Á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, 25. mars, halda vit móðurmálsdag.
Summi ár er nógv gjørt burtur úr degnum við stórum tiltøkum, har farið verður í dýpdina við ymiskum, ið viðvíkur málinum.
Eisini hava móðurmálsvirðislønir verið lætnar fólki, ið á onkran hátt hava slóðað fyri í málnýtslu.
Føroyska skriftmálið kom í 1846, og sigst vera beinleiðis avleiðing av kjakinum í sambandi við, at skúlar skulu setast á stovn.
Tá varð sett í lógina, at danskt skuldi vera skúlamál, tí føroyskt var hildið at vera ein donsk dialekt.
Rasmus Effersøe segði, at føroyskt fór aldrin at vera annað enn eitt bygdamál, meðan danskt altíð fór at vera kulturmálið í Føroyum.
At bókmentir, kirkja, skúli, umsiting o.s.fr. ongatíð fóru at kunna vera á føroyskum máli.
Tíbetur høvdu vit eisini hugsjónarfólk, sum Hammershaimb, ið vildu lyfta føroyska málið og geva tí bestu sømdir.
Tí hava vit í dag eitt føroyskt skriftmál, sum vit øll brúka hvønn dag.
Í dag kunnu vit ikki ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, um vit ikki høvdu málið.
Góðan móðurmálsdag!
.jpg)

.jpg)

