SEV skal framhaldandi vera okkara alra samhaldsfasta skipan

11 March 2026
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

El-felagið Sev hevur nú í meira enn 100 ár staðið fyri atveita okkum øllum streym. Veitingarskyldan ger, at vit øll hava rætt at veraíbundin, og øll til sama prís líka mikið hvar vit búgv í landinum.

El-skipanin er grundsúlan í samfelagnum og forfreyt fyriøllum framburði, og allari vælferð.

Ágangur hevur verið, og er, á okkara alra skipan. Stórttrýst er frá privatum veitarum at sleppa framat. Elveitingarlógin tilskilar, atvindorka skal bjóðast út, og  tað verðurhon.

Í flestu grannalondunum er el-veitingin privatiserað.El-veitingin er blivin ein handislvøra sum kastar nógv av sær. El-veitingin ernógva staðni farin frá at vera ein grundleggjandi samhaldsføst vælferðarskipantil nakað, sum tilber at vinna pening uppá. Tað gongur sjálvsagt útyvir prísin,og tað er tað bara kundin, sum skal gjalda fyri tað.

Nú heimurin hevur verið raktur av inflatión er okkaraheilt støðugi el-prísur tað, sum hevur gjørt, at vit so nøkulunda eru komin ígjøgnum.Vit síggja høgu prísirnir í grannalondunum. Hesa støðu mugu vit ikki koma útí.Tað kemur at raka okkum øll, og serliga tey, sum sita hart í tí fíggjarliga.

Fyri teg, meg og Føroyar skulu vit øll framvegis eigaorkuveitingina, og hon skal ikki privatiserast.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi