Gott val
Í dag gera vit okkara fólkaræðisligu skyldu við at fara á løgtingsval.
Eg veit, hvar eg seti krossin í dag, og seinastu vikurnar havi eg roynt at sannført onnur um at velja sum eg.
Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp, og tað hevur verið ein spennandi, stuttlig og krevjandi ferð við skriving, pallborðsfundum, vitjanum í áhugafeløgum og so framvegis. Tíðin røkkur tíverri ikki til alt tað, ein kundi hugsað sær í einum valstríði. Men tað hevur verið stuttligt at hitta so nógv fólk, upp á so stutta tíð, og heilt einastandandi gott at vera partur av toyminum hjá Tjóðveldi hesar valstríðsvikurnar við nógvum tiltøkum saman við so nógvum góðum valevnum.
Mínar valgreinar liggja á mínum vangum á heimasíðu Tjóðveldis, á lesarin.fo og mínum vangum á sosialum miðlum. Har ber framhaldandi til hjá áhugaðum at lesa tær.
Eg ynski okkum øllum eitt gott val og góðan valdag!
Vónandi velja føroyingar ein sterkan lista E í dag.
Fyri teg, meg og Føroyar!
.jpg)


.jpg)

