Ein kensla av at verða sett til síðis

25 March 2026
Skrivað hevur
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Í nógv ár hevur ein kensla verið her vesturi:

At vit ofta verða tikin sum eitt øki, har tað kann bíða.

Har trupulleikar kunnu útsetast.

Og har tað ikki er politiskt trýst nokk til, at nakað hendir.

Vit hava havt umboð á tingi úr fleiri flokkum: Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum hava lovað, at tey fara at taka hetta upp og arbeiða fyri loysnunum.

Onkuntíð hevur tað enntá verið sagt, at tey fara at standa sum ein múrur saman um hetta.

Men veruleikin er, at lítið er hent.

Hevði hetta veruliga verið raðfest, so hevði arbeiðið verið farið í gongd.

Og tað er júst har trupulleikin liggur: Ikki í, um vit vita, hvat skal gerast, men tí, at tað ikki verður gjørt.

Tá Vágatunnilin lat upp, hækkaði kostnaðurin á bussleiðini 300 upp í 90 krónur hvønn veg.

Hetta var ein kostnaður, sum borgarar í Vágum tóku á seg við tí væntan, at samferðslan varð betrað. Men síðani er nógv broytt.

Tunnilsgjaldið er lækkað munandi. men buss kostnaðurin er ongantíð lækkaður aftur.

Og ikki bara tað: Ferðaætlanin er heldur ikki batnað. Hon er í fleiri førum vorðin verri ár fyri ár.

Í dag tykist bussleiðin í stóran mun verða lagað eftir flogferðsluni, heldur enn eftir tørvinum hjá borgarum, sum búgva og arbeiða her.

Hví rinda borgarar í Vágum framvegis meira, uttan at síggja samsvarandi betringar?

Tá Vágatunnilin lat upp, var tað eitt stórt framstig. Síðani tá er nógv broytt.

Ferðslan er vaksin. Flogferðslan er vaksin. Og trýstið á bygdirnar er nógv størri.

Kortini fer høvuðsferðslan framvegis gjøgnum Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar.

Høvuðsvegurin er á landi hjá Landsverk, og tí liggur ábyrgdin í síðsta enda har. Hetta er tí ikki ein uppgáva, sum kommunan einsamøll kann loysa.

Kommunan hevur víst vilja at bøta um ferðslutrygdina. Froðingin er, at átøk verða steðgað av Landsverk, uttan at onnur loysn verður sett í staðin, so steðgar menningin upp.

Í nógv ár hevur ein loysn verið nevnd aftur og aftur: Ein tunnil ella ein vegur omanfyri Miðvág, sum flytir gjøgnumkoyrandi ferðslu uttanum bygdirnar.

Men higartil er tað steðgað við práti. Tíðin er komin at fara víðari.

Hetta er ein realistisk og framtíðartryggjað loysn, sum kann minka um trýstið í bygdunum, bøta munandi um ferðslutrygdina og skapa eina betri samferðsluskipan í øllum Vágum.

Tí eigur arbeiðið nú at fara frá orðum til handling: Ein ítøkilig kanning og verkætlanarætlan eigur at verða sett í gongd í samstarvi við landið.

Ikki ein frágreiðing, sum endar í einari skuffu, men eitt arbeiði, sum hevur greið mál og eina tíðarætlan.

Vágarnar eru í menning. Vit síggja tað í ferðavinnuni, í vinnuni og í gerandisdegnum.

Men vøkstur krevur, at infrastruktururin fylgir við.

Um vit ikki gera nakað nú, verður trýstið bara størri, og loysnirnar dýrari og truplari seinni.

Vøkstur krevur ábyrgd. Eisini á bygd.

Hetta snýr seg ikki um at peika fingur. Hetta snýr seg um at taka ábyrgd.

Vit hava møguleikan nú at:

- hugsa langsiktað

- arbeiða saman

- og skapa eina betri loysn fyri bæði borgarar og framtíðar menning

Spurningurin er, um vit velja at gera tað, tá ið tað er fyri Vágoynna?

X við Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen

Valevni fyri Tjóðveldi