Ein sigur er longu hálvvunnin, tá ið vit hava sett okkum hann sum mál

7 October 2026
Skrivað hevur
Sirið Stenberg
Ein sigur er longu hálvvunnin, tá ið vit hava sett okkum hann sum mál

Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini fyri 2027- 7. okt. 2026

Frú forkvinna

Ein sigur er longu hálvvunnin, tá ið vit hava sett okkum hann sum mál og arbeiða miðvíst fyri sigrinum. Hygg bara at ítróttini, vinnuni, íverksetanarumhvørvinum, lista- og mentafólkunum, tónleikinum o.ø. Hesi eru øll úrslit av stórum dreymum og ikki minst hørðum arbeiði. Altíð við málinum í eygsjón. Miðvís. At gera sítt besta, vaksa, bjóða av, byggja upp, at savna og at byggja land. Málið er altíð størri enn bara tey sjálvi.

Soleiðis vil eg gjarna lesa eina fíggjarlóg. Sum eina greiða ætlan og eina miðvísa kós fyri samfelagið um, hvønn veg vit fara, og hvussu vit kunnu gera tað enn betri í okkara fantastiska landi. Landinum, sum vit eru so heppin at búgva í, og sum vit sjálvsagt mugu eiga. Tað er okkara, og vit skulu hava skeytið.

---

Tað eru nógv í Føroyum, sum peikar rættan veg. So at siga onki arbeiðsloysi er, arbeiðsvirknið er høgt, húsarhaldini eru rímiliga væl fyri, tó so ávísir bólkar hava avbjóðingar, skuldin hjá landinum er lág, fíggjarlógin javnvigar nøkulunda, men landskassin hevur avbjóðingar við haldførinum. Vit hava ikki ráð til, at útreiðslurnar vaksa so nógv hvørt ár. Vit kunnu ikki lata samfelagið til unga ættarliðið vitandi um, at teirra avbjóðing verður størri enn okkara. Hvat er so til ráða at taka? Tað skal fíggjarlógin geva eitt boð uppá. Alt verður ikki loyst í einum, men tað hevur týdning at vísa á eina kós, sum rættar upp.

---

Fólk, sum seta sær mál, eydnast ofta og røkka málunum, tí tey vita, hvønn veg tey fara.

Heilt yvirskipað vita vit øll, at demografisku broytingarnar eru ein avbjóðing. Avbjóðingin er ikki, sum ofta verður sagt, at vit hava ov nógv eldri. Tað skulu vit fegnast um, tí tað er ein stór resoursa í samfelagnum.

Avbjóðingin er, at vit missa ov nógvan ungdóm. Eitt samfelag, sum missir so stóran part av unga fólkinum, sum vit gera, fær sjálvsagt trupulleikar. Tað fær trupulleikar bæði her og nú og við tíðini.

Ungdómur hevur sera stóra ávirkan á okkum. Ungdómur er lív, vónir, kreativitetur, er spennandi og skapandi, skapar trivnað og framtíðarvónir. Tey seta við og seta kós. Eitt samfelag við ov fáum ungum kann blíva ov skert ella ov stirvið. Tað kann gerast ein ónd ringrás, tí júst tað kann gera, at ung ikki støðast.

Á fíggjarligu síðuni eru ungdómurin og børnini størsta "íløga" eitt samfelag hevur. Øll orka verður løgd í barnaárini. Vit heinta í alt ov lítlan mun íløguna innaftur, tá ið so nógv ung flyta av landinum, og so stórur partur ikki kemur aftur. Hetta er okkara høvuðsavbjóðing.

Tað er eisini partur av at vera ungur at vilja uppliva heimin og aðrar mentanir og at taka útbúgving ella arbeiða í øðrum londum. Tí skal tað sjálvsagt vera pláss fyri. Hinvegin skulu ung ikki kenna seg noydd av landinum, tí tey t.d. ikki fáa nakað at búgva í. Øll ung, sum ynskja tað, skulu hava rætt til ein lestrar- ella lærlingabústað, og allar ungar familjur mugu hava umstøður at seta búgv.

Vit vita eisini, at fyri mong ung hevur tað eisini týdning at samfelagið er rúmsátt, tolsamt og rúmar øllum menniskjum, at javnstøða er, at góð mentanartilboð eru o.s.fr. Tað snýr seg ikki bert um útbúgvingar, lærupláss og bústað, men eisini um hugburðin í samfelagnum.

Og hvussu eru signalini í almenna rúminum? Tað er trupult hjá kvinnum at koma í landsstýrið, vit hava havt eitt langt og hart abortkjak, og lítli ælabogin í havnargøtum skapti stórt rumbul!

Tá ið man lesur fíggjarlógina, kann man spyrja, hvat skal fáa okkara ungdóm at støðast? Hvat skal fáa okkara gott 2400 kvinnur, sum mangla í, at koma aftur? Tað svarar fíggjarlógin ikki uppá. Sparingar eru á Setrinum, og ávísar útbúgvingar verða raktar. Onki er sett av til teir hundraðtals lestrarbústaðirnar, man var úti og segði, vóru á veg. Onki er um bústaðaravbjóðingina í heila taki. Kampusætlanin sær út at koma í drag vegna spjaðingina av Landsverki. Onki um javnstøðu. Mentanin er ikki raðfest, heilsuverkið og tænastan til nýggjar mammur eru skerd. Hvussu eggjandi er tað fyri ungdómin at koma heim? Tey, sum eru raðfest, eru tey, sum arbeiða uttanlands og teir fólkapensjónistar, sum kunnu arbeiða.

Tá ið man sigur seg hava eitt mál ella eina kós og ikki setur handling aftanfyri, so er tað í besta føri eitt vælmeint ynski. Men onki rennur upp úr turrum. Her mugu átøk til. Tey átøkini vilja vit fegin samstarva um.

---

Frú forkvinna

Vit hava nú eina breiða samgongu. Tí høvdu nógv sæð fyri sær, at nú komu stóru nýskipanirnar. Men tað hendir ikki. Kanska er samgongan ov breið, tí dag og dagliga eru samgongulimir úti og finnast at landsstýrinum. So stevið er onki serligt.

Tað er gleðiligt at avlop er á fíggjarlógini fyri 2027. Eg loyvi mær at siga, at uttan broytingarnar í tøku- og veiðigjøldunum hjá síðstu samgongu, so var onki avlop. Man er komin til búgvið borð. Fyrst var fólkaflokkurin ímóti at hækka gjøldini, men tey eru gliðin væl niður. Man fer ikki eftir fleiri inntøkum.

At síggja til uttanífrá fyrikemur tað sum um, landsstýrið manglar politiska kós og er meira eitt "keyp- og sølulandsstýri" Man hoyrir og sær ongantíð, at hetta gera vit, tí okkara mál er so og so. Man hoyrir bara, at hetta eru vit samd um, tí gera vit tað.

A fær givið lætta til útisiglarar, B fær mótrokningsfríu upphæddina hjá fólkapensjónistum upp í 300.000 krónur og C fær frádrátt fyri fakfelagsgjaldið. Stóru reiðaríini hava fingið loyvini longd. Men hvat fekk samfelagið Føroyar!

Onki um, hvat alt hetta merkir í longdini. Ongin langtíðarfígging av fleiri av stóru og dýru vallyftunum.

So ja, ein breið samgonga, men uttan breiðar herðar.

---

Frú forkvinna

Tað sum tekur langa tíð at byggja upp kann brótast niður upp á løtur. Gjøgnum seinnu árini hava vit í Føroyum megnað at staðið saman um ein uttanríkispolitikk. Tað hevur stóran týdning og kanska ongantíð størri enn í dag, nú støðan í heiminum tíverri er so ófriðarlig. Kríggj, ófriður og hóttanir valda, og øll heimsskipanin, sum vit kenna, tykist vera í upploysn.

Uttanríkispolitikkurin er Føroya rødd út í heim, og tá mugu vit tala við einari tungu, so vit altíð verja og røkja føroysk áhugamál. Og breið politisk semja er um, at Føroyar skulu hava fult ræði á uttanríkispolitikkinum. Vit vilja umboða okkum sjálvi og hava teir limaskapir okkum tørva og gerast statur. Til hetta krevst eitt uttanríkisapparat - eitt diplomati, sum javnt og samt arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum.

Nú skal uttanríkistænastan bara soleiðis skerjast í eini fíggjarlóg og sendistovur umskipast og lata aftur. Ongin við virðing fyri sær sjálvum kann arbeiðs soleiðis. Boðini frættast í onnur lond beinanvegin. Hvør skal taka okkum fyri fult. At siga, at man setir eina millión eyka av til Export Føroyar ístaðin, so alt er í lagi, er í besta føri óbúgvið tí uttanríkispolitikkur er ikki bert handil.

Hvussu kann man vilja ræði á uttanríkispolitikkinum og so skera greinina av, sum skal vera við at røkja sambondini við umheimin? Ella er hetta bert ein staðfesting av, at man als ikki vil uttanríkispolitikkin. Hevur løgmaður bakkað frá tjóðarsemjuni. Hetta er so tað mest heimastýrisliga í nýggjari tíð. Man bakkar av heimspallinum og beint inn í heimastýrið.

Og ikki eitt tað einasta uppskot er á tjóðskaparkós.

---

Vit í Tjóðveldi eru sannførd um, at tað sterkasta samfelagið er tað samhaldsfasta samfelagið. Líka so væl sum vit arbeiða fyri frælsu Føroyum, so hava lívskorini hjá fólkinum í landinum hægstu raðfesting.

Tí høvdu vit eisini væntað okkum - nú C er í samgongu - at síggja átøk fyri tey, sum hava lægstu inntøkurnar. Familjuískoyti broytist, tað er gott, og tí taka vit undir við. Men tað er bert til tey, sum eiga børn, hvat við teimum, sum ikki eiga børn? Skulu tey ongan bata fáa? Orkuískoytið glíður út nú, so tey hava ongastaðni at søkja. Egingjaldið til hoyritól hækkar við 2000 krónum.  

Ein vanligur fólkapensjónistur, sum bert hevur samhaldsfasta og fólkapensjón at liva av ella ein fyritíðarpensjónistur, hví fáa hesir onki, tá ið teir pensjónistar, sum arbeiða, skulu kunna forvinna 25.000 um mánaðin uttan at blíva mótroknaðir. Hví arbeiðir landsstýrið ikki fyri hesi fólkini. Tey hava brúk fyri tí. Hví ikki hækka viðbøturnar hjá pensjónistunum, so tað bert fer til tey, sum ikki hava aðra inntøku?

Frameftir verður tað soleiðis, at um ein 30 ára gamal stendur við síðuna av einum 68 ára gomlum, og teir gera sama arbeiði, so hevur tann 68 ára pensjónisturin fleiri túsund krónur meira um mánaðin. Umframt at tey eldru ikki gjalda arbeiðsmarknaðargjøld og tvungna eftirløn. Tann ungi er tann, sum hevur trupult við at seta búgv og taka stórt húsalán. Hvussu eggjandi er hetta fyri ungar familjur? Hetta kemur at skapa ein risa ójavna og ónøgd. Hetta er ikki samhaldsfast. Samhaldsfesti millum ættarlið hevur týdning fyri samanhangsmegina í samfelagnum.

---

Tað sær út til at blíva eitt trupult ár í heilsuverkinum. Serlæknapuljan er burtur, Heilsustýrið skert, Suðuroyar apotek sett á pausu, hjálpin fyri barnaburðartunglyndi er tikin burtur. Tað er gott, at skiming fyri tarmkrabba byrjar og berarakanningarnar eisini.

Á almannaøkinum eru stórar sparingar eisini. Møguliga ber hetta til, men tað er trupult at gjøgnumskoða, hvat hetta merkir. Tað fara vit at kanna í nevndini.

Á Umhvørvisstovuni skulu 4 mió sparast. Umhvørvið fyllir í heila taki lítið. Grøna kósin tykist slept. Veðurlagsráðið er avtikið og oljuleiting raðfest.

Onki er avsett til nýtt avloysaraskip til Suðuroynna.

Vit fegnast um, at Skúlin á Trøðni er raðfestur, og at Ítróttaháskúlin fær eina íløgujáttan.

---

Frú forkvinna

Ongin nátt er so svørt, at sólin ikki rísur aftur. Eisini hetta samgonguskeiðið fær ein enda. Meðan okkum leingist eftir eini kós fyri Føroyar bæði tjóðskaparliga, sosialt og mentanarliga, so kunnu vit læra av okkara fantastisku fólkum, sum settu sær mál og veruliga settu handling aftanfyri. Sum byggja land. Hyggja at ítróttafólkunum … hyggja at tónleikarunum … symfoniorkestrinum …. Hyggja at lista- og mentafólkunum … rithøvundunum, filmsfólkunum, sjónleikarunum … Hyggja at vinnulívsfólkum, arbeiðsfólki og íverksetum … o.s.fr.

Hesi vistu, at tað at seta sær mál, er hálvur sigur, og hesi arbeiddu fyri onkrum, sum var størri enn tey sjálv.

Skulu vit t.d. hava ung at støðast, so má handling til. Og tað má síggjast aftur í fíggjarlógini. Við hesum fyri eyga fara vit inn í fíggjararbeiði og fara at leggja dent á at rætta upp á sosiala - og heilsuøkinum, á tjóðskaparleiðini og fáa lyft mentanarøkið uppaftur.

‍

Meira um sama evni

No items found.