Fíggjarlógin er komin á beint, og spádda landskassahallið upp á fleiri hundrað milliónir í 2025 vísti seg at vera ein feilmeting. Ístaðin verður yvirskot á landskassaroknskapinum fyri 2025.
Útreiðsluvøksturin í almennu fyrisitingini er komin niður á uml. 3,5% í mun til tey uml. 6%, ið andstøðan hevði, tá ið hon ráddi fyri borgum. Sitandi samgonga hevur vent gongdini, hóast vit arvaðu byrðuna av ófíggjaðum átøkum fyri hundratals milliónir um árið.
Tað tykist tí heldur ótrúverdigt, ja, beinleiðis óerligt, tá ið andstøðan fer til val uppá at fáa landskassan aftur á beint.
Vit onnur hava júst brúkt alt samgonguskeiðið at rudda upp eftir teimum. Ein røð av ófíggjaðum uppskotum vóru samtykt, so upptakið hevur verið øgiligt!
Vit hava megnað at fáa yvirskot á landskassaroknskapinum og skorið vøksturin, hetta hóast stóran lønarvøkstur og methøgan prísvøkstur, lægri kvotur og við sera lágum laksaprísi. Og samstundis hava vit givið skattalætta, lønarlyft, lækkað blokkin og framt stórar raðfestingar eitt nú á mentanarøkinum. Hetta krevur rygg og beinharðan fíggjarpolitikk.
Vit kunnu heilt víst gera tað enn betur, og við langtíðartíðar íløguætlanum og skynsomum sparingum er Tjóðveldi besta boðið, um góða búskaparliga gongdin skal halda fram.
At lata tey, ið koyrdu búskapin av sporinum, koma aftur til valdið, tykist púra óansvarligt, hesi, sum í søguliga góðum tíðum kastaðu um seg við pengum, og sum nú koma sær at tosa um haldføri.
Hetta eru somu flokkar, sum forskattaðu pensjónina og sendu rokningina fram í tíð og gjørdu óbótaligan skaða á búskaparliga haldførið. Nú ætla tey enn einaferð eftir pensjónspengunum og senda rokningina til okkara eftirkomarar.
Veruleikin er, at tað er, tá ið Tjóðveldi situr við fíggjarmálum, at yvirskot er á fíggjarlógini fleiri ár á rað.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi


.jpg)



.jpg)