Tað eru nógv ymisk viðurskifti, vit teingja at orðunum heilsa og umsorgan.
Heilsuna vilja vit varðveita sum longst, hóast tað kann vera ringt at ansa eftir henni viðhvørt. Tá ið heilsan so fer at bila, hava vit tíbetur góðar skipanir í okkara vælferðarsamfelag til at veita okkum neyðugu umsorganina og heilsufremjandi átøkini. Og tó…
Tá tað kemur til eldraøkið, er tað so nógv, ið kundi verið betri.
Ein stór avbjóðing er ójavna tænastan um landið, ið stóðst av, at eldraøkið varð lagt út á kommunurnar uttan at játtanirnar fylgdu við flytingini.
Avleiðingarnar eru eitt nú:tóm røktarheimspláss, at tíðin einans røkkur til tað mest neyðugu røktina, at tað ikki ber til at raðfesta trivnað og relatiónir í einum skundmiklum arbeiðsdegi, ein yvirvág av sonevndum «tungum brúkarum», at fakfólk flýggja úr økinum og kanska eisini at færri nema sær útbúgving í heilsu- og umsorganarøkinum, umframt aðrar orsakir, ið viðvíkja arbeiðsumhvørvinum í «kvinnustørvunum» sum heild.
Eg haldi, at vit skulu rætta hendan skeivleikan og veita neyðuga játtan til eldraøkina!
Okkara eldru borgarar hava betri uppiborið.
Fyri teg, meg og Føroyar!
Rakul í Gerðinum, valevni Tjóðveldis
.jpg)

.jpg)

