Meira brenni til mentanarliga bálið

16 March 2026
Skrivað hevur
Eirikur í Jákupstovu

Um føroyskt mentanarlív var eitt bál, so var tað í løtuni so stórt og sjónligt sum øll nýggjársbálini í Føroyum tilsamans.

Eldur skal hava neista, luft og okkurt at brenna.

Neistin og tað, sum er sjálv grundin til sterkt mentanarlív, eru einstaku lista- og mentafólkini.

Luftin til mentanina kemur við at lata hana vera frælsa.

Brennið er tað, sum serliga brúkarar av mentan, men eisini land og kommunur, spjaða til fíggjarliga.

Seinastu 3 árini hevur Tjóðveldi brúkt nógva politiska orku til at leggja afturat eldinum. Og vit hava veruliga sæð, hvussu okkara menta- og listafólk hava lýst upp.

Tað ætla vit í Tjóðveldi at halda fram at stuðla uppundir.

Eirikur í Jákupsstovu

Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.