Vit peika eftirhinum Norðurlondunum, men gloyma, at flestu fingrarnir peika á okkum sjálv
Umsóknin úr Føroyum um sjálvstøðugan føroyskan limaskap er ikki avgreidd til ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, ið er í Helsinki í hesum døgum.
Vit stuðla løgmanni, ið gjørdi støðu Føroya greiða í gjár. Vit eru vónbrotin um, at málið um sjálvstøðugan føroyskan limakap ikki er avgreitt. Ein niðurstøða má koma innan stutta tíð. Vit kunnu ikki blíva við at liggja í ongamannalandi, men mugu fáa greitt at vita, um vit kunnu vera fullgildigur limur ella ikki.
Vit peika á okkum sjálv
Tá ið vit nú peika eftir hinum Norðurlondunum fyri at vera so trek um okkara limaskap, so peika fleiri fingrar inneftir enn úteftir. Vit kunnu halda fram at biðja øll onnur broyta sínar reglur fyri at rúma Føroyum. Men vit kunnu eisini broyta tað sjálvi, um vilji er til tað. Avgerðin liggur í okkara hondum. Tí er tað alneyðugt, at løgmaður tekur arbeiðið við tjóðarsemjuni í størsta álvara. Tað er avgerandi fyri Føroya framtíð og menning.
Lykilin er í tjóðarsemjuni
Í tjóðarsemjuni eru seks av sjey flokkum samdir um at broyta okkara ríkisrættarligu støðu. Vit skulu hava fult ræði á uttanríkispolitikkinum og skulu hava teir altjóða limaskapir, vit meta okkum tørvar. Til tað krevst, at vit eru eitt sjálvstøðugt land. Ein statur á jøvnum føti við onnur lond. Vit kunnu sjálvi melda okkum inn í Norðurlandaráðið í tí løtu, vit eru ein statur.
Tá fara vit úr ongamannalandi og inn í felagsskapin av javnsettum londum. Har hava Føroyar ávirkan og eru við har, ið avgerðir verða tiknar.
Vilja vit vera sjálvstøðugur partur av heiminum, sum kann samstarva á jøvnum føti við onnur lond, og sum tekur ábyrgd í einum umskiftiligum heimi? Ella ætla vit framvegis at lata øðrum okkara sess at taka avgerðir fyri okkum og um okkum?
Vit eru ikki eitt øki ella ein región, sum vit ofta verða nevnd í norðurlendskum og altjóða høpi. Vit eru eitt land, eitt fólk og ein tjóð. Vit hava sama tilverurætt sum øll onnur lond, men tann rætturin kemur ikki til okkum av sær sjálvum. Tað er upp til okkum at taka støðu.
Málið um limaskap í Norðurlandaráðnum er uppaftur eitt dømi um, hvussu trupult tað er ikki at vera sjálvstøðugt land. Vit uppliva tað sama viðvíkjandi t.d IOC limaskapinum, sum sær út at liggja langt burtur. Og soleiðis eru so mong dømi um, at vit ikki kunnu mennast í teimum ríkisrættarligu bondum, vit eru í. .
Løgmaður kann avgreiða hetta heima í Føroyum
Okkara greiða áheitan á løgmann er tí at fáa avgreitt málini í tjóðarsemjuni. Tað fer at loysa tær forðingar, vit í dag brúka orku og tíð uppá at biðja onnur broyta. Avgerðin er í okkara hondum.
