Undarligt: Nógv meira pengar til tey frísku - minni til tey sjúku

8 October 2026
Skrivað hevur
Eirikur í Jákupstovu

Undarligt: Nógv meira pengar til tey frísku - minni til tey sjúku

Okkurt er gott í fíggjarlógaruppskotinum, men nógv átti at verið øðrvísi. Tað tekur fastast, tá mann kann gera stórar raðfestingar til tey frísku, meðan sparingar verða gjørdar hjá teimum sjúku.

Hetta eigur Sambandsflokkurin fyrst og fremst ábyrgdina av. Tey, sum fleiri val á rað hava selt seg uppá viðgerðatrygd.

Her er fyrsta røðan, sum eg helt til viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum.

———

Lat meg byrja við tí góða. Tað er eitt lítið avlop á fíggjarlógaruppskotinum, líka sum tað var í fyrstu fíggjarlógaruppskotinum hjá síðstu samgongu.

Tað er eisini gott, at mann heldur fast við kósini hjá undanfarnu samgongu at halda aftur í rakstrarvøkstrinum.

Tað er eisini gott, at samgongan heldur fast við hækkaðu tilfeingisgjøldini, sum undanfarna samgonga framdi – partvíst saman við Sambandsflokkinum.

Eg taki eisini undir við nógvum av løgunum, sum eru raðfestar. At byrgingin um Haraldssund er komin á fíggjarlógina aftur er gott, tó at eg ivist um avsetta upphæddin røkkur serliga langt – men tað er so ein byrjan.

At Tjørnuvíkartunnilin eisini er á fíggjarlógini í ár er gott. Tað sama er galdandi við brúnni um Streymin og ikki minst er tað galdandi fyri øktar viðlíkahaldspengar til vegir. Kanska nakrar krónur verða til vegin við 81 holunum millum Klaksvík og Norðoyri. Og tað er eisini gott, at nakrar milliónir eru settar av til at byrja bygging av nýggjum vaktarskipi. Vónandi er hetta nakað, sum verður til úrslit og ikki bara arbeiðsbólkar og tekningar.

At landsstýrið ikki ætlar at steðga kampusverkætlanini og umvælingini av starvsfólkabygninginum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eisini gott. Tó at vit longu nú hoyra, at politikkurin hjá hesari samgonguni at niðurleggja verkætlanardeildina hjá Landsverki helst hevur við sær, at Kampusverkætlanin verður seinkað.

Men so eru eisini átøk, har eg hevði væntað mær meira.

Til dømis brúkti løgmaður ein stóran part av ólavsøkurøðuni til at fara í kríggj ímóti rúsevnamisnýtslu. Tað var TAÐ stóra málið sum stóð eftir. Og tað er eitt sera týdningarmikið mál.

Eg havi stóra virðing fyri Beini Johannesen, sum er løgmaður, men eg má viðganga, at eg helt hann vera rættiliga framligan, tá hann nú ein dagin – á veg at luttaka í einari myndarøð á sosialu miðlunum hjá danska kongshúsinum og at verða settur á eina mynd til setanina av danska tinginum – gjørdi eitt videobrot á flogvøllinum, har hann reksaði ØLL átøkini, sum hendan samgongan hevur valt at gera fyri at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu.

Eg væntaði faktiskt rættiliga nógv tá videobrotið byrjaði, men tá hann var liðugur at reksa upp vóru tað tvey ting á hesum fíggjarlógaruppskotinum.

Ein tollari til TAKS fyri 500.000 krónur og 100.000 krónur til SSP-samstarvið. Altso 600.000 krónur til til kríggið ímóti rúsevnamisnýtslu á einum uppskoti til fíggjarlóg sum javnvigar við 8 milliardum krónum. Tað merkir, at 0,075 promillur av fíggjarlógini fara til tað stóra málið í ólavsøkurøðuni.

Eg havi síðan roynt at hyggja at, hvat tað er sum fer til góðar felagsskapir, sum eftir mínum tykki eru størsta átakið, ið kann gerast fyri at fyribyrgja rúsevnamisnýtslu millum ung. Hyggi eg at ítrótti, mentan og øðrum, har hesir góðu felagsskapir ofta eru, so er ikki ein króna eyka sett av burtursæð frá einum lítlum løgustuðli til ítróttarháskúlan í Suðuroy. Ja, í grundini eru nógvar av mentakontunum lækkaðar.

Men tað er ikki bara hjá løgmanni, at tað tykist leka eitt sindur ímillum teori og praksis. Í grundini er tað Sambandsflokkurin, sum eftir mínum tykki stendur allar berast.

Orðið “viðgerðartrygd” hevur verið eitt mantra hjá Sambandsflokkinum í fleiri ár. Eg haldi tað hevur verið ógreitt, hvat tey hava meint við, men tað hevur staðið greitt fyri øllum, at málið hjá teimum hevur hevur eitt sterkt og gott føroyskt heilsuverk.

Eftir valið fekk flokkurin landsstýrisfólkið í heilsumálum, og tað var enntá samstundis avtalað í samgonguni, at ongir pengar skuldu raðfestast til frælsi frá donskum stuðli.

Tí skuldi verið lag á manni at gjørt tað, sum flokkurin lovaði áðrenn valið við einum betri heilsuverki.

Men tað ger mann ikki. Heldur hinvegin.

Í 2017 fekk Sirið Stenberg raðfest, at ein serstøk upphædd skuldi setast av á hvørjum ári til at seta nýggjar serlæknar. Í tekstinum til hesa fíggjarlógina stendur um hetta:

“Talið av serlæknum í sjúkrahúsverkinum økist støðugt. Enn er tørvurin kortini stórur. Fyri framhaldandi at kunna bjóða føroyingum viðgerðir í Føroyum á sama stigi, sum okkara grannalond bjóða, er neyðugt at fáa fleiri serútbúgvin heilsustarvsfólk.”

Hendan puljan er í fíggjarlógini strikað.

Og hvat velur mann so at raðfesta, heldur enn tey sjúku.

Jú, pengar skulu brúkast uppá, at teir frískastu pensjónistarnir skulu kunna forvinna upp ímóti einari arbeiðaraløn, áðrenn teir skulu missa eina tí einastu krónur av fólkapensjónini. Ikki tí, tað er gott, at pensjónistar arbeiða og tað loysir seg longu væl, men spurningurin er, um mann skal velja tað fram um tey sjúku.

Seta vit tað hvast upp, so kann tað henda, at 25 ára gamli starvsfelagin fær ein arbeiðsskaða, men má bíða eftir viðgerð, tí ein serlækni manglar, orsakað av, at raski og fríski 68 ára gamli arbeiðsfelagin skal hava fulla pensjón afturat sínari vanligu inntøku.

So kundi mann sagt, at var bara serlæknapuljuna, sum hetta átakið til frískar pensjónistar gekk útyvir, so kundi mann kanska funnið loysnir upp á tað.

Men afturat hesum er støðan eisini soleiðis, at nýggir kommunulæknar higartil hava verið settir á hvørjum ári. Næsta ár skal onki nýtt kommunulæknastarv verða sett.

Nei, tað hevur mann ikki ráð til, tí frískir, arbeiðandi pensjónistar skulu hava meira pengar úr landskassanum.

Í útvarpinum varð landsstýriskvinnan á økinum spurd, um tað er skilagott at senda eitt signal til føroysk læknalesandi, at tað ikki fóru at vera størv til teirra í Føroyum.

Í svarinum til útvarpskvinnuna, segði hon, at eitt slíkt signal er ørskapur.

Og eg eri samdur við henni, men tá fái eg hug at spyrja, um tað ikki er akkurát hon, sum hevur valt okkurt annað framum. Hevur hon ikki valt, at arbeiðandi pensjónistar heldur skulu hava pengarnar?

Mann kann gera átøk, so læknatørvurin minkar eitt vet. Tað kundi verið ein máti at verja, at mann ikki vil seta fleiri læknar. Eitt ítøkiligt dømi er at fáa fleiri APN-sjúkrarøktarfrøðingar, sum kunnu loysa fleiri uppgávur, ið læknar vanliga gera. Vit hava seinastu árini sæð, at Margit Stórá, og onnur í fleiri ár hava brúkt milliónir í pengum og aftur milliónir í arbeiðsorku til at seta hesa masterútbúgving í kliniskar sjúkrarøkt á stovn á Fróðskaparsetrinum. Nú er klárt. Útbúgvingin skuldi byrja næsta ár.

Men eisini har hevur mann heldur valt eina eyka styrk til frískar arbeiðandi pensjónistar framum.

Hvat so við mammunum og pinkubørnunum?

Jú, átakið “ein góð byrjan”, sum Eyðgunn Samuelsen og eg sjálvur í fíggjarnevndini stríddust fyri at fáa sett á stovn fyri nøkrum árum síðan til at hjálpa kvinnum, ið eru í vanda fyri barnsburðartunglyndi.

Tað er eisini strikað.

Hví blívi eg við at brúka dømið um styrkin til arbeiðandi pensjónistarnar? Jú, tað er heilt einfalt tí, at lat mann vera við at strika alt hetta, sum eg havi reksað upp, og í staðin lat vera við at veita arbeiðandi pensjónistum ein styrk, so vóru framvegis fleiri milliónir eftir til onnur góð átøk.

Eg sigi tað bara. Pengarnir kundi verið brúktir betri. Serliga hjá einum flokki, sum hevur viðgerðartrygd sum vørumerki og einari samgongu, sum sigur seg vilja raðfesta børnini, familjuna og tey ungu.

‍