarhús koma, ið gagnnýta spillhita, heitar keldur og aðra grøna orku.
● Knýta stuðulskipanir beinleiðis at settu framleiðslumálunum.
● Økja møguleikarnar fyri førleikamenning og útbúgving innan landbúnað og matframleiðslu, eisini sum háskúlatilboð.
● Framleiða føroyskt undirvísingartilfar til búnaðarskeið og -útbúgvingar.
● Styrkja royndir við fjølbroyttari framleiðslu, fóðurroyndum, framleiðslutøkni v.m.
● Granska og savna vitan um møguleikar fyri at framleiða plantur, grønmeti, ber o.a.
● Tryggja festibóndum frælsari vinnumøguleikar við betri og tryggari fíggjarligum grundarlagi..
● Virknir bøndur fáa atgongd til festijørð, sum liggur órøkt ella ikki verður gagnnýtt. Og ávís framleiðsluskylda verður knýtt at festirættinum.
● At átøk verða gjørd at bøta um jarðriv og at fyribyrgja jarðspelli í haganum.
Ferðavinna, matstovu- og aðrar tænastuvinnur
Ferðavinnupolitikkur okkara byggir á burðadygd í mun til náttúru og fólkið, sum býr kring landið. Ferðavinnan kann, við røttu átøkunum, gerast ein av okkara høvuðsvinnum, sum eisini gevur útjaðara og útoyggjunum nógvar møguleikar. Millum neyðugu átøkini er ein væl útbygd tænastuvinna, har matstovuvinnan og “føroyski køkurin” við dygdar rávørum fáa bestu møguleikar at mennast.
Ferðavinnuvirksemið skal skipast í sátt og semju við fólkið á staðnum, soleiðis, at tey lokalu eru við til at skipa viðurskiftini og fáa ágóðan av ferðavinnuvirkseminum í økinum.
Land okkara skal verða eitt náttúruferðamál, har ein sterk náttúrufyrisiting og dygg vernd tryggjar, at náttúran verður betur vard enn í dag. Tí skulu, har tað er neyðugt, umsjónarfólk setast og greiðar reglur fyri ferðing í náttúruni gerast.
Stórur dentur skal leggjast á ferðavinnugreinar, sum ikki ovurtroyta náttúruna og sum umframt pengar, leggja vitan og netverk eftir seg.
Tjóðveldi vil
● Føra ein virknan ferðavinnupolitikk, sum flytir vinnuna frá at vera summarvinna til at vera heilársvinna.
● Skipa vinnuferðavinnu, har dentur verður lagdur á at fáa ráðstevnur, altjóða fundir, ítróttar- og mentanartiltøk til Føroyar.
● Stimbra matstovu- og ferðavinnuna og nýtsluna av føroyskum rávørum, m.a. við at lækka mvg á føroyskum matvørum og matstovuvirksemi.
● Loyva matstovuvinnuni at innflyta vín og øl beinleiðis fyri at víðka um útboðið og lækka prísin.
● Vaksa um útbúgvingarmøguleikar innan matgerð og matvøruframleiðslu fyri tænarar, ferðaleiðarar, samskiparar v.m.
● Geva mentan og list, fornminnum og søguligum plássum sjónligari leiklut í ferðavinnuni.
● Brúka ferðavinnuna til at styrkja og marknaðarføra føroyska mentanarvinnu gjøgnum eitt nú FarLit, FMX (tónleikaútflutningsvinna) og Filmshúsið.
● Brúka ferðavinnuna at marknaðarføra føroyska sniðgeving, handverk, ítrótt v.m.
● Gera tað einfaldari at reka smærri handils- og tænastufyritøkur, við at einfaldgera umsiting.
● Við vøkstrinum í ferðavinnuni taka ábyrgdina at varðveita okkara serstøku náttúru og okkara eyðkendu mentan.
● Við einari náttúruverndarlóg, einari lendislóg og einari sterkari náttúrufyrisiting, skulu vit skipa náttúruferðavinnu, har náttúran verður brúkt á fult burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt.
● Áseta eitt náttúrugjald fyri øll ferðafólk, sum koma til landið. Gjaldið skal koma teimum lokalu til góðar.
KT og talgilding
Fyri Tjóðveldi er talgild menning ein fortreyt fyri øktum búskaparvøkstri og øktari vælferð. KT-førleikar á heimsstigi og KT-vinnumenning skulu á tryggan hátt bera Føroyar inn í talgildu framtíðina.
Vit hava eitt væl útbygt KT-undirstøðukervi og fólk við dyggum førleikum. Tí er grundarlagið gott til at menna talgildar loysnir, sum kunnu skapa virðir fyri borgarar, virkir og føroyska samfelagið.
Málið er ein lættari gerandisdagur og ein smidligari rakstur av samfelagnum og hjá vinnuni. Vit skulu menna talgildar tænastur í almenna geiranum, og soleiðis eisini menna føroysku KT-vinnuna. Hesar talgildu tænastur skulu sniðgevast við denti á trygd og brúkaravinsemi. Við betri tænastum til fólk og virki og einari einfaldari fyrisiting, sum tørvar at vera væl samansjóðað. Tænasturnar skulu vera tryggar og lættar at brúka, ikki minst hjá teimum við skerdum førleikum.
Tað skal gerast lættari at vera føroyingur í altjóða talgilda heiminum og føroyskt kennast aftur í øllum lutum. Fólkið skal setast í miðdepilin, øll skulu fáa gagn av møguleikunum, og vit verja okkara samleika, mentan og føroyska málið - tað er grundtreytin handan menningina.
Tjóðveldi vil
● Eina føroyska visjón um talgilding, sum vit øll eiga, og sum verður dagførd leypandi.
● Tað almenna, land og kommunur bjóða út fleiri ítøkiligar verkætlanir at eggja til eina sterka føroyska KT-vinnu.
● Gagnnýta serligu møguleikarnar at loysa orku- og umhvørvisavbjóðingar.
● Raðfesta skilagóðar KT-loysnir at frígeva orku til heilsu- og umsorganaruppgávur.
● Tað almenna skal stuðla útflutningi av føroyskum dyggum KT-loysnum.
● Stovnsliga lendið skal samansjóðast um talgildingarmál, so tað er greitt, hvør myndugleiki er fyri hvat.
● Byggja eitt “Talverk” til at hava ábyrgd av at gera ætlan, menna og reka skipanir at tryggja føroyska málið og fyrihalda seg til etiskar spurningar í talgildingini. Undir hesum øktari skíggjanýtslu hjá børnum og ungum og ávirkan á trivnað, felagslív, mál og samfelagslív.
● Skúlaskipanin leggur størri dent á frálæru í KT.
● Setrið bjóðar út viðkomandi KT-útbúgvingar, sum gevur atgongd til heimsins fremstu universitet.
● Allir borgarar og fyritøkur fáa møguleika at velja ein tryggan teldupost frá almennu Føroyum.
● Talgild undirskrift skal kunna brúkast í øllum viðurskiftum, har tað er viðkomandi.
● Øll prógv, skeið og góðkenningar, ið borgarar í Føroyum hava staðið, skulu fáast talgilt.
● Lógarverkið skal lagast talgilda veruleikanum, og óneyðugar forðingar fyri talgildum framburði lúkast burtur.
● Við betri gjøgnumskygni og góðsku í skrásetingum og málsviðgerð, skal trygdin hjá borgarum og vinnufyritøkum vaksa munandi.
● Høga KT-trygd og menning at trygdarførleikum, at verja land og borgarar ímóti KT-kriminaliteti og netálopum.
● Stimbra undir vinnur, ið krevja høgan KT-førleika, eitt nú rúmdartengda vinnu og -gransking.
Byggi- og handverksvinna
Byggivinnupolitikkur floksins hevur sum mál, áhaldandi at styrkja og góðska byggivinnuna. Byggivinnan skapar nógv arbeiðspláss kring landið og er hin týdningarmesta vinnan, tá um ræður at útvega býli og bygningar til fólk og vinnu. Byggivinnan gevur ungum góðar møguleikar fyri útbúgving og fakligari menning. Og henda breitt samansetta vinna er við til at skapa trivnað og framburð við byggilist, byggifrøði og dygdargóðum handverki.
Land og kommunur byggja nógv. Vit vilja skapa góðar umstøður og greiðar reglur fyri útbjóðing við meira, so føroyskar fyritøkur altíð hava møguleika at bjóða seg fram. Vit vilja hava føroyskar loysnir til byggivinnuna, soleiðis, at bygt verður eftir umstøðunum her, og soleiðis at vitan og førleikar áhaldandi verða bygd upp í landinum.
Byggivinnan telist í heimshøpi millum tær vinnur, sum brúka mest tilfeingi, og er sostatt ein hin mest týðandi liðurin at fáa við í tann ringbúskapin, sum vit ynskja at flyta okkum yvir í. Tí er umráðandi at skapa umstøður fyri, at byggitilfar fer í ringrás og kann endurvinnast og endurnýtast.
Samanspæl ímillum bygningar, lendi, burðardygd og trivnað hjá íbúgvum og vinnu eigur at verða liður í allari almennari bygging, eins og virðing fyri fagurfrøði. Grønar orkuloysnir skulu vera ein sjálvsagdur partur av almennari og privatari bygging.
Skilagóðir karmar um vinnuna skulu eisini tryggja, at meira kann byggjast til ein kostnað, sum fólk hava ráð til. Tað skal loysa seg hjá øllum at byggja umhvørvisvinarligt.
Tjóðveldi vil
● Alt alment útbjóðingartilfar skal skipast soleiðis, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram á jøvnum føti.
● Byggivinnan skal hava føroyskar loysnir á altjóða støði, mentar av føroyskum ráðgevara- og byggifyritøkum.
● Byggireglugerð og lóggáva skulu tillagast viðurskiftunum í Føroyum.
● Landsverk skal styrkjast í uppgávuni at røkja byggiharrauppgávur og bygningsrakstur hjá landinum.
● Nýggj og nútíðarhóskandi útbjóðingarlóg verður gjørd, sum tryggjar líkarætt og javnbjóðis atgongd hjá fyritøkum í byggivinnuni til almennar verkætlanir.
● Betri faklig fyrireiking og dyggari verkætlanargrundarlag hjá øllum ábyrgdarhavarum, skal tryggja rættari kostnað og skipan av almennum byggiverkætlanum.
● Nýggja lóg um talgilding av almennum byggiverkætlanartilfari og talgilt útboð av byggiverkætlanum.
● Tryggja vinnuni atgongd til at skilja sundur og at fáa atgongd til at endurvinna brúkt byggitilfar, og harvið minka munandi um burturkastið.
● Ávísur partur av byggikostnaðinum hjá tí almenna skal vera markast til list.
Javnrættindi...
Í Tjóðveldi arbeiða vit fyri frælsi og somu rættindi fyri øll. Føroyar skulu vera eitt samfelag, har vit eru fræls at taka egnar avgerðir og skapa okkara egnu framtíð. Eitt samfelag, har vit øll eru javnsett og kunnu luttaka í øllum pørtum – uttan mun til kyn, húðarlit, kynsligu sannføring, kynsligum samleika, átrúnað, hvar í landinum, vit búgva, um vit bera brek av okkara samfelag og fólkaræði ella annað, sum kann skapa forðingar og avmarkingar hjá fólki at taka lut í samfelagsmenningini.
Javnrættur og javnstøða tryggjar okkara samfelag sosialt og mentanarligt fjølbroytni. Sosialt frælsi og frælsi hjá tí einstaka at virka skulu tí vera ein óvikandi partur av grundini undir einum sjálvstøðugum Føroyum. Javnstøða og rættartrygd eru ein fortreyt fyri einum og hvørjum frælsum samfelag.
Lóggáva skal hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis gera mismun. Persónligt frælsi, talu- og skrivifrælsi, trúarfrælsi, andsfrælsi og frælsi at skipa seg í felag eru ómissandi rættindi. Fólk og samfelagsbólkar skulu vera vard móti ágangi. Javnstøða og grundleggjandi mannarættindi eru mál, sum Tjóðveldi altíð vilja stríðast fyri at verja.
Enn eru nógvar avbjóðingar í Føroyum viðvíkjandi javnstøðu. Kvinnur eru ikki eins væl umboðaðar í politisku og vinnuligu leiðslum landsins. Hóast føroyska arbeiðsfjøldin er ein hin virknasta í Evropa, so arbeiðir stórur partur av kvinnum niðursetta tíð – eisini kvinnur, sum vilja arbeiða fulla tíð. Í vælferðarsektorinum eru serliga nógvar kvinnur, ið arbeiða í láglønarstørvum. Við lágari løn er trupult at seta búgv og at fáa endarnar at røkka saman. Uppaftur verri er støðan fyri stakar uppihaldarar. Harðskapur móti kvinnum er ein vaksandi trupulleiki – bæði í Føroyum og í øllum heiminum. Tørvur er á at seta átøk í verk fyri at basa harðskapi, eitt nú við einum greiðum og týðiligum lógarverki.
Barsilsskipanin
Eisini eru aðrar avbjóðingar við javnstøðu í Føroyum. Fáir pápar taka lut í barsilsfarloyvinum. Ymiskar orsøkir eru til hetta, m.a hevur normurin verið og er enn, at tað er mamman, ið tekur barsilsfarloyvi. Um barsilsfarloyvi verður tikið javnari millum foreldrini, so økist yvirskipaða javnstøðan í samfelagnum eisini. Heilsustøðan hjá monnum er verri, enn hjá kvinnum. Menn eru í størri vanda fyri at gerast sjálvmorðshóttir, og menn liva styttri enn kvinnur. Tjóðveldi vil seta átøk í verk sum betra um heilsustøðuna og lívgóðskuna hjá bæði monnum og kvinnum. Tryggjað verður, at kvinnur ikki missa pensjón av at fara í barsilsfarloyvi.
● Barsilsskipan skal gerast meira smidlig, so hon betri hóskar ymisku familjunum.
● Foreldrini skulu sjálvi kunna gera av, nær tey brúka løntu barsilsvikurnar, og skulu kunna drýggja yvir eitt longri tíðarskeið, soleiðis, at til ber at arbeiða parttíð og vera í barsli samstundis.
● Pápar og mammur skulu hava javnbjóðis møguleika at fara í barsil.
● Meira skal gerast fyri at fleiri pápar taka longri barsil.
● Foreldrini skulu kunna velja at brúka løntu barsilsfarloyvisvikurnar heima samstundis.
● Útgjaldsloftið úr barsilsskipanini skal hækka samsvarandi lønarvøkstrinum.
● Barsilstíðin skal leingjast fyri tví- og tríburðarforeldur, og fyri ov tíðliga fødd børn, skal tíðin á sjúkrahúsi øll leggjast afturat løntu barsilstíðini.
Tað eru samfelagsbólkar í Føroyum, sum eru meira útsettir, enn aðrir. Javnstøða snýr seg ikki bara um javnstøðu millum kvinnur og menn. Javnstøða snýr seg eisini um at javnseta okkum øll. Føroyar eru blivnar eitt meira fjølbroytt samfelag, men enn er tørvur á at stríðast fyri at Føroyar rúma okkum øllum. Hetta er eitt stríð, ið Tjóðveldi altíð vil ganga á odda fyri.
Tjóðveldi vil
● Javnstøðulógin skal haldast fult út.
● Javnstøðulógin skal víðkast til eisini at umfata almenn partafeløg.
● At tað almenna skal taka ábyrgd á seg sum størsti arbeiðsgevari hjá kvinnum at tryggja eina virðiliga løn m.a. við at seta eina láglønarpulju, ið skal lyfta lægstu lønirnar.
● Tryggja rættin at arbeiða fulla tíð á almenna arbeiðsmarknaðinum.
● At tað skal bera til liva fyri eina vanliga løn.
● Kvinnuhúsið skal styrkjast.
● Istanbulsáttmálin, ið er altjóða sáttmáli um at basa harðskapi millum kyn og í parlagi, skal samtykkjast og setast í verk í Føroyum.
● Oyramerkingin í barsilsfarloyvinum til pápan/sammóðirina skal hækka.
● Markið fyri hægsta barsilsútgjald skal hækka.
● Átøk verða gjørd fyri at betra um heilsustøðuna og lívsgóðskuna hjá monnum - yngri, sum eldri.
● Tryggja, at mismunur ikki verður framdur á arbeiðsmarknaðinum.
● Hate-crime ásetingin (§81, nr. 6) í revsilógini skal broytast til eisini at umfata kynsliga sannføring og samleika.
Barna- og ungdómsrættindi
Børn og ung hava ómissandi rættindi. Í einum javnum og frælsum samfelag eru rættindi hjá øllum eins týdningarmikil – hetta er eisini galdandi fyri børn og ung. Øll børn og ung skulu kenna síni rættindi.
Ungdómurin er ikki einans framtíðin, tey eru nútíðin og skulu tí eisini hava ávirkan, ábyrgd og javnbjóðis møguleikar í samfelagnum. Komandi ættarlið eru tey, ið koma at merkja avleiðingarnar av avgerðunum, vit taka í dag, tí skulu tey eisini hava møguleikan at ávirka sína framtíð.
Tjóðveldi hevur sum ungdómspolitiskan málsetning, at øllum ungum skal tryggjast møguleika fyri einum innihaldsríkum lívi, ið ger tey før fyri at liva eina sjálvstøðuga og innihaldsríka tilveru við virknari luttøku í samfelagnum.
Rættindi hjá børnum og ungum snúgva seg um fleiri ymiskar tættir. Tey snúgva seg m.a. um uppvøkstur, ávirkan og ábyrgd, bústaðarmøguleikar, útbúgving, arbeiðsmarknaðin, um mentan og um trivnað.
Tjóðveldi tekur væl ímóti nýggju barnalógini, sum nú er í umbúnað at seta í verk, har børn og ung í Føroyum hava verið við til at skapa hesa lóg, sum óivað man vera eindømi í heimssøguni.
Tjóðveldi vil
● Føroyar skulu ganga undan at halda barnarættindasáttmálan.
● Barnarættindasáttmálin skal verða fylgdur upp við miðvísum og ítøkiligum átøkum.
● Børn skulu læra um síni rættindi, og hvar tey skulu venda sær, um tey eru fyri órætti.
● Einki barn skal liva í heimloysi.
● Einki barn skal liva í fátækraváða ella fátækradømi.
● Øll børn hava rætt til ein tryggan uppvøkstur og eitt lív uttan harðskap.
● Børn skulu altíð hava rætt til ein hjásita, í málum, ið handla um tey.
● Styrkja barnabata og “tú og eg” ráðgevingina.
● Valaldurin verður lækkaður niður í 16 ár.
● Kommunal ungdómsráð verða sett á stovn kring landið.
● Børn og ung fáa størri ávirkan á skúlan og útbúgvingarstovnarnar.
● Skapa fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar.
● Byggja fleiri lestraríbúðir.
● Skapa eitt fjølbroytt lestrarumhvørvi við mentanar-, lista- og frítíðartilboðum.
● Tað almenna skal binda seg til at taka fleiri lærlingar, seta fleiri praktikantar og bjóða fleiri lestrarstørv.
● Styrkja og økja útbúgvingarútboðið í vinnurættaðum útbúgvingum.
● Ung skulu upplýsast um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum.
● Basa ungdómsarbeiðsloysi.
● Styrkja samskiftið millum skúlar og vinnulív.
● Stuðulsskipan til nýútbúgvin, ið leita eftir arbeiði.
● Skapa góðar karmar fyri íverksetan millum ung.
● Fyribyrgja rúsevnisnýtslu millum ung.
● Fjølbroyttar møguleikar til frítíðarítriv, uttan mun til hvør fíggjarstøðan hjá foreldrunum er.
● Betra um tilboðini í ungdómshúsum í øllum landinum.
● Rúsfrí tilboð til ung.
● Styrkja SSP-samstarvið, tvs samstarvið millum skúla, sosialmyndugleikar og løgreglu, og víðka tað til at fevna um miðnámsskúlar.
● Veita hjálp til ung, ið eru endað í misbrúki og hjálpa teimum at finna fótafesti aftur.
● Styrkja “RÓWT” átakið hjá Almannaverkinum.
● Gera fyribyrgjandi átøk, ið betra um sálarheilsuna hjá ungum.
Eitt samfelag fyri okkum øll
Øll menniskju hava sama virði og skulu hava somu rættindi. Fólk, ið bera brek, skulu hava somu møguleikar at luttaka og verða hoyrd í øllum løgum av okkara samfelag. Fólk við skerdum førleika skulu hava javnbjóðis møguleika til eitt virðiligt arbeiðslív og frítíðarlív. Vit hava øll tørv á at vera partur av einum felagsskapi, tí skulu vit tryggja, at hetta verður tikið við í øll øki í samfelagnum. Hetta inniber m.a. dagstovnar, skúlar, arbeiðspláss, valstøð, almenn støð, bygningar, matstovur og á talgildum pallum.
Tjóðveldi vil
● At ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, skal setast í verk og fylgjast.
● Seta eitt talsfólk á brekøkinum.
● Allir almennir bygningar skulu verða atkomiligir.
● Gera tað atkomiligt hjá øllum at fara á val.
● Tryggja netatkomu til allar almennar heimasíður, miðlar og appir fyri allar borgarar (webatkoma).
● Styrkja støðuna hjá føroyska teknmálinum.
Innløgurættindi
Innløga hevur altíð verið ein partur av grundarlagnum fyri at lívbjarga sær í Føroyum. Rættindi um innløgu skulu ásetast í føroysku grundlógini. Landsins myndugleikar skulu tryggja, at neyðugar avmarkingar verða gjørdar fyri at tryggja náttúrumargfeldið.
Tjóðveldi vil
● Øll eiga rætt til egna innløgu.
● Landið skal gera tær avmarkingar, sum neyðugar eru, til tess at tryggja fæstovnar, innløgurætt, búseting og náttúrutilfeingi.
● Tá ið íbúgvar leggja inn á sjónum ella á landi til sín sjálvs ella í felag, uttan at gjald er uppií, skal innløgan vera teimum frí og fingin.
● Tá ið grind er, skal tað mesta verða býtt í drápspartar ella heimapartar
Familjupolitikkur
Allar familjur eru ymiskar og skulu hava møguleika at skipa seg ymiskt. Familjan er hornasteinurin í samfelagnum og leggur lunnar undir uppaling, trivnað og felagsskap.
Tað skal bera til at hava eina javnvág millum arbeiðslív og familjulív. Tí skulu samfelagstænasturnar skipast soleiðis, at børnini trygt kunnu fara á dagstovn (vøggustovu og barnagarð) og at skúlatilboðini eru góð. Samstundis eigur arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna at fara í gongd.
Familjur mugu hava góðar umstøður at skipa sítt lív í gerandisdegnum. Tað hevur týdning, at øll í Føroyum hava eitt trygt og gott heim at búgva í og at vaksa upp í. Familjuískoyti, barnapeningur og líknandi ískoyti eiga at verða hækkað og prístalsviðgjørd.
Tjóðveldi vil
● Arbeiða fyri einari fleksiblari barsilsskipan.
● Hækka normeringarnar á dagstovnaøkinum.
● Stytta arbeiðsvikuna.
● Byggja fleiri bíligari bústaðir.
● Familjuískoyti, barnapeningur og líknandi ískoyti eiga at verða hækkað og prístalsviðgjørd.
Útlendinga- og integratiónspolitikkur
Fjølbroytni er virðismikið í einum samfelag. Soleiðis er tað eisini í Føroyum. Í Føroyum búgva fólk úr nógvum ymiskum londum. Tað er alneyðugt, at vit taka væl ímóti tilflytarum og gera okkara til, at tey falla væl til, og at integratiónin er væl skipað.
Føroyska málið er lykilin til at tryggja luttøku í samfelagnum, og tí er tað eisini av stórum týdningi, at tilflytarar læra føroyskt, og at vit tryggja undirvísing í fólkaskúlanum og á miðnámsskúlunum í føroyskum sum annað mál.
Í Føroyum eru arbeiðsrættindi og rættartrygd galdandi fyri okkum øll. Vit skulu altíð tryggja okkum, at arbeiðsviðurskiftini í Føroyum eru nøktandi og javnsett. Øll á føroyska arbeiðsmarknaðinum eiga rætt til løn eftir føroyskum viðurskiftum.
Føroyar skulu taka útlendingamál á føroyskar hendur. Útlendingastovan skal taka sær av umsitingini av uppihaldsloyvum. Vegleiðinga- og ráðgevingartænasta skal setast á stovn, sum skal vegleiða um rættindi og skyldur hjá tilflytarum.
Føroyar skulu taka sín lut í altjóða ábyrgdini fyri teimum, ið tørva friðskjól og vernd í øðrum landi, og tískil skulu vit taka okkara kvotu av flóttafólki.
Tjóðveldi vil
● Taka útlendingamál á føroyskar hendur og seta í verk miðvísan integratiónspolitikk.
● Skipað verður fyri móttøkutænastu, sum skal kunna og vegleiða um rættindi og skyldur.
● Gera eina lóg um undirvísing í føroyskum til tilflytarar.
● Tilflytarar fáa tilboð um tillaging av útbúgving og dagføring av fakligum førleikum.
● Tryggja javnsett arbeiðs- og lønarviðurskifti og rættartrygd til allar borgarar.
● At vit í Føroyum taka okkara kvotu av flóttafólki.
Lærdómur og vitan
Útbúgving fyri øll og lívlong læring
Hugurin og trongdin eftir at læra, og íborin evni, førleikar og vitan, eru drívmegin í okkara samfelag. Útbúgving er ikki longur avmarkað til eitt ávíst tíðarskeið á lívsleiðini, men fevnir um alt lívið, í arbeiði, sum í frítíð. Umráðandi er, at vit síggja førleikamenning og útbúgving sum samrunnan part av gerandisdegnum hjá fólki
Vit seta okkum sum mál at bjóða fólki okkara allar møguleikar at menna og útbúgva seg á fjølbroyttan hátt, uttan mun til fortreytir og lívsval. Øll eiga líka rætt til ókeypis útbúgving í Føroyum, frá fólkaskúla um miðnám og yrkisnám til hægri útbúgvingar.
Burðardygg læring og útbúgving
Sameindu Tjóðir hava í 2015 samtykt tey 17 heimsmálini um burðardygd, sum skulu røkkast áðrenn 2030. Tey 17 heimsmálini krevja, at tey verða tikin inn í alla undirvísing og frálæru, eisini í almennu føroysku útbúgvingarskipanini. Hetta er ein uppgáva, sum føroyski útbúgvingarmyndugleikin skal taka á seg og vera við til at loysa, samsvarandi fráboðan ST um burðardygga menning.
Allir næmingar skulu hava møguleika at ogna sær tann kunnleika og førleika, sum er neyðugur fyri at virka fyri burðardyggari menning, millum annað við útbúgving um burðardygga menning og burðardyggan lívsstíl, mannarættindi og javnstøðu, til frama fyri eini mentan, sum er fyri friði og ímóti harðskapi, fyri alheims borgaraskapi, eins og viðurkenning av mentanarligum fjølbroytni og tí íkasti, sum mentanin leggur afturat burðardyggari menning.
Samanhangandi útbúgvingarskipan
Allar okkara útbúgvingarskipanir, frá fólkaskúla til miðnámsskúlar, hægri lesnað og framhaldsútbúgvingar, skulu vera samskipaðar og hanga saman. Tær eiga harumframt at byggja á fólkaræðisligan grundvøll, har børn, ung og vaksin fáa høvi at vera virknir leikarar, bæði við at skapa sítt egna lív og at skapa samfelagið, og verða eggjað til luttøku, samstarv og medvit um burðardygd, javnrættindi og altjóða ábyrgd.
Útbúgving skal eggja til tvørgfakligt medvit
Barnagarður og skúli skulu geva børnum og ungum møguleikar at menna síni skapandi evni, sum er við til at mynda teirra samleika, sjálvsvirðing og sjálvskenslu. Barnagarður og skúli skulu birta upp undir evnini hjá børnunum og teimum ungu at fara um síni egnu viðurskifti á virðiligan og samstarvandi hátt.
Undirstøði skúlans eigur at hvíla á upplýsing, fólkaræði og umhugsni, og skal menna okkara samleika. Ein sterkur samleiki er fortreyt fyri at skilja og virða seg sjálvan og onnur menniskju og at mennast saman við teimum. Medvit um tjóðarbygging, samfelagsmenning og fólkaræði, og um at Føroyar eru lutur av heimssamfelagnum, eigur at síggjast aftur í allari útbúgvingarskipanini, sum skal vera grundað í føroyska samfelagnum, í vinnuni, almennu stovnunum og mentanarliga lívinum, har samstarvað verður millum ymisku geirarnar í samfelagnum.
Skúlin skal læra okkum at skilja týdningin av at virka fyri burðardyggari menning av samfelagnum, harímillum grøna orkuskiftinum, ið skal gera okkum leys av teimum lívrunnu orkukeldunum, og eisini, hvussu vit trygt og skynsamt kunnu fremja hetta í verki.
Undirvísingartilfar á føroyskum skal miðvíst mennast og framleiðast á øllum undirvísingar- og skúlastigum, og fremstu amboð verða útvegað skúlunum, og tað skal vera við til at styrkja støðuna hjá føroyska málinum.
Afturat hesum er altjóðagerðin og altjóða samskifti ein alsamt vaksandi partur av innlendis samskiftinum í Føroyum og ávirkar bæði mál og mentan okkara. Í hesum sambandi skulu vit raðfesta og menna gransking í miðlum og skúlaskapi við munandi øktari játtan til Fróðskaparsetrið og Kringvarpið.
Skúlin og mentanin – miðlar, gransking og list, felagslív, siðir, trúarlív, ítrótt o.s.fr.
Føroyska mentanin er bæði serstøk og lík aðrari norðurlendskari og vesturlendskari mentan. Serstøk har hon í summum førum skilir seg frá mentanini í grannalondum, og lík í øðrum førum, tá talan m.a. er um miðlavanar, gransking, listarlig rák, ítrótt og trúarlív. Mentanin er hjartaslátturin í samfelagnum og kann siga okkum nakað um, hvør samfelagsins heilsustøða er. Mentanin er úrslitið av tí dagliga virkseminum í samfelagnum, tað sum gevur dagliga stríðnum innihald og virði, og tað, sum vit sum tjóð kunnu vera errin av. Skúlin skal geva mentanini rúm í víðastu merking, so næmingarnir skilja og fata týdningin av øllum tí fjølbroytni, ið okkara mentan fevnir um.
Skúlin og náttúran – umhvørvi, burðardygd, trivnaður o.s.fr
Føroyska náttúran er karmurin um alt okkara tilverugrundarlag. Tí mugu vit fara væl um náttúruna, og skulu vit tað, so mugu vit eisini læra okkum at kenna okkara náttúru í øllum lutum. Skúlin hevur ein týðandi leiklut í at gera okkum upplýst og tilvitað um náttúruna.
Vit liva av náttúruni og tí tilfeingi, hon gevur okkum. Vit hava almikið av ótroyttum náttúrutilfeingi, ið vit ikki nóg væl hava dugað at gagnnýtt á nóg burðardyggan hátt. Okkara stóra náttúruríkidømi hevur kanska gjørt sítt til, at vit ikki hava sæð tað neyðuga í at ansa væl eftir tí, sum vit hava, og ikki troyta tað meira enn tað natúrliga tolir.
Skúlin og samfelagið – búskapur, politikkur, vinna o.s.fr.
Føroyska samfelagið er búskaparliga tætt knýtt at tí livandi ríkidøminum í havinum. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit umsita hetta ríkidømi, so at tað eisini í framtíðini kann tryggja vælferðina hjá øllum íbúgvunum landsins, bæði arbeiðsfólki, lærarum, stjórum og teimum óarbeiðsføru. Føroyskir skúlanæmingar skulu allir gerast tilvitaðir um týdningin av búskaparligu trygdini hjá landinum og tí einstaka borgaranum, og í hesum sambandi læra at síggja, hvussu samfelagspolitikkur, vinnulív og partarnir á arbeiðsmarknaðinum byggja grundina upp undir búskapinum í landinum.
Tjóðveldi vil
● Barnagarðar og skúlar, við væl útbúnum námsfrøðingum og lærarum, skulu skapa rúmd og lærumøguleikar fyri øll børn og ung.
● Øll børn í Føroyum skulu hava fjølbroyttar møguleikar at mennast.
● Føroyska útbúgvingarskipanin verður miðvíst lagað og ment sambært málum ST um, at tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða útbúgving, og at virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll.
● Útbúgvingarskipanin skal vera samskipað og hanga saman, so at tað í mest møguligan mun kann verða bygt víðari á ymisku útbúgvingarstigini, so at útbúgvandi og lesandi ikki enda við at hanga føst á einum lægri útbúgvingarstigi, um tey vildu ynskt at tikið eina útbúgving á hægri stigi.
● Útbúgvingarnar á teimum sonevndu vælferðarøkjunum – so sum barnagarðar, heilsurøkt og umsorgan – verða samskipaðar, so at samanhangur er ímillum tey ymisku stigini innan hesar útbúgvingar. Tað merkir m.a., at samanhangur verður millum útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum og tær á Fróðskaparsetrinum, har tey útbúgvandi fáa trygd fyri, at tey verða útbúgvin í einari skipan, og tískil kunnu taka tað, sum lært verður á lægri stigi, við sær á eitt hægri stig í útbúgvingarskipanini.
● Føroyski arbeiðsmarknaðurin, bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar, skal vera ein virkin partur í at skráseta førleikatørv og menna nýggjar útbúgvingarmøguleikar á yrkisútbúgvingarøkinum, bæði tá talan er um lærlingaútbúgvingar, eins væl og vaksnamannaútbúgving, framhaldsútbúgving og førleikamenning sum heild.
● Trípartasamstarvið millum land, fakfeløg og arbeiðsgevarar verður ment á útbúgvingarøkinum, so at førleikatørvurin í samfelagnum altíð er eyðsýndur og verður loystur á mest skynsama hátt, og har loysn verður funnin á, hvussu førleikamenning av starvsfólki kann verða fíggjað.
● Munandi íløgur verða gjørdar í hægri útbúgving og gransking saman við miðvísari endurskoðan og samskipan av undirvísingar- og granskingarøkinum.
● Skipað samstarv skal vera millum skúla og samfelag um undirvísing, verkætlanir og vegleiðing.
● Frálærutilfar á føroyskum verður miðvíst ment og samskipað á øllum skúlastigum.
● Hægri játtan verður at seta av til at útvega føroyskt undirvísingartilfar við fjølbroyttum amboðum og miðlum.
● Ein førleikamenningargrunnur, ið skal tryggja vaksnum fólki møguleikan at taka eina útbúgving seinni í lívinum, eitt nú við førleikameting og lívlangari læring, verður settur á stovn og skipaður saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
Barnagarðar og forskúli
Barnagarðar eru mentanarstovnar á sama hátt sum fólkaskúlar, har børnini skulu fáa fjølbroyttar menningar- og mentanarligar avbjóðingar og møguleikar. Øll børn eiga at fáa møguleika at koma í barnagarð fram til skúlaaldur. Ein partur av barnagarðsuppihaldinum eigur at vera ókeypis eins og onnur skúlagongd.
Í barnagørðunum verða børnini ment og mentað, so tey kunnu vera virknir borgarar í føroyska samfelagnum, har fólkaræðisligu virðini verða sett í hásæti. Tilboðini, ið barnagarðar veita, skulu byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir, sum byggja á rættindi hjá børnum at hava medábyrgd og medávirkan á egið lív.
Tjóðveldi vil
● Virksemið í barnagørðum byggir á virðisgrundarlag, sum er ásett í viðkomandi lóggávu og við atliti at altjóða Barnarættindasáttmálanum.
● Virksemið hjá barnagørðum skal hava eyðkennini: Virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, umhvørvi, náttúru, mentan, lívi og heilsu.
● Børnini skulu hava rætt og møguleika at menna síni skapandi evni.
● Javnstøða í mun til kyn, aldur, minnilutar o.s.fr. eigur at síggjast aftur í øllum virksemi í barnagørðum.
● Kommunur skulu veita øllum børnum frá eitt til tvey ára aldri til skúlaaldur møguleika at ganga í barnagarði.
● Kommunur skulu hava møguleika at bjóða børnunum eitt forskúlatilboð.
● Námsfrøðiliga støðið á dagstovnum verður ment, m.a. við at skipa serstaka útbúgving og eftirútbúgving fyri dagstovnanámsfrøðingar.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin skal støðugt nútímansgerast og mennast. Hugtakið “skúlin fyri øll” skal koma inn í øll skúlalið, so børn og ung við serligum avbjóðingum fáa eins góðar møguleikar fyri dygdargóðari skúlagongd sum onnur børn.
Fyri at tryggja samanhangandi útbúgvingargongd og dygdargott útbúgvingarstøði skal miðast ímóti einum alsamt tættari samstarvi millum stigini í skúlaskipanini og fakfólk teirra – t.e. barnagarðar, fólkaskúlar, miðnámsskúlar og hægri skúlar. Somuleiðis verður samstarvið millum skúla, arbeiðsmarknað og vinnulív ment við tí fyri eyga, at næmingurin í størri mun kann gerast tilvitaður um møguleikarnar at velja útbúgvingar-, yrkis- ella starvsleið, tíðliga í ungdómsárunum.
Í fólkaskúlanum læra næmingarnir at vera tilvitaðir um nýtsluna av talgildum miðlum av ymiskum slag. Næmingurin skal læra at skilja ímillum góðar og vánaligar miðlar, teir miðlar, og vera tilvitaður um kelduna, ið er upprunin at tíðindaflutninginum. Næmingurin skal læra sjálvstøðugt at meta um virðið á kunningini, ið miðlarnir – prentaðir, loftbornir og netbornir – bera.
Í fólkaskúlanum fáa næmingarnir allar grundleggjandi førleikar í teld og talgildum samskifti.
Lærararnir í fólkaskúlanum skulu hava góðar umstøður at eftirútbúgva seg og menna sínar førleikar, so teir samsvara við tíðarinnar krøv um førleikar hjá tí einstaka og samfelagnum, sum heild.
Tjóðveldi vil
● Fólkaskúlalógin skal endurskoðast og seta meira yvirskipað mál. Heldur enn sterka miðstýring skulu skúlar, skúlaleiðarar og lærarar hava størri frælsi og ábyrgd at menna skúlarnar og útinna høvuðsmálini í fólkaskúlalógini á fjølbroyttan hátt.
● Hægri útbúgving til skúlaleiðarar, lærarar og vegleiðarar á MA-stigi verður fyrireikað og skipað á Námsvísindadeildini á Setrinum.
● Fólkaskúlalærarar og aðrir skikkaðir fakbólkar skulu hava møguleika at taka MA-prógv í frálærufrøði, og soleiðis gera seg skikkaðar at undirvísa teimum eldru næmingunum í fólkaskúlanum á einum hægri fakligum stigi.
● Spurningastýrd undirvísing, evnislæra og verkætlanararbeiði, har næmingarnir sjálvir leita sær vitan og amboð, verður framhaldandi styrkt.
● Miðlaførleiki og talgildir førleikar, ið eisini snúgva seg um, at næmingurin skal vera tilvitaður um, hvussu miðlarnir arbeiða fyri at fanga áhugan hjá einstaka borgaranum, verða mentir sum kravdur partur í øllum høvuðslærugreinum í fólkaskúlanum. Næmingurin skal v.ø.o. so tíðliga sum gjørligt læra, at tað er nakað, ið verður nevnt keldukritikkur.
● Sernámsfrøðilig ráðgeving og skúlatilboð til børn við ymsum avbjóðingum skulu hava fremstu raðfesting.
● Alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum skal vera á føroyskum.
● Málsligir førleikar eru avgerandi hjá fólki í smátjóðum. Fjølbroyttari tilboð um undirvísing í heimsmálum í framhaldsdeildini skulu skipast.
● List, kreativitetur og rørsla fáa størri rúmd sum serstakar lærugreinir og sum partur av undirvísingini í øllum lærugreinum, so kreativu evnini og hugurin til skúlan verða ment. Í hesum sambandi skulu lærarar hava møguleika at førleikamenna seg í teimum skapandi lærugreinunum innan ítrótt, handverk og list.
● Greitt ábyrgdarbýti skal vera millum land og kommunur viðvíkjandi fólkaskúlanum. Landið skal tryggja, at fólkaskúlalógin verður yvirhildin, og at øll børn í landinum fáa javnbjóðis skúlatilboð.
● Fólkaskúlin verður skipaður í størri samstarvseindir, so allir næmingar kring landið fáa tilboð um fjølbroytta undirvísing og ágóðan av størri sosialum samspæli.
● Úrslitini frá landsroyndum og PISA-royndum skulu verða týðandi tættir í menningini av føroysku skúlaskipanini.
Miðnámsskúlar
Samfeløg kring heimin og altjóða treytir seta alsamt størri krøv til dygdargott útbúgvingarstøði. Hugtøk sum lívlong læring og førleikamenning eru avgerandi hjá hvørjum einstøkum til tess at gagnnýta síni evnir og hava frælsi at velja sína lívsleið.
Miðnámsútbúgvingar eru útbúgvingar eftir loknan fólkaskúla fyri tey 16-19 ára gomlu og fyri onnur, ið vilja taka førleikagevandi eftirútbúgving. Miðnámsútbúgvingarnar eru bæði yrkisútbúgvingar, próvgevandi og alment fyrireikandi og førleikagevandi útbúgvingar til víðari lestur. Allar útbúgvingar, bæði yrkisútbúgvingar og alment fyrireikandi útbúgvingar, skulu hava grundleggjandi kravdar lærugreinar á ymiskum stigum, umframt sínar serligu lærugreinar og vallærugreinar. Allar útbúgvingar skulu geva førleika til at fara undir framhaldsútbúgving og leggja afturat við alment førleikagevandi lærugreinum á ymsu stigunum.
Miðnámsskúlaskipanin skal geva øllum næmingum møguleika at velja fjølbroyttar breytir og seta sína útbúgving saman eftir tørvi og ynski.
Tjóðveldi vil
● Seta málið, at í Føroyum skulu í framtíðini øll ung í einum árgangi hava eina miðnámsútbúgving, ið er førleikagevandi ella lestrarfyrireikandi
● Miðnámsøkið verður skipað í deplar kring landið, har gjørligt verður at bjóða tær ymisku útbúgvingarnar og breytirnar út eftir tørvi og ynski hins einstaka.
● Fleiri fjølbroyttar breytir verða mentar og styrktar, t.d. listarbreyt, heilsubreyt, handverksbreyt o.s.fr.
● Skipaðar verða fleiri styttri yrkisrættaðar útbúgvingar, sum geva atgongd til hægri útbúgvingar í eitt nú matvøru, matgerð, heilsufrøði, búskapi, sølu, handli, sniðgeving og innan byggi- og tekniska økið.
● Námsætlanirnar fyri allar miðnámsútbúgvingar verða alsamt dagførdar, so tær samsvara við krøvini, ið verða sett í tí føroyska førleikakarminum, sum nú verður fyrireikaður at verða settur í verk.
Listaútbúgvingar
Eitt fjølbroytt úrval av listaútbúgvingum eigur at standa øllum í boði. Listaútbúgvingin á Setrinum, við einari leið innan ritlist og einari innan tónlist, er gott dømi um, hvussu listútbúgvingar kunnu verða skipaðar sum hægri útbúgving ella partur av einari hægri útbúgving. Á tann hátt kundu styttri hægri útbúgvingar innan myndlist og leiklist eisini verið settar á stovn, t.d. í samstarvi við Listasavn Føroya, Tjóðpall Føroya, Leikarafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk og onnur avvarðandi stovnar, feløg og felagsskapir, ið umboða listina.
Musikkskúli
Tjóðveldi vil styrkja Musikkskúlan, so hesin hevur møguleikar at bjóða børnum og ungum dygdargóða frálæru í tónleiki frá barnagarði til miðnám.
Tjóðveldi vil
● Musikkskúla-Miðnám skal mennast og miðvíst styrkjast sum grundarsteinurin í fyrireikingini til víðari lestur í tónleiki.
● Tað skal bera til hjá næmingum at sameina lestur á Musikkskúla-Miðnámi við annan miðnámslestur.
● Skipast skal fyri lestri á bachelor-stigi í tónleiki í samstarvi millum Musikkskúlan og Fróðskaparsetrið.
● Stuðul verður latin, so Musikkskúlin í mestan mun kann brúka føroyskt tilfar til undirvísing í tónleiki.
Hægri skúlar og altjóða lærdómssetur
Nógv orka skal leggjast í at styrkja og økja um útbúgvingartilboðini á hægri lærustovnum okkara, so nógv fleiri fara undir lestur í Føroyum. Tað skal vera ein veruligur valmøguleiki hjá føroyskum ungdómi at taka partar av ella heilar útbúgvingar í Føroyum. Talan kann vera um stakgreinar, bachelor-, master- og Ph.D-útbúgvingar.
Fróðskaparsetrið skal støðugt menna granskingargrundaðar útbúgvingar, so tær lúka altjóða ásetingar og kunnu setast saman við útbúgvingum á øðrum universitetum. Tað skal vera møguligt og eisini áhugavert hjá útlendingum at útbúgva seg á Fróðskaparsetri Føroya.
Eitt veruligt lestrarumhvørvi við lestraríbúðum og fjølbroyttum virksemi kring okkara altjóða lærdómssetur skal miðvíst útbyggjast.
Tann fakligi førleikin á søvnum og stovnum og í privatum fyritøkum skal gerast inngrógvin partur av undirvísing og gransking á hægru lærustovnunum.
Tjóðveldi vil
● Høg mál verða sett um at útbyggja hægri útbúgvingar, har okkara altjóða lærdómssetur í Føroyum kann gerast ein høvuðsdrívmegi í samfelagsmenningini, og vit samstundis kunnu skipa eina veruliga útbúgvingarvinnu.
● Fróðskaparsetur Føroya skal fáa høvi at menna serlig høvuðsmál innan altjóða útbúgving og gransking. Eitt nú kann tilfeingi í breiðari merking gerast eitt høvuðsøki, sum tvørtur um fakligu økini kann viðgera burðardygga tilfeingisumsiting og nýtslu, tilfeingisrætt, tilfeingisbúskap, varandi orku, sosialar og mentanarligar spurningar í tilfeingisnýtslu o.s.fr.
● Ein miðla- og journalistútbúgving verður skipað á Setrinum sum MA-útbúgving, ið t.d. kann byggja á aðrar BA-útbúgvingar á Setrinum.
● Skipaður verður ein altjóða maritimur útbúgvingardepil, og útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum verða fluttar upp á bachelor-stig.
● Hægru útbúgvingarnar á Glasi verða skipaðar í samsvari og samstarvi við útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum, so at vit tryggja dygdina og samanhangin í okkara útbúgvingarskipan, og fyribyrgja misskiljingar millum útbúgvingarstovn og tann lesandi.
● Møguleikarnir fyri fjarlestri skulu mennast, so tað skal gerast lættari hjá teimum lesandi at nema sær dagførda útbúgving og førleikamenning alla tíðina og gjøgnum alt lívið.
● Fjarlesturslesandi skulu hava møguleika at fáa lestrarstuðul eftir serligari skipan
● Lestrarstuðul skal framhaldandi veitast at eggja ungum at útbúgva seg allastaðni í heimi.
● Lestrarvegleiðingin skal støðugt styrkjast, so lestrarhugað fáa holla vegleiðing um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands.
● Tryggjast skal, at føroyska útbúgvingarskipanin er á altjóða stigi.
● Beinleiðis avtalur skulu gerast við onnur lond og útbúgvingarstovnar um hægri útbúgvingar.
Gransking og altjóða samstarv
Gransking og menning geva samfelagsmenning og búskaparvøkstur. Gransking er fortreytin fyri hægri útbúgving, og vit eiga at raðfesta ta gransking, sum hevur týdning fyri samfelagið. Gransking, menning og vitanarstørv eru altavgerandi tættir í at venda gongdini við fólkaminking.
Tjóðveldi vil
● Tað almenna skal tryggja støðuga fígging til gransking og menning, sum fylgir ásetingunum hjá OECD um býti millum alment og privat fíggjaða gransking.
● Fróðskaparsetrið, saman við øðrum granskingarstovnum og vinnulívi, skal skapa eitt sterkt umhvørvi fyri gransking innan nøkur kjarnuøki, eitt nú náttúru, tilfeingi og tøkni; føroyskt mál, søgu og mentan; heilsu; list og nýmenning; burðardygga samfelagsmenning; løgfrøði og orku.
● Granskarar hjá almennum granskingarstovnum eiga at hava møguleika at undirvísa á Setrinum.
● Hagstovan skal fáa til vega regluliga dagførd tøl fyri, hvussu nógvan pening samfelagið brúkar til gransking og menning.
● Føroyar skulu framhaldandi verða partur av evropeiskum granskingarsamstarvi, og Granskingargrunnurin skal hava dagførda játtan á fíggjarlógini.
● Gjørdar verða norðurlendskar og aðrar altjóða avtalur at góðkenna føroyskar útbúgvingarmyndugleikar sum próvmyndugleika til starvs- og útbúgvingarførleika um allan heim.
● Samstarvið skal styrkjast við aðrar smátjóðir um gransking og at menna útbúgvingar, ið hava serligt atlit at smátjóðum.
Møguleikar at læra alt lívið
Ein stórur partur av føroysku arbeiðsstyrkini eru ófaklærd, sum hava útvegað sær serligar førleikar at røkja týðandi skyldur og at loysa týðandi uppgávur í samfelagnum. Framtíðar arbeiðsmarknaður spyr meira og meira eftir útbúnari ella faklærdari arbeiðsmegi, og innan fleiri yrkisgreinar verða ófaklærdu starvsfólkini kravd eftir at verða førleikament. Tað er ikki altíð møguligt hjá virkjum og arbeiðsplássum at førleikamenna síni starvsfólk, tí tað kann vera dýrt, bæði at rinda teirra útbúgving og at seta onnur fólk í starv, meðan tey útbúgva seg.
Við tí fyri eyga, at styrkja flytførið á arbeiðsmarknaðinum og styrkja støðuna hjá teimum ófaklærdu á arbeiðsmarknaðinum, verða serligar skipanir við førleikamenning, førleikameting, lívlangari læring og vegleiðing fyri vaksin mentar. Hetta skal eisini vera galdandi fyri okkara tilflytarar, ið ynskja at gerast partur av føroyska samfelagnum. Verandi útbúgvingarstovnar fáa høvi at menna og skipa sínar útbúgvingar, ið serliga eru ætlaðar vaksnum við drúgvum lívs og verkligum royndum.
Arbeiðsmarknaðurin er í støðugari broyting, og tað krevur, at starvsfólk síggja seg noydd til at fáa sær eina nýggja útbúgving, ella at førleikamenna seg innan verandi fakøki.
Eftirskúli, háskúlar og aðrir skúlar
Tilboðini við eftirskúlum og háskúlum í Føroyum skulu mennast og raðfestast, bæði til føroysk ung og til ungdóm uttanlands, sum kann hugsast at koma higar á eftirskúla ella háskúla, eitt nú børn hjá føroyingum uttanlands. Eins og í fólkaskúlanum er grundarlag eftirskúlans og háskúlans upplýsing, fólkaræði, etikk og at kjølfesta ungdómin í landinum.
Tjóðveldi vil
● At eftirskúlatilboð verða verða ment og raðfest og verða miðað til næmingar úr Føroyum og úr Norðurlondum, sum heild.
● Umframt kravdar lærugreinar skal møguleiki vera fyri at velja seg inn á ymsar breytir, eitt nú ítrótt, list, tónleik, tilfeingi, náttúru o.s.fr.
● Íverksetan eigur at verða felagsfak á eftirskúlum og háskúlum, so hugurin at nýta skapandi evnini verður styrktur.
● Land, kommunur og skúlagjøld fíggja eftirskúlan.
● Føroya Fólkaháskúli verður styrktur, og háskúlavirksemi kann skipast kring landið – innan list, ítrótt, handverk o.a.
Eitt samfelag í ringrás
Framtíðin liggur í at skipa samfelagið burðardygt og innan teir karmar, sum náttúran setir okkum. At hugsa burðardygt er lykilin til framtíðina og ein fortreyt fyri at varðveita vælferð og trivnað. Málið hjá Tjóðveldi er, at vit síggja virði í tilfeingi landsins og brúka hetta á skilvíst. Til tað krevst m.a., at land og kommunur leggja greiðar ætlanir fyri einum ringbúskapi, har brúkt tilfar og tilfeingi, heldur enn at verða beint burtur, tyrvt ella brent, kann endurvinnast ella endurnýtast. Árliga nýtslan av vørum hevur umfatandi dálking við sær, og tí er týdningarmikið at broyta nýtsluna hjá bæði fyritøkum og borgarum, eitt nú við at tillaga prísir við grønum avgjøldum og líknandi, sum verða oyramerkt til frama fyri náttúru- og umhvørvisvernd. Fyri hvønn dag, sum gongur, gerst tað verri at loysa trupulleikarnar. Tí vilja vit til verka beinan vegin.
Tjóðveldi vil
● Brúkarumboðið skal styrkjast m.a. at fáa greiða merking á vistfrøðiligar vørur og CO2 sporføri (útlát)
● Játtanin til brúkaraumboðið verða hækkað fyri at styrkja um eftirlitið við villeiðandi umhvørvislýsingum.
● Miðsavna seg um at skipa nógv burðardygg størv innan orku, umlegging, landbúnað, umvæling o.a.
● Virkisætlan skal gerast fyri ringbúskap og skipaða endurnýtslu, eitt nú sankutøð.
● Endurnýtslustøð/ir verða bygdar til at skilja endurfeingi frá vinnu og húsarhaldum.
● Lýsingar í almenna rúminum fyri fossilum brennievni verða steðgaðar.
● Skipað undirvísing verður í skúlum í ringbúskapi, endurnýtslu og í at tálma nýtslu.
● Stuðlast skal upp undir betri atgongd til føroyska matframleiðslu herundir fisk og grønmeti.
● Avgjaldsskipanir verða tillagaðar soleiðis, at endurnýtiligar og burðardyggar vørur fáa fíggjarligan fyrimun fram um einnýtisvørur.
● Miðstøð verður sett á stovn, sum í samstarvi við sjálvbodnar felagsskapir skal tryggja, at øll matframleiðsla verður fingin til høldar og forða fyri matspilli.
● Veðurlagsmerki verður ment og sett á vørur, sum skal gera tað ómakaleyst hjá tí einstaka at síggja, hvussu einstakar vørur dálka.
● Játtanin til umhvørvistiltøk verður hækkað munandi.
● Ráðgeving og kunning til stovnar um burðardygd gerst tøk.
● Raðfesta umvælingar fram um at byggja nýtt.
Náttúruvernd/vill náttúra
Líka síðan fólk búsettust í Føroyum, hava vit verið tengd at føroysku náttúruni og tí ríka tilfeinginum á landi og havi kring oyggjar okkara. Hóast hetta, hava vit ikki altíð verið varug við náttúrunnar mørk ella sýnt virðing fyri náttúrutilfeinginum, og hevur hetta sett lívmargfeldið í eina svára støðu. Kring heimin er svinnið í lívmargfeldinum so mikið høgt og týtt, at mett verður, at 1 millión plantu- og djórasløg eru í vanda fyri at doyggja út tey komandi áratíggjuni. Í Føroyum eru eisini fleiri plantu- og fuglasløg, sum eru hótt. Hóast fylgt verður við ávísum fugla- og fiskastovnum, kenna vit hvørki til heildarstøðuna av føroysku náttúruni, ella hvussu nógv av lívmargfeldinum, vit missa árliga. Lívmargfeldið er grundarlagið undir okkara heilsu, trivnaði og vinnu og hevur ment seg eftir milliónum av árum til at fevna um óteljandi serstøk plantu- og djórasløg. Hvørva tey, koma tey ongantíð aftur. Heimsins lond hava tí bundið seg til at steðga svinninum í lívmargfeldinum, og í Montréal í desember í 2022 varð nýggj altjóða avtala gjørd fyri at steðga svinninum í lívmargfeldinum. Hendan avtalan eigur at vera grundarlagið undir átøkum og náttúruverndarpolitikki í Føroyum komandi árini.
Tjóðveldi vil
● Náttúrufriðøki verða skipað kring landið og á havi.
● Náttúruøki, har lendi, fuglur, blómur ella annað er sárbært, skulu hava serstaka verju og reglur fyri ferðing.
● játtanin til náttúrugransking verður økt til tess at fáa meira vitan um ávirkanina av veðurlagsbroytingum og støðuna í føroysku náttúruni.
● fyribils reyðlistin frá 2005 verður dagførdur og fullgjørdur.
● náttúrufyrisiting skal skipast. Og lokal náttúrurøktarfólk skulu, í samstarvi við fólk í økinum og tey, ið varða av jørðini, tryggja verju og viðlíkahaldi av náttúruni.
● virkast skal fyri at avmarka seyðabit og fyribyrgja jarðriv í hagalendi.
● stuðla verður upp undir endurbøting av náttúruni.
● fulfíggjað lendisskrá og lendisætlan skulu gerast fyri Føroyar.
● øll fugla- og fiskiveiða verður skipað á burðardyggum grundarlagi.
● avmarkingar verða gjørdar fyri innflutning av plantum fyri at forða fyri innræsnum sløgum.
● skipað arbeiði verður sett í verk fyri at týna innræsin sløg.
● øll virki skulu vera fevnd av lóggávu um dálkandi virksemi.
● árinsmetingar skulu gerast áðrenn møguligar lendisbroytingar verða settar í verk.
● serstøk lendisnevnd, sum grundar sínar metingar á árinskanningar, skal góðkenna allar lendisbroytingar uttangarðs, útstykkingar, vegagerð, bygging, velting o.a.
● sett verður í verk kemikaliulóggáva.
Veðurlagspolitikkur
Hækkandi sjóvarmáli, ógvusligari ódnir og øktur hiti hava eisini beinleiðis ávirkan á føroyska samfelagið og náttúruna. Játtan skal setast av til granska, hvørjar avleiðingarnar eru fyri Føroyar, og hvussu vit á bestan hátt kunnu tillaga okkum.
Hitin á jørðini er øktur við í miðal 1,1 hitastigi, og avleiðingarnar av veðurlagskreppuni merkjast longu kring heimin í stóran mun. Hesar avleiðingarnar gerast bert ógvusligari, tess longur vit bíða við at seta neyðugu veðurlagsátøkini í verk fyri at skerja útlátið. Serliga eru tað londini á syðru hálvu, sum bera størstu byrðuna av veðurlagskreppuni, hóast tey søguliga eiga lítlan og ongan lut í útlátinum. Hesi lond hava tað trupult við at fíggja neyðugu tillagingarnar til veðurlagsekstremar og hækkandi sjóvarmála, og tí eiga Føroyar at vera við í at stuðla tillagingini.
Fyri mong av hesum londum er tað altavgerandi, at miðalupphitingin í heiminum ikki gerst hægri enn 1,5 hitastig. Fyri at røkka hesum máli, skal heimsins kolvetnisframleiðsla minka munandi á hvørjum ári, og í 2030 skal heimsútlátið av CO2 verða 45% lægri sammett við 2010. Fleiri átøk skulu setast í verk fyri at røkka hesum máli, og vit meina, at eitt veðurlagsborgarating skal setast á stovn, sum umboðar fólkið í hesi umlegging av samfelagnum, sum skal til fyri at bremsa veðurlagskreppuni.
Fyri okkum í Tjóðveldi, er tað avgerandi, at umleggingin av varandi orku er samhaldsføst og ikki elvir til enn størri ójavna í samfelagnum. Eitt CO2 avgjald skal ásetast. Hetta er eitt tað týdningarmesta amboðið, sum eggjar vinnuni og húsarhaldum at leggja um til grøna orku. Ein grønur kekkur skal gevast til tey lægstløntu og fíggjarliga sperdu, soleiðis at hesi ikki fáa enn ein smeit orsakað av hesum gjaldinum. Inntøkurnar av CO2 skattinum skulu brúkast til grøn átøk, stuðul til umlegging og grøna kekkin.
Tjóðveldi vil, at
● orkuskiftið verður samhaldsfast, soleiðis at øll kunnu vera við í umleggingini,
● CO2 skattur verður ásettur,
● vátlendi verða endurbøtt til tess at upptaka og goyma kolevni úr lofthavinum,
● Føroyar gjalda fyri miss og skaða í globala suður og stuðla umlegging og tillaging í globala suður,
● oljuleitingarnar kring Føroyar verða steðgaðar,
● borgarating verður sett á stovn at viðgera og viðmæla átøk til politiska myndugleikan at seta í verk,
● ein veðurlagstilbúgving og tilhoyrandi skaðagrunnur verða sett á stovn.
Orkupolitikkur
Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at brúka varandi orkukeldur, sum umframt vatnorku og vindorku fevna um sjóvarfalsorku, alduorku, jarðhita, biogass, sólarorku o.a.
At gera Føroyar óheftar av oljuni og sjálvveitandi við grønari orku telist millum størstu avbjóðingar í tí at luttaka í felagsstríðnum fyri at minka um veðurlagskreppuna. Føroyska útlátið hevur verið í ógvusligari øking í nógv ár. Vit vilja halda fast í ásetta málinum um vera fult grøn á landi í 2030.
At røkka málinum krevur, at vit arbeiða á trimum økjum:
Vit vilja skunda undir útbyggingina av varandi orkukeldum,
Vit vilja seta orkusparandi átøk í verk
Vit vilja leggja um frá kolvetni til elorku sum skjótast
At fara frá at nýta olju til okkara egnu, føroyskt framleiddu grønu orku, er við til at framtíðartryggja búskapin. Fyri vinnuna er tað ein kappingarfyrimunur at kunna skjalprógva, at okkara fiskiveiða og vinna á landi er orkueffektiv og hevur eitt lágt útlát av CO2.
Tjóðveldi vil
Umlegging til varandi orku:
● Landsætlan verður gjørd fyri komandi orkuútbyggingar.
● Almenn ráðgeving um grønar orkuskipanir og bjálving skal setast á stovn.
● Stuðulsskipanir skulu eggja húsarhaldunum og vinnuni at spara orku og at gera íløgur í grøna hitaskipan til hús og bygningar.
● Lógin um mvg-afturbering eisini fevnir um sólorku-, smáar vatnorku- og aðrar góðkendar varandi orkuloysnir.
● Allir almennir bygningar skulu hitast við varandi orku innan 2030.
● Ongar nýggjar oljufýringar verða seldar og settar upp eftir 2030.
● Nýggjur strandferjafloti skal rekast við varandi orku.
● At allir almennir bussar skulu leggjast um til el ella aðrar grønar loysnir, og at samferðslan verður uppraðfest og betrað.
● Eingir nýggir bensin- ella dieselbilar verða seldir eftir 2030.
● Tað skal vera lætt hjá borgaranum og vinnuni at framleiða varandi orku við færri avmarkingum.
● Útbjóðingar av elorku skulu vera effektivar og greiðar, so SEV og privatir eigarar kunnu fáa ferð á útbyggingarnar, saman og hvør sær.
Orkusparandi átøk:
● Orkusparingarætlan verður gjørd fyri vinnu, húsarhald og almennar bygningar
● At almennu bygningarnir skulu bjálvast
● At allir nýbygningar skulu vera lágorku ella nullorku hús
Gransking og vinnumenning:
● At fiskiskapurin verður skipaður lívfrøðiliga burðardygt
● Gera miðvísa ætlan fyri umlegging av skipaflotanum
● Gera skipanir, sum eggja skipum at gera íløgur í orkusparandi reiðskap og at leggja um
● Menna gransking og útbúgvingar innan orku og orkueffektivitet
● Gera okkum til áhugaverdar orkusamstarvspartnarar, har Føroyar eisini kunnu virka sum royndarøki fyri nýggjar skipanir
● At Føroyar luttaka sjálvstøðugt og virkið í gransking, samstørvum og altjóða avtalum, sum verða gjørd millum londini um veðurlagspolitikk og minking av útláti av vakstrarhúsgassum
● Skunda undir gransking og menning av tøkni og kunning, sum ger, at vit kunnu brúka el-orku skilvíst
● Stovna orku- og umhvørvismálaráð
Samfelag, vælferð og vinnuligt virksemi hanga neyvt saman, og mugu tí ganga hond í hond tá útbyggingar og nýskipanir verða gjørdar í vinnu- og samfelagsstrukturi. Geirarnir mugu vita av hvørjum øðrum, hvørji mál eru í umbúnað, og samstarv skal vera tvørtur um samfelagsgeirarnar.
Tjóðveldi byggir sín trivnaðarpolitikk á, at vælferð er at hava grundleggjandi rættindi til at liva eitt gott lív við sjálvbjargni og sjálvsvirðing, har øll hava mest møguliga ávirkan á egnar lívsumstøður. Vit skulu skipa okkara egnu vælferðarskipan og byggja hana á samhaldsfesti og royndir okkara sum tjóð.
Heilsuligir og sosialir trupulleikar eru í stóran mun tengdir at ójavna og sosialum fortreytum, og tí er arbeiðið at bøta um livikorini besta íløgan í framtíðar almanna- og heilsupolitikk.
Tjóðveldi vil
● Lógarverkið á almanna- og heilsuøkinum skal regluliga endurskoðast at tryggja gjøgnumskygdar skipanir og samsvar millum lóggávu og umsiting.
● Fátækramarkið skal tryggja, at ongin borgari í landinum livir undir ósømiligum korum. Pensjónir og veitingar skulu vera til at liva av.
● Serlig átøk skulu gerast fyri samfelagsbólkar, sum eru í fátækraváða – eitt nú stakar uppihaldarar og pensjónistar, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at dúva uppá.
● Øllum borgarum verður tryggjað eftirløn
● Lógarverkið skal tryggja borgarum minsta mark fyri tænastu og áseta faklig krøv til tann, sum veitir tænastuna.
● Góðskutryggja tænastuna til borgaran og tryggja, at borgarin veit, hvørja tænastu hann hevur rætt til. Gjøgnumskygni í almennu skipanini skal tryggja, at fólk kenna síni rættindi og sínar skyldur.
● Teir altjóða sáttmálar, vit hava bundið okkum til viðvíkjandi borgaratrygd og rættindum, verða miðvíst fylgdir upp við ítøkiligum átøkum, eitt nú mannarættindasáttmálin, menniskjarættindasáttmálin barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek.
Almenn forsorg
Endamálið við øllum fyriskipanum og hjálparráðum er at stuðla upp undir ein virknan gerandisdag, sum kann hjálpa, stuðla og menna til sjálvbjargni. Almennu fyriskipanirnar skulu virka við virðing fyri støðu hins einstaka og hava sum aðalmál at varðveita integritet og sjálvsavgerðarrætt. Fólki, sum tørvar hjálp vegna sjúku, brek, vanlukku, arbeiðsloysi, elli ella aðrar umstøður, verður tryggjað grundleggjandi rættindi til fullgóða hjálp.
Tjóðveldi vil
● Bøta um møguleikarnar fyri endurbúgving, vardum størvum o.s.fr. til tess at fyribyrgja, at fólk verða sett til varandi pensjónsveitingar av orsøkum, sum kunnu fyribyrgjast.
● Ein rúmligan arbeiðsmarknað har øllum verður veittur møguleiki at liva og virka.
● Raðfesta sosialgransking, so vit hava góð hagtøl at byggja okkara politik og útrokningar á.
● Allir borgarar fáa ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum.
● Frá dagsstovni, í skúla og víðari á miðnám ella aðra framhaldsútbúgving verður veitt eitt samanhangandi dygdargott tilboð við støði í evnum og tilfeingi hjá hvørjum einstøkum. Har tað er neyðugt, er sernámsfrøðiligt tilboð ein sjálvsagdur partur av skúla og útbúgvingartilgongdini, og hesi tilboð eru skipað í økjum kring landið.
● Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grundleggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp.
● Í almannaverkinum skulu savnað tilboð veitast í Føroyum – og ongin skal verða sendur av landinum orsakað av vantandi skipanum í Føroyum.
● Føroysk sosialráðgevaraútbúgving er alneyðug so vit kunnu taka støði í føroyskari lóg og viðurskiftum annars.
Almanna- og heilsupolitikkur
Tjóðveldi vil, at støði altíð verður tikið í samlaðu lívsstøðu hins einstaka. Tí skulu fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur á almannaøkinum altíð grundast á eina heildarmeting av tørvi hins einstaka við sosialum, likamligum og sálarligum atlitum.
Avvarðandi, sosiala trygdarnetið og arbeiðspláss eru týðandi lutir í tí hjálp, sum verður veitt. Málið er altíð at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum ráð og stovnar, men fáa hjálp eftir eini heildarmeting. Tað almenna hevur skyldu at ráðgeva og vegleiða borgarum og tryggja, at rættartrygdin verður vard.
Tjóðveldi virkar fyri, at tænastur eru so nær borgarunum, sum til ber. Har tað ber til, verða tænastur veittar í ymisku økjunum í landinum.
Tjóðveldi vil
● Skjót og røtt hjálp skal veitast grundað á nýggjastu fakligu metingar og á altjóða tilmæli og gransking
● Borgarin er kunnaður um síni rættindi og skyldur, og at alt samskiftið við tað almenna er einfalt fyri borgaran.
Fólkaheilsa
Fólkaheilsan og átøk henni at frama verða framd við heilsufremjandi upplýsing og ítøkiligum átøkum. Fólksliga upplýsingin um heilsu tekur støði í at fremja heilsuna og fyribyrgja teimum heilsuvandum, sum eru mest aktuellir, og endamálið er at røkka út til alt fólkið. Somuleiðis verða ítøkilig átøk, málrættað ímóti ávísum heilsuvandum og sjúkum, fyriskipað kring landið.
Dentur verður bæði lagdur á at fremja góða heilsu og á fyribyrging. Heilsufremjan og fyribyrging ganga hond í hond.
Tað stóra arbeiðið, sum áhugafeløg á heilsuøkinum fremja, verður virt og er týðandi partur av øllum heilsupolitikkinum í Føroyum. Borgarin eigur at uppliva, at heilsuverkið veitir eina dygdargóða og samanhangandi tænastu.
Tjóðveldi vil
● Psykiatriska økið skal raðfestast nógv hægri. Nýggja spykiatriætlanin verður sett í verk. Barna og ungdómspsykiatriin verður víðkað. Dagdeildin fyri børn skal gerast til eitt døgntilboð. Økispsykiatriin verður víðkað til at fevna um allar dagar og til døgntænastu.
● Átøk í kommunulæknaáliti, krabbameinsætlan, demensætlan, diabetesætlan og aðrar ætlanir verða miðvíst settar í verk.
● Kommunulæknaskipanin skal styrkjast
● Tvørfakligir heilsudeplar skulu skipast kring landið, sum tryggja fólki eina samanhangandi og dygdargóða tænastu í nærumhvørvinum.
● Talgild journalskipan fyri heilsuverkið verður útbygd til eldraøkini, apotek o.a. og verður atkomulig fyri fólk.
● Heilsutænasturnar verða útbygdar at røkka øllum borgarum, so eitt nú økispsykiatri, heimatænasta og endurvenjing v.m. eru í øllum økjum.
● At heilsuverkið er virkin partur í heilsugransking, sum serliga leggur dent á serføroysk heilsuviðurskifti.
● Heilsustýri verður skipað, sum arbeiðir við strategiskari tilrættalegggjan, menning og nýskapan av heilsverkinum umframt heilsugransking
● Landslæknaembætið kemur á føroyskar hendur
● At øll heilsulóggávan kemur á føroyskar hendur soleiðis, at til ber at skipa okkum eftir føroyskum leisti og tørvi
● Dentur verður lagdur á at veita heilutænastur í Føroyum. Har tað ikki ber til eiga vit at stremba eftir at keypa tænastur har støði er hægst.
● Farið verður undir læknaútbúgving í Føroyum
● Góðar og góðskutryggjaðar útbúgvingar til sjúkraflutningstænastuna eru alneyðugar.
● Sosialpsykiatriin skal styrkjast við búplássum, fjøltáttaðum dagtilboðum og stuðulstænastu.
Eitt samstarvandi og samanknýtt heilsuverk
Allir borgarar í Føroyum skulu ókeypis hava í boði og trygd fyri fremstu fyribyrgjandi heilsuskipanum og fremstu viðgerðum – antin í Føroyum, í okkara grannalondum ella aðrastaðni í heiminum.
Føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsverkið skulu støðugt vera samstarvandi og samanknýttar eindir og toymir – bæði innanhýsis í Føroyum og í samstarvi við heilsuverk, sjúkrahús og granskingarstovnar í okkara grannalondum og øðrum londum, har fremsti førleikin og sakkunnleikin eru.
Starvsfólkunum í heilsuverkinum skulu útvegast betri umstøður til fakliga at samstarva, útbúgva seg, endurútbúgva seg, nýta og menna tøkni og at granska í samstarvi við fakfólk í øðrum sjúkrahúsverkum og fakligum umhvørvum. Á henda hátt kunnu fakfólkini í Føroyum virka í toymum og netverkum í øðrum heilsu- og sjúkrahúsverkum, eins og fakfólk uttanífrá virka í Føroyum.
Tjóðveldi vil
● Samstarvsavtalur, sum seinastu árini t.d. eru gjørdar við heilsuverk og sjúkrahús í Útnorði, skulu støðugt útbyggjast við onnur lond.
● Føroyar skulu ganga undan at gera felags norðurlendskar avtalur.
● Føroyska heilsuverkið kann menna ávísar sergreinir og gransking og kann bjóða fram tænastur mótvegis útlondum.
● Aðalmálið er, at so nógvar sjúkuviðgerðir, sum til ber, verða gjørdar í Føroyum
● Samskipan millum sjúkarhúsverkið og kommunulæknaskipanina/heilsudeplarnar skulu tryggja, at bíðitíðin til viðgerð er so stutt sum til ber.
● Ymisku førleikarnar í heilsuverkinum skulu verða gagnnýttir til fulnar.
● Har samferðsluviðurskiftini loyva tí, eiga funktiónir í heilsuverkinum at vera savnaðar soleiðis, at ávísar uppgávur verða loystar á einum stað, har tað við fyrimuni ber til.
● Íløgur í fremstu fjarskiftistøkni og medicoteknisk tól verða raðfestar eftir fastari fíggjarætlan.
● Ílegusavnið og FarGen-verkætlanin skulu tryggja, at rættindini hjá hvørjum einstøkum verða vard í sambandi við skráseting og gransking, at føroyskir myndugleikar hava ræðið á og ábyrgdina fyri, hvussu ílegugransking fer fram, og at vit byggja upp føroyskar førleikar og draga granskarar og fakfólk úr útlondum til Føroya.
● Heilsugransking skal styrkjast og raðfestast.
Inklusjónspolitikkur
Øllum børnum, ungum, vaksnum og eldri verður tryggjað nøktandi undirvísingar- og virknistilboð í nærumhvørvinum alt eftir tørvi. Føroyar skulu ganga undan at halda altjóða Barnarættindasáttmálan og ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek.
Tann hjálp og stuðul, sum tørvur er á, skal tí vera lógartryggjaður rættur, og familjan skal verða snúningsásin í arbeiðinum at tryggja, at børn og familjur ikki detta niður ímillum stovnar og ráð, land og kommunur.
Tjóðveldi vil
● Endurskoða alt økið børn og ung, so betri samskipan fæst millum tænastur.
● Almannaverkið heldur fram at byggja og útvega bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum.
● Sernámsfrøðin, skúlin, almannaverkið, heilsuverkið, barnagarðsøkið, barnaverndartænasturnar, stuðulsfólkaskipanir, sosialu deildirnar og aðrir fakligir samstarvsbólkar skulu samstarva.
● Tryggjast skal, at væl skikkað fakfólk eru um okkara veikastu, sum ikki sjálv megna at gera vart við støðu sína.
● Tað almenna skal ganga undan at vera ein rúmligur arbeiðsgevari og seta fólk í tillagað størv, arbeiðsbúgving ella aðra arbeiðsroynd.
● Hægri raðfesting av skúla og útbúgvingartilboðum til fólk við serligum avbjóðingum og styrkja tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
● Útbúgvingar og eftirskúlatilboð skulu vera tøk á hvørjum ári til fólk við serligum avbjóðingum.
● Familjum, sum hava smábørn við breki, verður veitt góð og nøktandi hjálp við umlætting, dagtilboðum, stuðli, ráðgeving og evt fíggjarligari hjálp
● Brekumboð verður sett á stovn, sum skal tryggja, at rættindi í breksáttmálanum verða vard umframt vera talsfólk á brekøkinum.
● Øll lóggáva skal vera í tráð við átjóða sáttmálar á økinum.
● Lóg um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum verður sett í gildi
● Fólk, sum eru flutt til Føroya, fáa dygga undirvísing í føroyskum máli og mentan
● At útlendingaøkið kemur á føroyskar hendur
● At góður integratiónspolitikkur stuðlar undir trivnaði fyri okkum øll
Barnavernd
Ein hin fremsta uppgávan fyri eitt framkomið land er at tryggja, at øll børn hava møguleika at vaksa upp undir tryggjum umstøðum. Tí eiga barnaverndarøkið og onnur fyrbyrging og vernd av børnum áhaldandi at verða styrkt.
Tjóðveldi vil
● Barnaverndarlógin verður eftirmett áleið fimta hvørt ár.
● Barnaverndartænasturnar eru framhaldandi staðsettar í økjum kring landið.
● At økini í landinum eru ment at veita so javnbjóðis tænastur sum til ber
● Barnaverndarumsitingar, Barnaverndarstovan, fosturforeldraskipanin og barnaverndarnevndirnar verða skipaðar við fólki við dygdargóðum fakligum førleikum.
● Fosturforeldrum verða veittar betri umstøður og karmar. Styrkt fosturforeldraskipan verður ment, so betri møguleikar verða at koma í fosturfamilju enn á stovn
● Familjum við serstøkum avbjóðingum verða veitt munadyggur stuðul og hjálp. Eitt sjálvboðið lággáttartilboð til familjur verður sett í verk, so familjur hava betri møguleika at fáa ráðgeving.
● Gigni verður víðakað og styrkt
● At miðvís orka verður løgd í at fyrbyrgja kynsliga misnýtslu og annan harðskap móti børnum.
● Aðalmálið er at øll børn kunnu fáa nøktandi hjálp í Føroyum.
● Tryggja at barnarættindasáttmálin verður hildin
Eldrapolitikkur
Frælsi at velja, virka og verða vird er grundleggjandi rættur hjá øllum. Tjóðveldi vil tryggja hesi rættindi við samhaldsføstum skipanum. Spurningurin um ábyrgdarbýti millum land og kommunur er ein spurningur um, hvussu allir føroyingar fáa somu rættindi og tilboð í eldrapolitikkinum.
Endamál við eldrapolitikkinum er, at fólk skulu hava góða lívsgóðsku alt lívið, og Tjóðveldi byggir á hugsjónina hjá Heimsheilsustovninum WHO um at ”leggja ár til lívið og at leggja lív til árini.”
Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp, ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grundleggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp. Eldrarøktin eigur tí at verða veitt sum eitt fjøltáttað tilboð við tænastum, sum eru samansettar eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum.
Tjóðveldi vil
● Bøta munandi um fyribyrgjandi tænastur, sum stuðla uppundir, at fólk kunnu vera sum longst í egnum heimi.
● Raðfesta munandi hægri at útbyggja heimahjálp, endurmenning, kostráðgeving, fjøltáttaðar eldrabústaðir, dagtilboð o.s.fr.
● At allar fyribyrgjandi tænastur, t.d. røktarheimsøkið, verða samskipaðar við primeru heilsutænastuna og kommunu- og landsmyndugleikarnar í øllum økjum í landinum.
● At munandi fleiri eldraíbúðir, røktaríbúðir og vardar íbúðir verða bygdar.
● At heimahjálpin og heimatænastan fáa betri játtan til at fremja grundleggjandi røktaruppgávur umframt fyribyrgjandi heimavitjanir.
● Tryggja øllum fólkum javnbjóðis tænastu á eldraøkinum soleiðis, at tænastan ikki verður tengd at fíggjarligu orkuni ella raðfestingunum í økinum.
● Gerandisrehabiliteringin skal fáast at virka, eins og økispsykiatriin má útbyggjast til at fevna øll økir í landinum.
● Seta tilmælini í Demensálitinum í verk.
● Raðfesta dagtilboð líka frá dagheimi og dagmiðstøð til dagtilhald.
● Raðfesta heilsufremjandi og upplýsandi átøk.
● Endurskoða lógina um eldrarøkt og skipa eldraøkið í ein myndugleika.
Pensjónsskipan
Tess minni stættarmunurin er, tess sterkari er samfelagið. Umráðandi er tí at tryggja øllum borgarum sømilig livikor í ellisárum. Allir føroyingar skulu hava lógarfestan rætt til góða og trygga pensjón, ið verður grundað á eina samhaldsfasta og framtíðartryggjaða skipan.
Tjóðveldi vil
● Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin verður bulurin í nýggju samhaldsføstu fólkapensjónini.
● Samhaldsfasta fólkapensjónin verður óheft av fíggjarlógini og løgd í skipan, ið er einføld at umsita.
● Øllum verður tryggjað ein minsta pensjónsupphædd, sum er sømilig.
● Tey, ið ikki hava aðra pensjón, fáa hægstu pensjón.
● Pensjónsskipanin skal eggja teimum, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur, at halda fram við hesum.
● Pensjónsaldurin verður lagdur tilrættis eftir føstum frymli alt eftir miðallivialdrinum. Fólk og samfelagsbólkar, ið eru niðurslitin á arbeiðsmarknaðinum, eiga at kunna velja at fara á fyritíðarpensjón, meðan onnur kunnu velja at fara á pensjón seinni í lívinum.
● Egnar pensjónsuppsparingar verða grundaðar á avtalur, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráða seg til.
● Størri partur av pensjónini verður samhaldsføst og verður skattað við útgjaldi.
● Viðbótin til fólk, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, verður hækkað.
Arbeiðsmarknaður og trivnaður
Tjóðveldi ynskir ein virknan og smidligan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum rúmar øllum borgarum, við teirri styrki og tí ríkidømi, tað gevur samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin skal átaka sær grundleggjandi sosialar skyldur, og almennu skipanirnar veita grundleggjandi sosiala trygd.
Tjóðveldi vil
● Frælsar sáttmálasamráðingar skulu tryggja kollektiv rættindi hjá løntakarum.
● At samráðingar verða tiknar upp við fakfeløg og vinnufeløg um eitt greitt býti millum uppgávur hjá arbeiðsmarknaðinum og hjá almennu skipanunum.
● Starvsfólki verður tryggjað rættindi til ávirkan á egið arbeiðspláss.
● Rættvísa løn fyri starv, førleikar og royndir.
● Arbeiðsmarknaðurin átekur sær skyldur mótvegis umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, vanlukkutrygging, trivnaði og eftirútbúgving hjá starvsfólkum.
● Arbeiðsmarknaðurin skapar møguleikar fyri parttíðarstørvum og niðursettari arbeiðstíð og tryggjar samstundis rættin til fulltíðarstarv.
● Arbeiðsmarknaðurin skapar møguleikar fyri vardum størvum til fólk við menningartarni ella øðrum serligum avbjóðingum.
● Ein skipaðan seniorpolitikk, har pensjónsaldur og fráfaringaraldur verða greinað.
● Arbeiðsumhvørvislógin skal fevna um allar borgarar – bæði børn og vaksin.
● Størri atlit skulu takast til sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið.
● Javnstøða millum kynini er ein sjálvsagdur rættur í øllum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.
● Barsilsskipan skal fevna um allar kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum og skal dagførast, so at sjálvt tíðarskeiðið verður longt, og farloyvistíðin verður meira liðilig. Pápar fáa størri lut í barsilstíðini
● At tað almenna setir fleiri lærlingar og í stórum byggiverkætlanum tryggjar sær, at fleiri lærlingar verða settir.
● At tað verða gjørdar trípartaavtalur, sum tryggja grundleggjandi rættindi hjá fólki í verkfallstíð.
● At arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar
● At abeiðsmarknaðarlóggávan verður nútímangjørd og dagførd.
● At fólk hava møguleika at arbeiða fulla tíð
Bústaðar- og íbúðarpolitikkur
Rætturin til at seta føtur undir egið borð er mannarættur. Tjóðveldi virkar fyri, at allir føroyingar hava rætt til egnan bústað ella býli.
Møguleiki skal vera fyri eini ringrás í íbúðamynstrinum, so eldri, ung, barnafamiljur, einstaklingar, stakir uppihaldarar, rørslutarnað o.o. hava møguleika at fáa tann bústað, sum teimum hóskar, antin tað er til leigu ella til ognar.
Íbúðartørvin hjá fólki við serligum avbjóðingum skulu kommunu- og landsmyndugleikarnir loysa í samráð við áhugafeløg, avvarðandi og við tann einstaka, sum hevur íbúðartørvin. Rætturin at verða hoyrd og hava ávirkan á egnar lívsumstøður og egnan bústað skal virðast.
Tjóðveldi vil
● Húsalánsgrunnurin/Bústaðir verður høvuðsamboð í bústaðarpolitikkinum og skal taka stig til, fíggja og reka saman við kommunum, áhugafeløgum og øðrum: Leiguíbúðir, lutaíbúðir, lestrar- og lærlingaíbúðir og aðrar fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Harumframt skal grunnurin veita realkredittlán fyri at minka um kostnaðin á bústaðarrentuni.
● Almennar leiguíbúðir og lestraríbúðir skulu byggjast kring landið sum skjótast.
● Eitt fjølltáttað íbúðartilboð skal tryggja øllum borgarum tann bústað, ið hóskar til ta aktuellu lívsstøðu og fíggjarliga rásarúm, tann einstaki hevur.
● Íbúðarbygging, sum gevur rúm til allar borgarar, so tað skal geva eitt nú ungum lesandi, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum møguleika at búgva í somu býlingum.
● Eins góður møguleiki skal vera at búsetast á bygd og í bý.
● At kommunumyndugleikin hevur ábyrgdina av teimum, sum eru heimleys.
● At býlisstuðul verður veittur teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga
● At tikin verður hædd fyri at eitt vaksandi tal av húskjum telur eitt fólk. Støk og fólk við lágum inntøkum mugu hava ráð at leiga ella eiga egnan bústað
Økismenning
Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og livandi lokalsamfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættarliðini.
Trivnaður, atgongd til felagsskapin og okkara felags vøkru náttúru, eitt ríkt og fjøltáttað mentanarlív í oyggjum og bygdum er karmur og virðisgrundarlag hjá einstaklingum og familjum um tað góða lívið.
Trivnaður og mentanarlív í oyggjum og bygdum er karmurin um at menna eitt fjølbroytt vinnulív, har lokalir myndugleikar, feløg, skúlar, einstaklingar og vinna hava møguleika at samstarva og leggja felags ætlanir.
Tjóðveldi leggur dent á økismenning. Bygdir og kommunur eiga at samstarva í økjum, so at alt landið og fólkið kann mennast í rímiligari javnvág – vinnuliga, mentanarliga og sosialt.
Tjóðveldi vil
● at fólk kunnu velja felagsskapin í tí lítla samfelagnum
● at fólk fáa møguleika at endurvinna ræði á egnum lívi og tíð
● at digitala arbeiðsplássið ger tað gjørligt at flyta út av, men framvegis arbeiða í býarøkinum
● at fólk fáa møguleikar at gera mun í lítla samfelagnum
● at lokalsamfelagið fær fortreytir at draga til sín afturflytarar og nýggjar tilflytarar
● at samanrenning hendir á vinnuøkjum millum siðbundnar og nýggjar vinnnur
● Tað almenna skal tryggja øllum borgarum sama tænastustig í t.d. telesamskifti, samferðslu og heilsu-, almanna- og skúlamálum.
● Vinnumøguleikarnir í landinum at gagnnýta felags tilfeingi skulu tryggjast.
● Ferðavinnumøguleikarnir kring landið alt verða samskipaðir.
● Kommunurnar samstarva um at átaka sær størri uppgávur.
● Ein økismenningargrunnur verður settur á stovn til tess at átaka sær part av fíggingini av vinnuætlanum í økjunum.
● Miðnámsskúlar, hægri útbúgving og gransking verða løgd í deplar kring landið.
● Mentanarstovnar kring landið verða stuðlaðir.
Fjøltáttað, nýskapandi og burðardygg vinna
Aðalmál í vinnupolitikki floksins er ein fjøltáttað, nýskapandi og burðardygg vinna, sum skapar virðir og arbeiðspláss, grønan vøkstur og vælferð kring landið.
Hugur, førleikar, javnar kappingartreytir og virðing fyri umhvørvi og trivnaði skulu vera kjølfestið undir vinnuni. Ein fjøltáttað, vælvirkandi og sunn vinna er ein súla undir sjálvberandi búskapi og einum sjálvstøðugum landi.
Vitan og førleikar hjá fólkinum eru okkara fremsta tilfeingi. Fjølbroytt útbúgvingartilboð og eitt framkomið lærdómssetur við miðvísari gransking eru tí høvuðsmotorar hjá einari nýmennandi vinnu. Vitan um náttúrutilfeingi, íverksetan og sjálvstøðugt vinnuvirksemi skulu vera partar av undirvísingini frá barnaskúla til hægri lærustovnar.
Vit leggja stóran dent á grøna orkuskiftið og møguleikar hjá vinnuni í hesum. Tað skal, hjá allari vinnu, loysa seg at hugsa og handla grønt. Somuleiðis arbeiða vit fyri, at vinnan gerst virkin partur í skipanini av einum ringbúskapi, har brúkt tilfar og rusk frá vinnuni verður endurment til tilfeingi, heldur enn vera blakað burtur og brent.
Vit vilja hjúkla um íverksetan og skapanarhug og gera smidligar skipanir, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu. Vit vilja styrkja skipanir við set- og íløgukapitali og tryggja ein kappingarføran partafelagsskatt. Vit vilja styrkja útbúgvingar í náttúrutilfeingi, sjóvinnu, orku, gransking og førleikamenning atknýtt vinnuni. Vit vilja arbeiða fyri at fáa fleiri altjóða sáttmálar og betri marknaðaratgongd.
Tjóðveldi arbeiðir fyri javnsettum treytum hjá allari vinnu og ímóti “vinapolitikki”, ið førir til fámannaveldi, og skeiklar vinnuna og samfelagið.
Vit vilja tryggja vinnuni rættvísa kapping og vørur og tænastur fyri kappingarførar prísir. Og vit vilja arbeiða fyri, at at vinnan er víðskygd og fevnandi og skapar arbeiðspláss til allar borgarar.
Fiskivinna og sjófeingi
Ríkidømið í havinum skal umsitast skynsamt og burðardygt. Tilfeingið er ogn Føroya fólks, og skal tí umsitast soleiðis, at tað skapar virðir, menning og framburð kring landið, og virðini koma fólkinum til góðar.
Sjófeingið er eitt gullnám, sum eigur at vera eitt varandi grundarlag undir samfelagnum. Virði á tilfeinginum kann fleirfaldast við at lata upp fyri møguleikum at nýmenna og ganga nýggjar leiðir at skapa nýggjar vørur úr tilfeinginum.
Vit skulu fáa nógv meira burturúr hvørjum sterti, ið drigin verður av grunnunum og skulu gagnnýta eina størri breidd av sjótilfeinginum. Vit skulu flyta okkum frá tonsalyndi til góðskulyndi. Tí leggur Tjóðveldi dent á gransking og nýmenning, so Føroyar kunnu koma fram í fremstu røð við virðisøking av tilfeinginum. At breyðføða heimin í framtíðini, krevur, at tilfeingið í havinum verður nógv betur gagnnýtt. Fiskivinnupolitikkur okkara leggur tí stóran dent á sjótilfeingi sum mattilfeingi.
Vit vilja, at virðini og vinnumøguleikarnir eru á fleiri hondum. Støðugir karmar við sunnari kapping er neyðugt, skal fiskivinnan áhaldandi mennast.
Virkisfýsnar kreftir mugu hava møguleika at koma framat í vinnuni uttan at noyðast at keypa privat loyvir fyri óvurstórar upphæddir. Tjóðveldi arbeiðir fyri betri atkomu hjá fleiri soleiðis, at rættindini ikki savnast á ov fáum hondum.
Tilfeingisinntøkur skulu brúkast til vælferðartænastur og til at menna granskingardeplar kring landið. Ein munandi partur skal eisini setast í búskapargrunn til at standa ímóti búskaparsveiggjum.
Arbeiðsumstøðurnar hjá sjófólki okkara mugu setast í hásæti. Stovnsrøkt er grundarlag undir livibreyðnum, hjá nógvum familjum og undir einari varandi vinnu. Tí vil Tjóðveldi framhaldandi seta lívfrøðiliga eins og sosiala burðardygd í hásæti.
Føroyar skulu ganga á odda tá umræður fiskivinnusamstarv og altjóða avtalur um burðardygga umsiting av havinum og sjótilfeinginum. Havstovan, Vørn og sjófeingisumsitingin eiga tí at verða munandi styrkt.
Tjóðveldi vil
Rætt til at troyta tilfeingið:
● Ognarrættur fólksins til havsins tilfeingi verður tryggjaður í grundlóg og í fiskivinnulóggávu. Nýtt tilfeingi verður bjóðað út á ein hátt, so tað er atkomuligt, ikki minst fyri ungar skapandi kreftir Fiskirættindi eru tíðaravmarkað í ásett áramál. Rættindini kunnu endurnýggjast, um tey lúka ásett krøv. Keypt rættindini kunnu seljast á opnari almennari sølu.
● Greiðar reglur skulu vera fyri antitrust, so virðini og vinnumøguleikarnir ikki savnast á ov fáum hondum.
● Umbýti av rættindum við onnur lond skal skapa víðkaðar møguleikar, ikki minst fyri heimaflotan, og skal virðisásetast.
● Tilfeingisgjald skal gjaldast í tann mun ein tilfeingiðsrenta - yvirnormalur vinningur - er.
● Bert fyritøkur og persónar, búgvandi og skattskyldug í Føroyum, fáa atgongd í veiðiliðnum, og verandi útlendskur ognarskapur skal yvir ásett áramál hvørva.
● Sjófeingisumsitingin skal vera opin, og øll skulu kunnu síggja, hvør hevur hvørji rættindi.
● Skilagóðar reglur skulu gerast fyri burðardyggari veiðu av “nýggjum” sjófeingi.
● Øll veiða skal vera lívfrøðiliga burðardygg.
● Heimaflotanum skal tryggjast betri grundarlag, so grundarlag er fyri endurnýggjan av skipunum.
● Útróðrarvinnan skal hava serstaka skipan og góðar umstøður at virka kring allar Føroyar. Serlig atlit verða tikin til virksemið hjá teimum, ið liva av útróðri burturav.
Virðisøking:
● Gjørd verður ein góðskingarskipan, sum tryggjar, at besti prísur fæst fyri bestu góðsku.
● Veiddur fiskur skal vera atkomuligur fyri fiskavirkini og skal í mest møguligan mun bjóðast út og virkast í Føroyum.
● Yvir eitt ásett áramál, skal alt tilfeingið til lands sum rávøra til virking av hágóðskuvørum.
● Skipast skulu deplar, sum saman við vinnuni og sjóvinnuskúlum arbeiða fyri at virðisøkja tilfeingið.
● Menna sjóvinnuútbúgvingar, útbúgving innan hagreiðing og rávørugóðsku og gransking í fiskivinnu og virðisøking.
● Sporføri og skráseting av landing og góðsku til brúkaran úti og heima skal mennast.
● Størri orka skal leggjast í at menna útflutning og branding av føroyska sjótilfeinginum.
● Íverksetarastuðulskipanir skulu skipast soleiðis, at tær eggja til meirvirking.
Manningarættindi:
● Manningarnar, sum onki ræði hava á rættindunum hjá fiskiførunum, eiga ikki at gjalda tilfeingisgjald.
● Við lóg verður staðfest, at øll, ið reka vinnu við føroyskum fiskiloyvi og fiskirættindum, skulu fylgja sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
Altjóða samráðingar og avtalur:
● Samráðingar um rættindi uttan fyri føroyska fiskimarkið og til ferðandi og felags fiskastovnar verða skipaðar við sterkum samráðingartoymi og støðugum uttanríkispolitiskum samstarvi við onnur lond og altjóða felagsskapir.
● Føroyar taka sjálvstøðugan lut í øllum altjóða- og økisfelagsskapum, sum varða av umsiting og avtalum um fiskastovnar og fiskivinnu.
● Føroyar ganga undan at samstarva um gransking og skjalprógv fyri støðuna og gongdina hjá fiskastovnunum um okkara leiðir.
Alivinna
Alivinnan er ein høvuðsvinna og stendur fyri stórum parti av okkara útflutningsvirði. Virðing fyri náttúrugivnum lívfrøðiligum mørkum í vinnuni er avgerandi, skal vinnan framhaldandi mennast og skapa virðir og arbeiðspláss. Samstundis vilja vit arbeiða fyri at tryggja, at intensiv aling ikki í óforsvarligan mun ger seg inn á lívfrøðiliga margfeldið. Tí skulu greiðar reglur vera fyri avmarking av dálking, mark fyri biomassa í sárbærum økjum, eftirlit við evnisnýtslu osfr.
Ein lívfrøðiliga fjølbroytt alivinna spjaðir váðan og kann vera grundarlag undir lívfrøðiliga betri aling. Miðvíst skal arbeiðast fyri at víðka alimøguleikarnar á sjógvi og landi, so rúmd verður fyri aling av øðrum fiska- og djórasløgum, tara, skeljum v.m.
Gjaldast skal fyri forrættin at nýta firðirnar eftir støðugum og rímiligum leisti, til gagns fyri samfelagið og vinnuna.
Tjóðveldi vil
● Gjøgnum krøv í aliloyvum og skattalóggávu tryggja, at størst møguligur partur av virðisøking og avkasti verður verandi í Føroyum.
● Alivinnan rindar leigu- og tøkugjald til land og kommunur fyri brúksrætt til firðirnar.
● Vinnan má ikki savnast á ov fáum hondum, fyri at tryggja fjølbroytta menning og váðaspjaðing.
● Nýggj aliøki verða boðin alment út og rásarúm skapt fyri royndarvirksemi innan ymiska aling.
● Einki útlendskt felag ella einstaklingar skulu kunna eiga meirilutan í nakrari alifyritøku – hvørki einsamallir ella í felag.
● Tryggja, at gott eftirlit og innlit er í viðurskiftinunum viðvíkjandi tí lívfrøðiliga, tí bygnaðarliga og tí samfelagsbúskaparliga í vinnuni.
● Serligt fokus skal setast á árinini á lívfrøðiliga margfeldið.
● Alivend gransking skal samansjóðast við aðra maritima gransking, og byggjast skal brýr ímillum gransking á Havstovuni, Fiskaaling og øðrum granskingarstovnum.
● Almenn gransking í óheftum og gjøgnumskygdum hami skal tryggjast.
● Ein føroysk visjón um aling skal orðast og vera stevnumiðið fyri lóggávu, stovnum, vinnuni og atferð innan alla aliskipanina, og geva góðar karmar um fjølbroytta aliframleiðslu.
● Greið krøv og raðfesting av sjúkufyribyrgjandi rakstri skulu setast við fakliga sterkum sjúku- og umhvørviseftirliti og atliti til samfelagið og náttúruna.
● Styrkja útbúgving og eftirútbúgvingarmøguleikar innan aling við møguleika fyri útbúgving í aling, tilfeingisbúskapi og burðardyggari matframleiðslu.
● At fleiri vitanarstørv verða skapt í vinnuni.
Landbúnaður
Tjóðveldi vil seta ferð á føroyska framleiðslu. Vit vilja, at vit gerast sjálvbjargin við fleiri búnaðarvørum – grønmeti, kjøti, mjólkarúrdráttum, stráfóðuri v.m. Vit vilja seta greið mál fyri øktari búnaðarframleiðslu og knýta stuðulsskipanirnar beinleiðis at hesum.
Sjálvbjargni og matvørutrygd eru kjarnan í búnaðarpolitikki okkara. Neyðugt er við einum politikki, har greið mál verða sett fyri framtíðar landbúnaðin við víðfevndum inntøku- og menningarmøguleikum. Hetta krevur, at vinnan fær eitt betri og fíggjarliga tryggari grundarlag at byggja framtíðina á.
Flestu onnur lond hava ein matvørupolitikk, sum tryggjar borgarum landsins atgongd til mat í kreppustøðum, har eitt nú innflutningurin av mati er avmarkaður. Matvørutrygd er tí eisini sentralur partur av búnaðarpolitikki floksins. Landbúnaðurin er somuleiðis partur av umhvørvis- og ferðavinnupolitikki okkara, har burðardygd, náttúruvernd, stuttfluttur matur og atlit at komandi ættarliðum eru kjarnan.
Vit vilja arbeiða fyri betri útbúgvingarmøguleikum í matframleiðslu og landbúnaði.
Tjóðveldi vil
● Tryggja landsins borgarum heilsugóðar føroyskar vørur fyri kappingarføran prís
● Gjøgnum stuðuls-/avgjaldspolitikk í størri mun javnseta kostnaðin á føroyskt framleiddum búnaðarvørum við innfluttar matvørur.
● Størri sjálvbjargni við búnaðarvørum og matvørutrygd sum partur av tilbúgving landsins.
● At búnaðarpolitikkurin stuðlar undir búseting í útjaðara og á smáplássum.
● Gera eina lendisskrá, ið ásetir hvørji øki, ið er gróðrarmikil jørð, og skulu varðveitast til landbúnað.
● Dagføra og nútímansgera jarðar- og landbúnaðarlóggávuna.
● Seta ítøkilig 5 og 10 ára mál fyri framleiðslu av grønmeti, kjøti, mjólkarvørum, stráfóðuri v.m.
● Stuðla undir at fleiri vakstrarhús koma, ið gagnnýta spillhita, møguligar heitar keldur og aðra grøna orku.
● Knýta stuðulskipanir beinleiðis at settu framleiðslumálunum.
● Økja møguleikarnar fyri førleikamenning og útbúgving innan landbúnað og matframleiðslu, eisini sum háskúlatilboð.
● Framleiða føroyskt undirvísingartilfar til búnaðarskeið og -útbúgvingar.
● Styrkja royndir við fjølbroyttari framleiðslu, fóðurroyndum, framleiðslutøkni v.m.
● Granska og savna vitan um møguleikar fyri at framleiða plantur, grønmeti, ber o.a.
● Tryggja festibóndum frælsari vinnumøguleikar við betri og tryggari fíggjarligum grundarlagi..
● Virknir bøndur fáa atgongd til festijørð, sum liggur órøkt ella ikki verður gagnnýtt. Og ávís framleiðsluskylda verður knýtt at festirættinum.
● At átøk verða gjørd at bøta um jarðriv og lendisspelli í haganum.
Ferðavinna, matstovu- og aðrar tænastuvinnur
Ferðavinnupolitikkur okkara byggir á burðadygd í mun til náttúru og fólkið, sum býr kring landið. Ferðavinnan kann, við røttu átøkunum, gerast ein av okkara høvuðsvinnum, sum eisini gevur útjaðara og útoyggjunum nógvar møguleikar. Millum neyðugu átøkini er ein væl útbygd tænastuvinna, har matstovuvinnan og “føroyski køkurin” við dygdar rávørum fáa bestu møguleikar at mennast.
Ferðavinnuvirksemið skal skipast í sátt og semju við fólkið á staðnum, soleiðis, at tey lokalu eru við til at skipa viðurskiftini og fáa ágóðan av ferðavinnuvirkseminum í økinum.
Land okkara skal verða eitt náttúruferðamál, har ein sterk náttúrufyrisiting og dygg vernd tryggjar, at náttúran verður betur vard enn í dag. Tí skulu, har tað er neyðugt, umsjónarfólk setast og greiðar reglur fyri ferðing í náttúruni gerast.
Stórur dentur skal leggjast á ferðavinnugreinar, sum ikki ovurtroyta náttúruna og sum umframt pengar, leggja vitan og netverk eftir seg.
Tjóðveldi vil
● Føra ein virknan ferðavinnupolitikk, sum flytir vinnuna frá at vera summarvinna til at vera heilársvinna.
● Skipa vinnuferðavinnu, har dentur verður lagdur á at fáa ráðstevnur, altjóða fundir, ítróttar- og mentanartiltøk til Føroyar.
● Stimbra matstovu- og ferðavinnuna og nýtsluna av føroyskum rávørum, m.a. við at lækka mvg á føroyskum matvørum og matstovuvirksemi.
● Loyva matstovuvinnuni at innflyta vín og øl beinleiðis fyri at víðka um útboðið og lækka prísin.
● Vaksa um útbúgvingarmøguleikar innan matgerð og matvøruframleiðslu fyri tænarar, ferðaleiðarar, samskiparar v.m.
● Geva mentan og list, fornminnum og søguligum plássum sjónligari leiklut í ferðavinnuni.
● Brúka ferðavinnuna til at styrkja og marknaðarføra føroyska mentanarvinnu gjøgnum okkara mentanarumboðsstovnar.
● Brúka ferðavinnuna at marknaðarføra føroyska sniðgeving, handverk, ítrótt v.m.
● Gera tað einfaldari at reka smærri handils- og tænastufyritøkur, við at einfaldgera umsiting.
● Við vøkstrinum í ferðavinnuni taka ábyrgdina at varðveita okkara serstøku náttúru og okkara eyðkendu mentan.
● Við náttúruverndarlóg, lendislóg og einari sterkari náttúrufyrisiting, skulu vit skipa náttúruferðavinnu, har náttúran verður brúkt á fult burðardyggan og tryggan hátt.
Eitt náttúrugjald verður ásett fyri øll ferðafólk, sum koma til landið. Gjaldið skal koma teimum lokalu fyriskiparunum til góðar.
Filmur, tónleikur og aðrar kreativar vinnur
Her verður hugsað um skaldskap og aðra skriving, film, tónleik, myndlist, leiklist, sniðskapan, toy- og klædnatilvirkan, mat, telduspøl, forrit, appir og annað. Framleiðslur, handverk og hugskot, sum verða ment ella nýment til nýggjar spennandi vinnugreinar. Kreativu vinnugreinarnar draga ung og arbeiðsmegi til sín og skapa bæði trivnað og eitt meira fjøltáttað vinnulív og inntøkur til samfelagið.
Felags fyri flestu kreativu vinnugreinarnar er, at tær kunnu mennast so gott sum allastaðni í landinum, og eru tí væl egnaðar til at skapa arbeiðspláss, eisini uttanfyri miðstaðarøkini.
Vit seta greið mál í mun til heimamarknað og útflutningsmøguleikar. Og vit vilja samskipa átøkini fyri kreativu vinnurnar við okkara mentanar-, vinnu- og uttanríkispolitikkin.
● Skipa útbúgving og førleikamenning innan kreativu vinnugreinarnar, eitt nú innan skriving, tónleik, film, sjónleik, myndlist, sniðgeving v.m.
● Samstarv og sameining ímillum kreativar, vinnuligar og handilsligar útbúgvingar.
● Felags marknaðarføring av okkara ferðavinnu og kreativum vinnum úti í heimi.
● Stuðla útflutningsskipan og framsýningarpallar, eitt nú festivalar og ráðstevnur, sum seta fokus á føroyskan film, klædnaframleiðslu, tónleik, matlist ella aðrar skapandi vinnur.
● Bókaútflutningsátakið FarLit verður styrkt við størri játtan.
● Ein klekingardepil fyri kreativar vinnur, har dentur verður lagdur á at brúka og menna tað serføroyska.
● Íløgu- og vinnuframaskipanir, sum breitt stimbra kreativar vinnur.
● Seta á stovn filmsgrunn, víðarimenna Filmshúsið og seta greið mál fyri føroyska filmsframleiðslu.
● Tryggja, at afturberingarskipanin og filmsgrunnurin endurspegla settu málini og stigvíst verða økt til neyðugu fíggjarorkuna.
● Uppraðfesta tónleikaútflutningsskipanir og betra umstøðurnar hjá tónleikarum at virka og framleiða.
● Tryggja kreativu vinnuni betri umstøður í mun til arbeiðsloysis-, sjúku-, barsils- og aðrar trygdarskipanir.
● Gera tað einfalt og smidligt at seta á stovn og at reka vinnufyritøkur.
Sjóvinnur
Føroyar skulu vera ein maritimur tænastudepil, har tað fyri skipaferðsluna í norðurhøvum verður eitt givið val at proviantera, skifta manning, bunkra, umskipa, umvæla og so frameftir. Hetta krevur væl útgjørdar skipasmiðjur, smiðjur, havnir, umboðsfeløg, veitarar av útgerð, heilsølur, orkuveitarar, flutningsfyritøkur, kavarar, elektrikarar o.s.fr.
Føroyar eiga at bjóða fram útbúgvingar, útgerð, tøkni, ráðgeving og fjølbroyttar tænastur til vaksandi skipaferðsluna á okkara leiðum. Sjóvinnur og sjóveitaravinnur skulu tí mennast og miðvíst marknaðarførast.
Vit vilja stigvíst burtur frá oljuni og gerast eitt samfelag, sum burturav verður rikið við reinari varandi orku.
Mesti parturin av orkunýtsluni hjá Føroyum er framvegis í olja og oljuúrdráttum, serliga í virkseminum á sjónum, ið nærum burturav nýtir lívrunnið brennievni. Hetta krevur, at vit finna burðardyggar loysnir og flyta okkum í stigum. Ótrygga altjóða støðan, við kríggi í Evropa og broyttari valdsjavnvág, ger tað eisini alneyðugt at tryggja okkum orku frá álítandi og varandi keldum og veitarum.
Ráevnis- og grønorkuvinna
Vit eiga at gera eina nýggja ætlan fyri ráevnini í føroysku undirgrundini, og hvussu vit realistiskt kunnu flyta okkum trygt yvir í grønu framtíðina. Nýtslan av jarðgassi (náttúrugassi) úr føroysku undirgrundini kann vera ein møguligur løðarsteinur á vegnum til at gerast leys av lívrunnum brennievnum.
Vit vilja stuðla vinnuni í at luttaka í royndum og menning av burðardyggum orkuloysnum á sjónum. Her eru fleiri møguleikar fyri reinari orkuloysnum og orkusparing.
Vit vilja seta ferð á framleiðluna av grønari orku, og leggja lunnar undir at vit í framtíðini, umframt at nøkta egnan tørv, kunnu útflyta reina orku. Vit vilja seta ferð á menningina av einari grønorku-vinnu, sum við dyggum førleikum kann vera ein framdráttur í umleggingini frá lívrunnari til grøna orku á sjógvi og landi. Tí skulu vit eisini hava góðar treytir fyri fyritøkur, sum vilja byggja upp eina vinnu kring stóra grøna orkuskiftið.
Fremstu umhvørviskrøv skulu setast sjó- og ráevnisvinnuni fyri at verja havumhvørvið og fiskatilfeingið, sum eru okkara lívsgrundarlag. Og vit vilja raðfesta tilbúgving á sjónum høgt.
Tjóðveldi vil
● Leggja lunnar undir og marknaðarføra Føroyar sum ein altjóða maritimur útbúgvingar- og skeiðsdepil.
● Stuðla undir menning av grønari orkuvinnu og nógv meira framleiðlu av grønari orku til nýtslu á landi og sjógvi.
● Leggja ætlan fyri, hvussu skipaflotin og øll sjóvinna skjótast til ber kann leggja um frá olju til umhvørvisvinarligt brennievni.
● Stuðla vinnuni í grønari umlegging, so tað loysir seg skattliga og á annan hátt at ganga fremst í grønu umleggingini.
● Menna eina føroyskari shippingvinnu, sum gongur á odda við burðardygd.
● Seta á stovn ymiskar sjóvinnuútbúgvingar á miðnámi og universitetsstøði.
● Samskipan og menningarátøk fyri maritimar veitaravinnur.
● Styrkja lógargrundarlagið undir Føroysku Altjóða Skipaskránni, so bert dygdarskip, ið lúka høg umhvørviskrøv og altjóða reglur kunnu verða skrásett. Fult innlit skal vera í eigaraskrá.
● Seta fremstu krøv til umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi og trygd á sjónum.
● Styrkja sjótilbúgvingina og millumlanda samstarvið um tilbúgving á sjónum.
Byggi- og handverksvinna
Byggivinnupolitikkur floksins hevur sum mál, áhaldandi at styrkja og góðska byggivinnuna. Byggivinnan skapar nógv arbeiðspláss kring landið og er hin týdningarmesta vinnan, tá um ræður at útvega býli og bygningar til fólk og vinnu. Byggivinnan gevur ungum góðar møguleikar fyri útbúgving og fakligari menning. Og henda breitt samansetta vinna er við til at skapa trivnað og framburð við byggilist, byggifrøði og dygdargóðum handverki.
Land og kommunur byggja nógv. Vit vilja skapa góðar umstøður og greiðar reglur fyri útbjóðing við meira, so føroyskar fyritøkur altíð hava møguleika at bjóða seg fram. Vit vilja hava føroyskar loysnir til byggivinnuna, soleiðis, at bygt verður eftir umstøðunum her, og soleiðis at vitan og førleikar áhaldandi verða bygd upp í landinum.
Byggivinnan telist í heimshøpi millum tær vinnur, sum brúka mest tilfeingi, og er sostatt ein hin mest týðandi liðurin at fáa við í tann ringbúskapin, sum vit ynskja at flyta okkum yvir í. Tí er umráðandi at skapa umstøður fyri, at byggitilfar fer í ringrás og kann endurvinnast og endurnýtast.
Samanspæl ímillum bygningar, lendi, burðardygd og trivnað hjá íbúgvum og vinnu eigur at verða liður í allari almennari bygging, eins og virðing fyri fagurfrøði. Grønar orkuloysnir skulu vera ein sjálvsagdur partur av almennari og privatari bygging.
Skilagóðir karmar um vinnuna skulu eisini tryggja, at meira kann byggjast til ein kostnað, sum fólk hava ráð til. Tað skal loysa seg hjá øllum at byggja umhvørvisvinarligt.
Tjóðveldi vil
● Alt alment útbjóðingartilfar skal skipast soleiðis, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða seg fram á jøvnum føti.
● Byggivinnan skal hava føroyskar loysnir á altjóða støði, mentar av føroyskum ráðgevara- og byggifyritøkum.
● Byggireglugerð og lóggáva skulu tillagast viðurskiftunum í Føroyum.
● Landsverk skal styrkjast í uppgávuni at røkja byggiharrauppgávur og bygningsrakstur hjá landinum.
● Nýggj og nútíðarhóskandi útbjóðingarlóg verður gjørd, sum tryggjar líkarætt og javnbjóðis atgongd hjá fyritøkum í byggivinnuni til almennar verkætlanir.
● Betri faklig fyrireiking og dyggari verkætlanargrundarlag hjá øllum ábyrgdarhavarum, skal tryggja rættari kostnað og skipan av almennum byggiverkætlanum.
● Nýggja lóg um talgilding av almennum byggiverkætlanartilfari og talgilt útboð av byggiverkætlanum.
● Tryggja vinnuni atgongd til at skilja sundur og at fáa atgongd til at endurvinna brúkt byggitilfar, og harvið minka munandi um burturkastið.
● Ávísur partur av byggikostnaðinum hjá tí almenna skal vera markast til list.
KT og talgilding
Fyri Tjóðveldi er talgild menning ein fortreyt fyri øktum búskaparvøkstri og øktari vælferð. KT-førleikar á heimsstigi og KT-vinnumenning skulu á tryggan hátt bera Føroyar inn í talgildu framtíðina.
Vit hava eitt væl útbygt KT-undirstøðukervi og fólk við dyggum førleikum. Tí er grundarlagið gott til at menna talgildar loysnir, sum kunnu skapa virðir fyri borgarar, virkir og føroyska samfelagið.
Málið er ein lættari gerandisdagur og ein smidligari rakstur av samfelagnum og hjá vinnuni. Vit skulu menna talgildar tænastur í almenna geiranum, og soleiðis eisini menna føroysku KT-vinnuna. Hesar talgildu tænastur skulu sniðgevast við denti á trygd og brúkaravinsemi. Við betri tænastum til fólk og virki og einari einfaldari fyrisiting, sum tørvar at vera væl samansjóðað. Tænasturnar skulu vera tryggar og lættar at brúka, ikki minst hjá teimum við skerdum førleikum.
Tað skal gerast lættari at vera føroyingur í altjóða talgilda heiminum og føroyskt kennast aftur í øllum lutum. Fólkið skal setast í miðdepilin, øll skulu fáa gagn av møguleikunum, og vit verja okkara samleika, mentan og føroyska málið - tað er grundtreytin handan menningina.
Tjóðveldi vil
● Eina føroyska visjón um talgilding, sum vit øll eiga, og sum verður dagførd leypandi.
● Tað almenna, land og kommunur bjóða út fleiri ítøkiligar verkætlanir at eggja til eina sterka føroyska KT-vinnu.
● Gagnnýta serligu møguleikarnar at loysa orku- og umhvørvisavbjóðingar.
● Raðfesta skilagóðar KT-loysnir at frígeva orku til heilsu- og umsorganaruppgávur.
● Tað almenna skal stuðla útflutningi av føroyskum dyggum KT-loysnum.
● Stovnsliga lendið skal samansjóðast um talgildingarmál, so tað er greitt, hvør myndugleiki er fyri hvat.
● Byggja eitt “Talverk” til at hava ábyrgd av at gera ætlan, menna og reka skipanir at tryggja føroyska málið og fyrihalda seg til etiskar spurningar í talgildingini. Undir hesum øktari skíggjanýtslu hjá børnum og ungum og ávirkan á trivnað, felagslív, mál og samfelagslív.
● Skúlaskipanin leggur størri dent á frálæru í KT.
● Setrið bjóðar út viðkomandi KT-útbúgvingar, sum gevur atgongd til heimsins fremstu universitet.
● Allir borgarar og fyritøkur fáa møguleika at velja ein tryggan teldupost frá almennu Føroyum.
● Talgild undirskrift skal kunna brúkast í øllum viðurskiftum, har tað er viðkomandi.
● Øll prógv, skeið og góðkenningar, ið borgarar í Føroyum hava staðið, skulu fáast talgilt.
● Lógarverkið skal lagast talgilda veruleikanum, og óneyðugar forðingar fyri talgildum framburði lúkast burtur.
● Við betri gjøgnumskygni og góðsku í skrásetingum og málsviðgerð, skal trygdin hjá borgarum og vinnufyritøkum vaksa munandi.
● Høga KT-trygd og menning at trygdarførleikum, at verja land og borgarar ímóti KT-kriminaliteti og netálopum.
● Stimbra undir vinnur, ið krevja høgan KT-førleika, eitt nú rúmdartengda vinnu og -gransking.
Frælsur og væl skipaður arbeiðsmarknaður
Tjóðveldi ynskir ein virknan og smidligan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum rúmar øllum borgarum, við teirri styrki og tí ríkidømi, tað gevur samfelagnum. Fræls fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg, ið hava møguleikar at samráðast á javnbjóðis støði, eru grundsúlur undir væl skipaðari vinnu og rættindum hjá hvørjum einstøkum. Ein frælsur samráðingarrættur er treytaður av, at samráðingarpartarnir í útgangsstøðinum eru javnsettir, og má hetta tí tryggjast.
Vit ásanna, at samráðingar einsamallar ikki altíð røkka til rættvísa løn og rættvísar sømdir fyri allar lønarbólkar á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tí alneyðugt, at lyfta lægstu lønarbólkarnar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum upp á eitt virðiligt støði, so til ber at liva av lønini. Og tímaløntum má veitast tryggari kor. Hetta er eisini avgerandi, skal arbeiðsmarknaðurin vera kappingarførur í mun til arbeiðsmegina.
Tjóðveldi vil tí í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum seta eina lønarpulju til at lyfta teir lægstu lønarbólkarnar, serliga í vælferðarstørvum, sum søguliga hava verið afturúrsigld, tá tað um løn ræður. Og vit vilja arbeiða fyri, at arbeiðsvikan stigvíst í lóg verður lækkað til í mesta lagið 37 tímar.
Førleikamenning og eftirútbúgving mugu avspeglast í løn og starvsstigi. Og eftir treytum, sum partarnir áseta í sáttmála, skal bera at fáa góðkent arbeiðsroyndir á jøvnum føti við aðra førleikamenning.
Ein væl virkandi barsilsskipan er eitt hjartabarn hjá Tjóðveldi, og halda vit fram at gera skipanina betri, so familjur fáa góðar møguleikar at fáa barsil, familju- og arbeiðslív at hanga saman.
Fyri Tjóðveldi er javnstøða og tað, at allir borgarar, ikki minst fólk við skerdum førleikum, telja við, ein sjálvsagdur rættur í øllum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum. Bæði almenn og privat arbeiðspláss eiga at taka hesa ábyrgd á seg.
Mentanarligt virksemi
Við einum nýggjum tjóðleikhúsi skulu nýggjar verkætlanir innan leiklist stuðlast.
Tøkniliga, talgilda menningin krevur at vit bjálva okkum væl at taka ímóti teimum nógvu og áhaldandi mentanarligu rákunum, ið heimurin kring okkum bjóðar av við. Tí mugu vit seta meira pening av til føroyskar verkætlanir innan film, telduspøl, tónleik, myndlist og bókmentir, samstundis sum føroyingar verða eggjaðir og stuðlaðir til at fáa sær fjølbroyttar útbúgvingar innan hesi øki.
Politiskt mál: (úr valskránni 2022)
● Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týðaragrunn, miðlagrunn og filmsgrunn.
● Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum. Allar viðurkendar listagreinir í Føroyum skulu vera umboðaðar í Mentanar- og listaráði Føroya. Listafólki verða tryggjað góðar umstøður at virka undir.
● Skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti
● Yrkislistafólk skulu kunna hava samansett størv, so tey lutvíst bæði skulu kunna undirvísa og vera virkandi listafólk, um hetta er teirra ynski
● Ein skipan lík Musikkskúlaskipanini skal gerast fyri aðra list eisini, so sum myndlist, ritlist, sjónleik, film, dans og skapandi list sum heild
Føroyskur miðlapolitikkur verður orðaður:
Landsstýrið skal saman við Fróðskaparsetrinum og almennu og privatu miðlunum orða ein miðlapolitikk, sum eisini skal fevna um eina miðlastrategi fyri føroyska samfelagið, sum verður endurskoðað við jøvnum millumbili, t.d. fimta hvørt ár.
● Kringvarpið og privatir miðlar skulu styrkjast til tess at tryggja fólkaræðið og kritiska viðgerð av valdinum
● Tjóðleikhús verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag. Landið skal orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina
● Landið skal styrkja staðbundnu søvnini og mentanarvirksemið sum heild, so hesi í størri og virknari mun samstarva og virka saman við Tjóðsavninum og øðrum landsstovnum.
● Styrkja Tjóðsavnið, so tað kann styrkja staðbundnu søvnini
● Vit skulu styrkja okkara kvæðamentan og føroyska dansin í skúla, gransking og undirvísing sum heild
● Øll børn, sum ynskja tað, skulu hava møguleika at vera tikin upp á Musikkskúlanum
Tjóðveldi vil
● Øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.
● Sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og list, sammett við størri lond.
● Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
● Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týðaragrunn, miðlagrunn, filmsgrunn umframt til royndarverkætlanir og nýhugsandi verkætlanir.
● Eggjað verður til økt samstarv og nýhugsan í dagstovnum og skúlum og út í mentanarstovnar.
● Mentanar- og listaútbúgvingar verða styrktar sum lærugreinir í fólka-, miðnáms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum.
● Høvundum, týðarum og listafólki annars skulu kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.
● Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti.
Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku listagreinirnar, áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið. Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi:
Mál og bókmentir
Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Føroyskt mál skal mennast og verða fult samfelagsbært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar samfelagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.
Neyðugt er at styrkja stovnar sum Nám, Kringvarpið og Søvn Landsins, so teir kunnu ganga á odda í tí miðvísa arbeiði, sum krevst, fyri at styrkja og geva føroyska málinum og mentanini ta tign í gerandisdegnum og í framtíðini, sum tað av røttum eigur.
Tjóðveldi vil
● Tilmælini í málstevnuálitinum ”Málmørk” frá 2008 verða tikin til viðgerðar og dagførd.
● Høvundum, týðarum og listafólki annars skal kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.
● Týðaragrunnur verður settur á stovn.
● Játtan til føroyska bókaútgávu og útgávu av teldutøkum tilfari á føroyskum verður styrkt munandi.
● Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari.
● Stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum, spølum, telduforritum, talgildum nýtaramótum o.s.fr.
● Stuðulin til orðabókagerð og menning av orðabókatøkni og netorðabókum verður øktur.
● Føroyskum børnum uttanlands verður veitt móðurmálsundirvísing gjøgnum KT-samskifti og onnur undirvísing.
Skapandi list og mentan
Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk. Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum betri samfelag, har fólkið trívist. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.
Tjóðveldi vil
● List, mentan og sangur skulu verða sjálvsagdur partur av virkseminum í barnagørðum og skúlum.
● Tryggja góðar umstøður til undirvísing í tónleiki, sjónleiki, myndlist og bókmentum.
● Geva yrkislistafólki møguleikan at hava samansett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.
● Fáa til vega listabústaðir til arbeiðsbýli at hýsa listafólki avmarkað tíðarskeið.
● Orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.
● Í øllum almennum byggiverkætlanum skal ávís upphædd av byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list í almenna rúminum.
● Stuðla mentanarligari og listaligari gransking og skipanum, ið virka fyri útflutningi av føroyskari list og mentan.
● Filmsgrunnur skal setast á stovn at veita stuðul og fígging til føroyskar filmsspírar og -framleiðarar.
● Filmsgrunnurin verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spælifilm úti í heimi.
Mentanarstovnar
Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú Tjóðsavnið og Landsskjalasavnið, hava eina sera týðandi uppgávu í samfelagnum og mótvegis borgaranum. Tí er neyðugt við greiðari og tíðarhóskandi lóggávu á savnsøkinum. Tjóðsavnið eigur sum leiðandi savn í Føroyum at fáa góð kor at arbeiða undir. Fremsta endamál hjá søvnum okkara er at skráseta, innsavna og varðveita okkara mentanararv, og á fjølbroyttan hátt miðla sína vitan og veita upplýsing. Mentanararvurin á søvnunum má tryggjast, so hann ikki forferst, men eisini er tøkur til komandi ættarlið.
Savnsvirksemi snýr seg í stóran mun eisini um at skapa trivnað, samleika og nýhugsan millum fólk í einum virknum nærumhvørvi, so fólk kring landið kunnu skipa sín áhuga og kenna ognarskap í at reka mentanarsøguligt virksemi. Tjóðsavnið, Landsskjalasavni og Landsbókasavnið hava yvirskipaða, fakliga ábyrgd og skulu seta karmar, men dentur skal verða lagdur á, at hugskot, átøk og søvn, sprottin úr lokalumhvørvinum og frá einstaklingum, merkja tað útinnandi og dagliga bygdasavnsvirksemið.
Sum tjóð í miðjum Norðuratlantshavi, sum hevur ment seg í og við náttúruni á sjógvi og landi, eiga vit at hugsa stórt á savnsøkinum. Vit eiga at menna nýggj søvn og útbyggja søvn, sum goyma og skapa vitan og gransking um ta ríku søgu, tær royndir, tað tilfeingið og tær avbjóðingar, ið vit hava.
Tjóðveldi vil
● Framkomið náttúrugripasavn, sjósavn, savn fyri fiskivinnu- og skipasøgu, hvalaveiðisavn, krígssavn, listasøvn o.a. skulu mennast og útbyggjast.
● Fornminnalógin verður endurskoðað og styrkt.
● Lóg fyri fornminni og søvn skal endurskoðast og dagførast
● Lóg fyri listasøvn verður gjørd.
● Styrkja staðbundnu søvnini og mentanarvirksemið sum heild, so hesi í størri og virknari mun samstarva og virka saman við Tjóðsavninum.
● Søvnini og mentanarstovnar landsins skulu vera virkin partur í frálæruni í fólkaskúlanum og miðnámsskúlunum.
● Søvnini verða stuðlað, so tey kunnu taka lut í gransking innanlands og úti í heimi.
● Talgilda arbeiðið at tryggja mentanararvin, m.a. gomul dagbløð, skjøl og bandasøvn, verður stuðlað serstakt.
● Fornlutir og fornminni verða sjónligari og livandi partur av mentan og søgu okkara.
Tjóðleikhús og symfoniorkestur
Tjóðpallur og symfoniorkestur eru mentanarframherjar, hvørs týdningur fyri mentan, samleika og listarliga umhvørvi okkara valla kunnu yvirmetast.
Tjóðveldi vil
● Føroya Symfoniorkestri verður tryggjað haldført fíggjarligt grundarlag og sømilig kor at virka undir.
● Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.
Bókasøvn
Fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði er eitt upplýst og kritiskt hugsandi fólk. Her eru bókasøvn grundleggjandi stovnar. Bókasøvn eru kollektiva minnið hjá samfelagnum, sum goyma, skipa og skráseta alt, ið verður givið út. Tey útvega atgongd til vitan úr øllum heimi, og tey skapa grundarlagið fyri gransking á øllum fakøkjum. Tey eru samstundis millum týdningarmestu stovnar at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi kring alt landið.
Føroya Landsbókasavn, ið er millum elstu mentanarstovnar í landinum, skipar samstarv við býar-, bygda-, skúla- og meginbókasøvn kring landið, eisini um stuðulsjáttan og tilfar. Tey einstøku bókasøvnini skulu hava rúmar ræsur at skapa sítt egna fjølbroytta virksemi og gerast mentanardeplar á staðnum, sum nógv góð dømi eru um.
Tjóðveldi vil
● Bókasøvnum verður tryggjaðar betri umstøður at bjóða borgaranum tilfar, tilboð og mentanarligar upplivingar.
● Bókasøvnini verða ment samsvarandi tøkniligu og samfelagsligu menningini og kunnu bjóða lestrarumhvørvi, fjarlestrarmøguleikar, fyrilestrar og upplivingar umvegis fjarskifti o.a.
● Landsbókasavnið skal skipa tætt samstarv um størri fólkabókasøvn kring landið við longum upplatingartíðum, faklærdum fólki og hóskandi kørmum.
● Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar skal Landsbókasavnið veita vísindabókasavnstænastu.
Felagslív og livandi mentan í gerandisdegnum
Lokalsamfeløgini eru grundarlagið undir livandi mentan. Felagslív, ítróttur, trúarlív, kvøldskúlar o.a. eru týðandi lutir í mentanararbeiðinum í gerandisdegnum.
At gagnnýta náttúruna og fáast við innløgu á sjógvi og landi eru sjálvsøgd rættindi, búskaparligt ískoyti og byggir á vitan, førleikar og samstarv, sum eru ment ígjøgnum ættarlið. Hetta er samstundis grundarlag fyri trivnaði, felagsskapi og mentan.
Mentanarpolitikkurin skal tí miðvíst stuðla tí livandi felagslívinum og skapa karmar fyri at varðveita og menna siðaarvin og mentanartiltøk í gerandislívinum kring landið.
Føroyski dansurin, føroysku klæðini, føroyskt bátasmíð, byggilist og handverk, ull og heimavirki og matmentan eru dýrmætir partar av okkara mentanararvi, sum vit hava skyldu at varðveita til eftirkomarar okkara.
Tjóðveldi vil
● At skúlar, søvn, bygdahús og mentanarhús kring landið verða stuðlað sum karmar um felagslív og livandi mentanarvirksemi á bygd og í bý.
● At samstarv er millum ta livandi mentanina í gerandisdegnum og tað skipaða mentanararbeiðið, ið áhugafeløg, mentanarstovnar og listafólk útinna.
● At føroyski dansurin og kvæðaarvurin verða styrktir og stuðlaðir og fáa størri rúmd í skúlunum.
● At handverk og førleikar, ið eru ment gjøgnum øldir á ymsu plássunum, verða varðveitt og ment.
● Øll hava rætt til at útinna sítt egna trúarlív innan lógarinnar karmar
● Fólkakirkjan er ein siðbundin landsstovnur, sum framhaldandi verður rikin og stuðlað sambært løgtingslógum.
Ítróttur
Gjøgnum ættarlið hava vit í ítrótti lært virðir, siðvenju og leikreglur. Ítrótturin er mentanarberi, samleikaskapandi, samstarvselvandi, fremjandi fyri fólkaheilsu og setir Føroyar á heimskortið. Ítrótturin kann binda okkum saman við heimin í altjóða samstarvi og er týðandi kelda til inntøkur og førleikamenning í samfelagnum.
Tjóðveldi vil
● Geva ítróttinum góðar og nútímans umstøður at virka undir kring landið.
● Stuðla tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan ítrótt, og vísa virðing fyri týdninginum, ítróttur hevur fyri einstaka borgaran og samfelagið sum heild.
● Menna breiddarítróttin kring landið, sum er mennandi, lærandi, savnandi og hevur eyðsæddan týdning fyri fólkaheilsuna.
● Gera íløgur í framkomin ítróttaranlegg.
● Stuðla úrvalsítrótt, sum hevur stóran týdning, fyrst og fremst fyri ítróttafólkið sjálvt at røkka málum, men ikki minni fyri samfelagið Føroyar.
● Menna eina úrvalsskipan, sum tryggjar, at úrmælingar hava møguleika at menna seg og sína ítróttargrein á nøktandi hátt.
● Gera eina skipan, sum stuðlar miðvísum ætlanum hjá ávísum ítróttagreinum og sersambondum at røkka settum málum fyri altjóða luttøku, landsliðsarbeiði og menning av venjarum, íðkarum og hjálparfólki.
● At átøk fyri altjóða luttøku og førleikamenning í ítrótti verða skipað.
● Ítróttamiðnám, ítróttaháskúlar og hægri útbúgving og gransking innan ítrótt skulu mennast.
● Føroyar skulu vinna altjóða limaskap fyri øll sersambond og kunna taka lut innan allar ítróttargreinir.
● Føroyar skulu hava sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC.
Landið skal hava ein mentanarpolitikk, sum sæst aftur í gerandisdegnum hjá fólki. Persónligt frælsi, talufrælsi og trúarfrælsi eru grundsúlurnar í mentanarpolitikkinum. Persónligt frælsi at vera og at skapa merkir, at ein hevur rætt at vera tann, ein er, sambært egnu sannføring.
Yvirskipaði politikkur Tjóðveldis er at tryggja fólkaræðinum bestu fortreytir og øllum borgarum javnsett rættindi og lívstreytir.
Tí er umráðandi at tryggja dygdargóða undirvísing um stríðið fyri egnum máli og rættindum sum tjóð, umframt týdningin av at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og altjóða ábyrgd í einum sínámillum treytaðum heimi.
Politikkur Tjóðveldis hevur sum mál at verja samleika, mál og mentan, ið ættarlið hava bygt upp, meðan vit samstundis virka fyri menning og integratión til gagns fyri alla tjóðina.
Javnrættur er javnvirði. Hóast eingi menniskju eru eins, eiga øll somu rættindi og ábyrgd í samfelagnum. Hetta uttan mun til kyn, húðarlit, átrúnað, uppruna, kærleikslív ella lívsval.
Javnrættur og javnstøða tryggja samfelagnum tað sosiala og mentanarliga fjølbroytnið, ið krevst fyri alsamt at mennast.
Sosialt og persónligt frælsi skal tí vera ein hóskandi partur av grundarlagnum undir einari frælsari tjóð. Minnilutabólkar eru tí ein sjávsagdur partur av javnstøðupolitikki Tjóðveldis, sum vil, at í Føroyum verða allir minnilutabólkar og grundleggjandi mannarættindi vard.
Tjóðveldi vil hava ein integratiónspolitikk í verki, sum tryggjar, at allir herbúgvandi útlendingar fáa møguleika at falla til og nýta sínar førleikar. Integratión av tilflytarum í føroyska samfelagnum setir stór krøv, men er eisini við til at menna okkum sum samfelag. Føroyska málið er lykilin til fulla luttøku í samfelagnum. Tí hevur tað stóran týdning hjá tilflytarum, ið ynskja at gerast samrunnin partur av føroyska samfelagnum, at læra føroyska málið, umframt at kenna føroyska mentan.
Við nýggju integratiónslógini, er tað integratiónsmyndugleikin, ið saman við kommununum, hevur ábyrgdina av, at integratión av tilflytarum fer fram á fullgóðan og rættvísan hátt. Tað er tí umráðandi, at kommunurnar fáa møguleika at røkja sínar uppgávur á hesum øki lýtaleyst, eitt nú við at tær seta fleiri integratiónssamskiparar og vegleiðarar í starv, har tørvur er.
Hóast batar og framstig, er stríðið fyri javnstøðu millum kvinnur og menn minni enn so av. Kvinnur eru framvegis ikki eins væl umboðaðar í politisku og vinnuligu leiðslu landsins.
Kvinnur hava sum heil lægri størv, lægri útbúgving og minni arbeiðstíð enn menn. Stórur partur av kvinnum eru í láglønarbólkinum. Størsti arbeiðsgevari hjá kvinnum er tað almenna, og stórur meiriluti av kvinnum er í starvi innan heilsu, røkt, skúla, dagstovnar og sernámsøkið.
Stakir uppihaldarar eru tann bólkur, ið hevur torførast við at liva eitt sømiligt lív í Føroyum, og tey eru í stórum fátækraváða.
Stórur meiriluti av støkum uppihaldarum eru kvinnur, sum í stóran mun leita av landinum og ikki flyta heim aftur eftir lokna útbúgving ella arbeiði uttanlands.
Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá.
Mentanarpolitikkurin skal endurspegla ynski um og tørvin á, at persónliga frælsið at skapa og tala verður virt í tí politiska lívinum og í samfelagnum sum heild.
Mentanarpolitikkurin hjá Tjóðveldi snýr seg um okkara samleika sum tjóð og fólk við øllum tí fjølbroytni, tað ber í sær. Mentanarpolitikkurin hevur til endamáls at tryggja, styrkja og menna okkara felags mentanararv og mentanarliga tilfeingi.
Mentanarpolitikkurin skal gera tað møguligt hjá okkum at fremja eina vælvirkandi integratión í føroyska samfelagnum, har rúm eisini skal vera fyri nýhugsan, víðskygni og mentanarligum fjølbroytni.
Miðlanýtsla og miðlaførleiki
Ein sjálvstøðug og óheft pressa er ein av súlunum undir einum virknum fólkaræði. Miðlarnir hava ovurhonds stóra ávirkan á samfelagið, medvit, samleika, mentan og fólkaræði. Somuleiðis hava miðlarnir týðandi leiklut í at varðveita og menna føroyska málið.
Ein fjølbroytt og kritisk pressa skal tryggja, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið veruliga tæna fólkinum. Tí kann fjølmiðlavirksemi ikki burturav latast upp í hendurnar á marknaðarkreftunum, men skal vera skipað eftir almennum leisti, ið tekur atlit til øll sløg av miðlum.
Kringvarpið eigur í hesum sambandi at verða styrkt, so tað til fulnar kann røkja sínar public-service-uppgávur. Umstøðurnar hjá teimum privatu miðlunum mugu betrast, so teir í størri mun kunnu liva upp til treytirnar at vera frælsir og óheftir, og ikki einans vera noyddir at laga seg eftir fíggjarligum og peningaligum áhugamálum.
Karmarnir kring miðlarnar og fakliga støðið mugu styrkjast, eitt nú við, at miðlaútbúgving verður sett á stovn á Fróskaparsetrinum ella sum ein hægri útbúgving á Glasi.
Fyri at tryggja persónliga frælsi at skapa, skriva og tala alment og frítt og við ábyrgd, skal opinleiki og innlit í umsiting og fyrisitingarligar avgerðir vera sjálvsagdur rættur hjá pressuni og borgarunum.
Ungdómurin
Komandi ættarlið eru grundarlag undir framtíðar Føroyum, og ungdómur okkara skal hava ávirkan, ábyrgd og javnbjóðis møguleikar í samfelagnum.
Øllum ungum skal tryggjast møguleikin fyri innihaldsríkum ungdómi, ið ger tey før fyri at liva eina sjálvstøðuga og innihaldsríka tilveru við virknari luttøku í samfelagslívinum.
Børnini og tey ungu skulu læra at samskifta, samráðast og taka avgerðir í einum samfelag, har ið rúm skal vera fyri ymiskum hugsjónum og meiningum. Tey skulu hava ávirkan á sítt umhvørvi, á skúlagongd, arbeiðstreytir, frítíð og sínar framtíðarmøguleikar.
Føroyar skulu áhaldandi verða kappingarførar í stríðnum fyri at veita ungdóminum góð og spennandi útbúgvingartilboð, so tey velja føroyskar útbúgvingar heldur enn at fara av landinum at taka útbúgving. Tað krevur, at almennu Føroyar fáa loyst avbjóðingarnar við eitt nú at útvega teimum ungu lesandi og teimum, sum eru í útbúgving, egnan bústað og spennandi lestrar- og útbúgvingarumhvørvi, har tey ungu trívast og kenna seg hoyrd.
Eisini er umráðandi, at tey ungu hava møguleika at gera sær arbeiðsroyndir. Fleiri megna ikki at finna fótafesti í útbúgvingarskipanini, og tað er ein avbjóðing fyri fleiri, at læru- og praktikkpláss tróta, hóast talið av lærusáttmálum hevur ligið javnt høgt tey seinastu árini.
Øll ung eiga at koma væl ígjøgnum ungdómsárini. Summi hava tørv á einari útrættari hond fyri at finna fótafesti í tilveruni. Tjóðveldi vil, at øll ung skulu tryggjast møguleikan at fáa vegleiðing um næstu stig, eftir at tey eru liðug við fólkaskúlan, og tey ikki vita, um tey skulu halda fram í útbúgvingarskipanini, ella um tey heldur ynskja at fara út í arbeiðslívið. Sum er, hava hesi onga trygd fyri, at ein hjálpandi hond er tøk, tá avbjóðingarnar vísa seg.
Mál, mentan og list
Mentan og list staðfesta okkara samleika og mynda okkum sum fólk og samfelag í heiminum. Mentan og list eru úrslit av tógvum stríði gjøgnum øldir, millum ættarlið og í fólki í dag. Tað er mentanin og listin, sum gevur okkum íblástur og ger, at vit vilja búgva og virka í hesum landi, okkara landi, Føroyum. Tí skulu vit eisini gera veruligar íløgur í mentan og list.
Við einum víðskygdum, fevnandi og væl orðaðum mentanarpolitikki lyfta vit føroyska samfelagið inn í framtíðina.
Mentanarpolitikkurin hjá Tjóðveldi skal snúgva seg um okkara samleika sum tjóð og fólk við øllum tí fjølbroytni, tað ber í sær. Mentanarpolitikkurin hevur til endamáls at tryggja, styrkja og menna okkara felags mentanararv og mentanarliga tilfeingi. Mentanarpolitikkurin skal virka fyri, at vit fáa framt eina vælvirkandi integratión í føroyska samfelagnum, har rúm eisini skal vera fyri nýhugsan, víðskygni og mentanarligum fjølbroytni.
Innihaldið í mentanarpolitikkinum
Mentan og list er at skapa, endurnýggja og viðgera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni og víðskygni, og tær skapa framburð og gera Føroyar sjónligar og virknar millum aðrar tjóðir. Við einum framsóknum mentanarpolitikki styrkja vit og menna føroyskt mentanarlív á øllum týðandi økjum.
Tjóðveldi vil, at vit seta ein størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og list. Tjóðveldi vil, at vit seta á stovn Mentanar- og listaráð Føroya, sum skal vera óheft og umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir til mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
Føroyska málið
Føroyska málið skal tryggjast sum fult samfelagsberandi mál, so tað ongantíð kemur í ta støðu at skula vera mett og viðfarið sum eitt sonevnt minnilutamál.
Tí skulu vit stuðla mentanarligum og mennandi virksemi, ið kann tryggja grundarlagið undir føroyska málinum enn betur, so føroyskt heldur á at styrkja sína støðu á øllum økjum í samfelagnum.
Okkara almennu stovnar, sum varða av føroyska málinum, og skulu tryggja, at tað framhaldandi mennist og er lívsørt millum okkum, verða stuðlaðir við oyramerktum upphæddum til júst hetta endamál:
Fróðskaparsetur Føroya fær fígging at seta á stovn MA-útbúgving í miðlafrøði, ið skal byggja á tær verandi BA- ella BS-útbúgvingarnar á Setrinum.
Føroyamálsdeildin verður styrkt munandi í síni gransking í føroyskum máli og bókmentum.
Kringvarp Føroya verður styrkt munandi í at miðla føroyskt mál, føroyskar bókmentir og mentan sum heild á óheftan, viðgerandi og kritiskan hátt.
Aðrar mentanarligar og listarligar verkætlanir, ið eru við til at styrkja ein fjølbroyttan samleika og støðuna hjá føroyska málinum verða stuðlaðar serstakt.
Við einum nýggjum tjóðleikhúsi skulu nýggjar verkætlanir innan leiklist stuðlast.
Tøkniliga, talgilda menningin krevur at vit bjálva okkum væl at taka ímóti teimum nógvu og áhaldandi mentanarligu rákunum, ið heimurin kring okkum bjóðar av við. Tí mugu vit seta meira pening av til føroyskar verkætlanir innan film, telduspøl, tónleik, myndlist og bókmentir, samstundis sum føroyingar verða eggjaðir og stuðlaðir til at fáa sær fjølbroyttar útbúgvingar innan hesi øki.
Politiskt mál: (úr valskránni 2022)
● Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týðaragrunn, miðlagrunn og filmsgrunn.
● Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum. Allar viðurkendar listagreinir í Føroyum skulu vera umboðaðar í Mentanar- og listaráði Føroya. Listafólki verða tryggjað góðar umstøður at virka undir.
● Skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti
● Yrkislistafólk skulu kunna hava samansett størv, so tey lutvíst bæði skulu kunna undirvísa og vera virkandi listafólk, um hetta er teirra ynski
● Ein skipan lík Musikkskúlaskipanini skal gerast fyri aðra list eisini, so sum myndlist, ritlist, sjónleik, film, dans og skapandi list sum heild
Føroyskur miðlapolitikkur verður orðaður:
Landsstýrið skal saman við Fróðskaparsetrinum og almennu og privatu miðlunum orða ein miðlapolitikk, sum eisini skal fevna um eina miðlastrategi fyri føroyska samfelagið, sum verður endurskoðað við jøvnum millumbili, t.d. fimta hvørt ár.
● Kringvarpið og privatir miðlar skulu styrkjast til tess at tryggja fólkaræðið og kritiska viðgerð av valdinum
● Tjóðleikhús verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag. Landið skal orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina
● Landið skal styrkja staðbundnu søvnini og mentanarvirksemið sum heild, so hesi í størri og virknari mun samstarva og virka saman við Tjóðsavninum og øðrum landsstovnum.
● Styrkja Tjóðsavnið, so tað kann styrkja staðbundnu søvnini
● Vit skulu styrkja okkara kvæðamentan og føroyska dansin í skúla, gransking og undirvísing sum heild
● Øll børn, sum ynskja tað, skulu hava møguleika at vera tikin upp á Musikkskúlanum
Tjóðveldi vil
● Øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.
● Sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av landsins fíggjarlóg til mentan og list, sammett við størri lond.
● At bond og stýring ikki verða løgd á mentanararbeiði, men at tað nælir og veksur á frælsum grundarlagi
● Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðulsjáttanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
● Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týðaragrunn, miðlagrunn, filmsgrunn umframt til royndarverkætlanir og nýhugsandi verkætlanir.
● Eggjað verður til økt samstarv og nýhugsan í dagstovnum og skúlum og út í mentanarstovnar.
● Mentanar- og listaútbúgvingar verða styrktar sum lærugreinir í fólka-, miðnáms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum.
● Høvundum, týðarum og listafólki annars skulu kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.
● Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, lønar- og eftirlønarviðurskifti.
Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku listagreinirnar, áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið. Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi:
Mál og bókmentir
Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar avbjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða samstarvi.
Føroyskt mál skal mennast og eiga sess á øllum rongum og gerast fult samfelagsbært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar samfelagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.
Neyðugt er at styrkja stovnar sum Nám, Kringvarpið og Søvn Landsins, so teir kunnu ganga á odda í tí miðvísa arbeiði, sum krevst, fyri at styrkja og geva føroyska málinum og mentanini ta tign í gerandisdegnum og í framtíðini, sum tað av røttum eigur.
Tjóðveldi vil
● Tilmælini í málstevnuálitinum ”Málmørk” frá 2008 verða tikin til viðgerðar og dagførd.
● Høvundum, týðarum og listafólki annars skal kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.
● Týðaragrunnur verður settur á stovn.
● Játtan til føroyska bókaútgávu og útgávu av teldutøkum tilfari á føroyskum verður styrkt munandi.
● Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liðiligari.
● Stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týðing av bókmentum, filmum, spølum, telduforritum, talgildum nýtaramótum o.s.fr.
● Stuðulin til orðabókagerð og menning av orðabókatøkni og netorðabókum verður øktur.
● Føroyskum børnum uttanlands verður veitt móðurmálsundirvísing gjøgnum KT-samskifti og onnur undirvísing.
Skapandi list og mentan
Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk. Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum betri samfelag, har fólkið trívist. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bókmentum, myndlist til byggilist, handverkslist, sniðgeving umframt filmslist, sum telist millum listagreinirnar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.
Tjóðveldi vil
● List, mentan og sangur skulu verða sjálvsagdur partur av virkseminum í barnagørðum og skúlum.
● Tryggja góðar umstøður til undirvísing í tónleiki, sjónleiki, myndlist og bókmentum.
● Geva yrkislistafólki møguleikan at hava samansett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.
● Fáa til vega listabústaðir til arbeiðsbýli at hýsa listafólki avmarkað tíðarskeið.
● Orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.
● Í øllum almennum byggiverkætlanum skal ávís upphædd av byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list í almenna rúminum.
● Stuðla mentanarligari og listaligari gransking og skipanum, ið virka fyri útflutningi av føroyskari list og mentan.
● Filmsgrunnur skal setast á stovn at veita stuðul og fígging til føroyskar filmsspírar og -framleiðarar.
● Filmsgrunnurin verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spælifilm úti í heimi.
Mentanarstovnar
Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú Tjóðsavnið og Landsskjalasavnið, hava eina sera týðandi uppgávu í samfelagnum og mótvegis borgaranum. Tí er neyðugt við greiðari og tíðarhóskandi lóggávu á savnsøkinum. Tjóðsavnið eigur sum leiðandi savn í Føroyum at fáa góð kor at arbeiða undir. Fremsta endamál hjá søvnum okkara er at skráseta, innsavna og varðveita okkara mentanararv, og á fjølbroyttan hátt miðla teirra vitan og veita upplýsing. Mentanararvurin á søvnunum má tryggjast, so hann ikki forferst, men eisini er tøkur til komandi ættarlið.
Savnsvirksemi snýr seg í stóran mun eisini um at skapa trivnað, samleika og nýhugsan millum fólk í einum virknum nærumhvørvi, so fólk kring landið kunnu skipa sín áhuga og kenna ognarskap í at reka mentanarsøguligt virksemi. Tjóðsavnið, Landsskjalasavni og Landsbókasavnið hava yvirskipaða, fakliga ábyrgd og skulu seta karmar, men dentur skal verða lagdur á, at hugskot, átøk og søvn, sprottin úr lokalumhvørvinum og frá einstaklingum, merkja tað útinnandi og dagliga bygdasavnsvirksemið.
Sum tjóð í miðjum Norðuratlantshavi, sum hevur ment seg í og við náttúruni á sjógvi og landi, eiga vit at hugsa stórt á savnsøkinum. Vit eiga at menna nýggj søvn og útbyggja søvn, sum goyma og skapa vitan og gransking um ta ríku søgu, tær royndir, tað tilfeingið og tær avbjóðingar, ið vit hava.
Tjóðveldi vil
● Framkomið náttúrugripasavn, sjósavn, savn fyri fiskivinnu- og skipasøgu, hvalaveiðisavn o.a. skulu mennast og útbyggjast.