Floksskipan

Tjóðveldi er í sær sjálvum eitt fólkaræði við greiðum bygnaði. Í flokkinum hevur tað stóran týdning at vit virka sum ein rørsla, sum hevur sínar røtur millum fólkið kring alt okkara land. Tað er hjá fólkinum, at alt hevur sína byrjan.

Aðalstjórn

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Sirið Stenberg
Floksforkvinna
John Dalsgarð
Kassameistari
Høgni í Stórustovu
Aðalstjórnarformaður
Hervør Pálsdóttir
Næstforkvinna

Floksleiðsla

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Sirið Stenberg
Forkvinna
Høgni í Stórustovu
Aðalstjórnarformaður
Hervør Pálsdóttir
Næstforkvinna

Floksskrivstovan

Floksskrivstovan er í Havn.

Floksskrivstovan hevur settan floksskrivara, Áka Andreasen, sum tekur sær av floksskrivstovuni nakrar tímar um vikuna.

Heimasíða Tjóðveldis hevur tíðindi frá politiska pallinum umframt viðmerkingar um tað, sum viðkemur politisku støðuni.

Floksskrivstovan svarar fegin spurningum og vil fegin frætta frá tjóðveldisfólki, sum vil flokkinum eitthvørt.

Telefon nummari hjá floksskrivstovuni er 22 99 46.

Til ber eisini at senda floksskrivstovuni teldubræv á loysing@post.olivant.fo

Økisfeløgini

Valdømisfeløg eru skipað í hvørjum valdømi sær. Feløgini eru sambindingarlið limanna til stýrandi skipanir floksins.

Valdømisfeløgini virka eftir egnum lógum, sum verða sendar starvsnevndini til kunningar. Starvsnevndin kann leggja lógirnar fyri aðalstjórnina til góðkenningar. Um aðalstjórnin krevur broytingar í lógunum hjá einum valdømisfelag, kann hetta einans gerast við samtykki frá flokstinginum.