Unga Tjóðveldið
Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið. Felagið hevur heimstað í Føroyum.
Nevndin
Aðalstjórnarumboð
Set teg í samband
við okkum
Upplýsingar um økisfelagið
§ 1. Felagið
Stk. 1. Navn felagsins er Unga Tjóðveldið.
Stk. 2. Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið. Felagið hevur heimstað í Føroyum.
§ 2. Endamál
Endamál felagsins er at virka fyri stovnsetan av sjálvstøðugari føroyskari tjóð, og styðja ogfremja tjóðveldishugsjónina, soleiðis sum hon kemur til sjóndar í stevnu Tjóðveldis.
§ 3. Limir
Stk. 1. Limur kann gerast hann, ið tekur undir við stevnu floksins og er undir 30 ár.
Stk. 2. Tann, ið er yvir 30 ár, gerst stuðulslimur.
Stk. 3. Limur kann ikki vera limur í øðrum politiskum ungmannafelag ella politiskum flokki íFøroyum samstundis Tjóðveldi undantikið.
Stk 4. Landsnevndin skrásetir limir, ið ynskja at tekna seg í felagið. Limur skal sjálvur strikatilmelding sína, um ynski er til tess. Um hann ynskir at gera hetta, skal hann beralandsnevndini boð um hetta.
Stk. 5. Er illgruni um, at limur onkursvegna tarnar ella arbeiðir í móti áhugamálum felagsins,verður máli tikið upp av landsnevndini. Landsnevndin ger av, um málið skal takast upp á landsfundi ella eykalandsfundi. Mannagongdir skulu gerast um hetta. Landsnevndin setir segi samband við viðkomandi og boðar frá mannagongdunum. Landsnevndin hevur ikki heimildat burturvísa limi.
§ 4. Landsfundurin
Stk. 1. Landsfundurin er evsta vald Unga Tjóðveldsins.
Stk. 2. Allir limir felagsins undir 30 ára aldur hava rætt til at atkvøða.Stk. 3. Limagjald verður ásett av landsfundinum.
Stk. 3.1. Verður onki samtykt á landsfundinum ásetir landsnevndin limagjaldið.
Stk. 4. Regluligur landsfundur verður hildin á hvørjum árið í marsmánað. Undir serligumumstøðum kann landsnevndin útseta áðurnevndu freist. Fundarboð verða givin minst tværvikur undan landsfundinum.
Stk. 5. Á landsfundinum verður grannskoðaður roknskapur lagdur til góðkenningar.Stk. 6. Landsnevndin ger sjálv skrá fyri landsfundin.
§ 5. Landsnevndin
Stk. 1. Evsta vald millum landsfundir og eykalandsfundir er landsnevndin.
Stk. 2. Umboðini í landsnevndini, ið ikki verða vald sambært § 5 Stk. 5, verða vald á árligalandsfundinum við loyniligari atkvøðugreiðslu. Forkvinna/maður verður vald/ur umvegisserskilda atkvøðugreiðslu.
Stk. 3. Landsnevndin skal verða mannað av 3, 5, 7 ella 9 nevndarlimum.
Stk. 4. Tiltakslimir verða valdir samstundis sum nevndarlimir, og verða tey tiltakslimir eftirraðfylgju, ið ikki fáa fastan nevndarsess.
Stk. 5. Økisfeløgini eiga ein landsnevndarsess hvør, og velja økisfeløgini sjálvi hetta umboð.Stk. 6. Landsnevndin, undantikið forfólkinum (§ 5 Stk. 2), skipar seg sjálv.
§ 6. Altjóðanevndin
Stk. 1. Landsnevndin setur eina nevnd við minst einum umboði úr landsnevndini.
Stk. 2. Formaðurin í nevndini skal vera limur í landsnevndini.
Stk. 3. Hægst 3 fólk sita í nevndini.
§ 7. Tekningarregla
Stk. 1. Felagið verður teknað av forkvinnu/manninum, næstforkvinnu/manninumog peningarøklinum í felag.
§ 8. Eykalandsfundur
Stk. 1. Eykalandsfundurin hevur eins stórt vald og landsfundurin.
Stk. 2. Eykalandsfundurin við framløgu av fundarskrá verður lýstur, um landsnevndin ella eittav økisfeløgunum krevur tað. Eykalandsfundurin verður hildin í seinasta lagið tvær vikur eftir at krav um fund er sett fram.
Stk. 3. Fundarboð verða givin minst eina viku undan eykalandsfundinum.
§ 9. Viðtøkur
Stk. 1. Viðtøkur á lands- og eykalandsfundi verða gjørdar við vanligum meiriluta.
§ 10. Lógarbroytingar
Stk. 1. Uppskot um lógarbroytingar í hesari reglugerð kunnu setast fram av landsfelagnum,økisfelagi ella av limum felagsins.
Stk. 2. Lógarbroytingar staðfestast á lands- ella eykalandsfundi við einum meiriluta av 2/3 av møttu limunum.
§ 11. Avtøka av felagnum
Stk. 1. Avgerð um avtøku av felagnum verður tikin á lands- ella eykalandsfundi við 3/4 ímeiriluta.Stk. 2. Verður felagið avtikið fella møguligar ognir til Tjóðveldi.