Eirikur í Jákupstovu

Um tú kallar tað loysing, ríkjafelagsskapur, frælsur felagsskapur ella okkurt annað, so snýr tað óansæð um at staðfesta Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land hjá Sameindu Tjóðum. At fáa amboðini, sum fylgja við hesum er grundorsøkin til, at eg havi verið aktivur í Tjóðveldisflokkinum og valdi at stilla upp í 2022, tá eg gjørdist varafólk á tingi og seinni av flokkinum varð settur í landsstýrið. Orsøkin til, at eg haldi tað vera so avgerandi at gerast sjálvstøðugt land, er at mesta framgongdin í landinum er hend, tá vit hava tikið ábyrgd sjálvi. Tað eru jú bara føroyingar, sum fyrst og fremst hugsa um áhugamálini hjá Føroyum. Nú eru vit komin hartil, at skulu okkara vinnufyritøkur, sum bera sín stóra part av samfelagnum, selja sína vøru til rættan prís, so mugu vit hava betri handilsavtalur og til tað krevst at gerast sjálvstøðugt land. Og so hevði eisini verið gott, um Elias, Jana, hini hondbóltsfólkini og ítróttarfólkini annars kundu komið til Olympisku Leikirnar. Har krevst eisini at vera sjálvstøðugt land. Tosa vit um arbeiðslag í politikki føli eg tað sum eina stóra uppgávu altíð at fara seriøst og konstruktivt til verka, so morgindagurin áhaldandi kann verða betri enn dagurin í dag. Tað vóni eg fólk hava sæð á mentanarøkinum, í almannamálum, vinnu í breiðari merking og í tilbúgving, sum eg seinasta árið havi umsitið í landsstýrinum.Eg eri uppvaksin á Eiði. Vit vóru mest á kaiini og á fótbóltsvøllinum. Í dag búgva okkara trý børn, konan og eg í Klaksvík, har eg eisini arbeiddi í fleiri ár sum vinnu- og mentanarstjóri fyri kommununa.

Hetta haldi eg

No items found.