Føroyskt sum annaðmál er haldfør integratión

12 March 2026
Skrivað hevur
Rakul í Gerðinum

Eitt “annaðmál” er eitt mál tú ognar tær eftir at hava lært títt móðurmál.

- Tað kann vera, tá tú ert tannáringur ella vaksin.
- Tað kann vera, tí tú flytir til eitt annað land sum vaksin ella hálvvaksin og mást læra málið í nýggja heimlandinum.

Annaðmálslæring sum liður í haldførari integratión merkir, at vit skulu hava nøktandi læringartilboð til tey fólkini, sum koma til Føroyar at búgva. Fyri at kunna veita nøktandi tilboð um annaðmálslæring, mugu vit støðugt útbúgva undirvísarar í føroyskum sum annaðmál.

Føroyskt sum annaðmál má uppraðfestast. Vit mugu hava eina veruliga útbúgvingarætlan fyri tey, sum skulu undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Nýggja eitt árs-útbúgvingin á miðnámi á Kambsdali er eitt gott dømi um nýhugsan á økinum. Við henni kann ein týðandi bólkur av tilflytarum loftast, sum annars er í vanda fyri at detta burtur ímillum.

Tað er av alstórum týdningi, at politiski myndugleikin tekur hesa avbjóðing í álvara
– fyri teg, meg og Føroyar.

Meira um sama evni

No items found.