Bústaðir til fólk – ikki til spekulantar

25 March 2026
Skrivað hevur
Liljan Weihe

Tað eigur ikki bara at vera fyri tey múgvandi at hava eitt heim. Kortini er tað júst tað, sum er hent í Føroyum – og serliga í miðstaðarøkinum.

Prísirnir eru eksploderaðir, og alt ov nógv fólk sleppa ikki inn á bústaðarmarknaðin. Ung bíða. Familjur stríðast.

Samstundis standa hundraðtals bústaðir tómir.

Tað skal broytast.

Bústaðarmarknaður í javnvág

Vit skulu økja um útboðið og byggja fleiri bústaðir. Men tá bústaðir verða keyptir og standa tómir, meðan onnur mangla eitt heim, er nakað grundleggjandi galið.

Bústaðir skulu brúkast – ikki bara eigast.

Vit hava givið heimild til bústaðarskyldu á nýggjum útstykkingum. Eg haldi, at vit eiga at víðka hesa heimild til allar bústaðir.

Bara í Havn standa 500 bústaðir tómir. Teir skulu brúkast til at búgva í.

Vit eiga eisini at hava dirvið til at tosa um ognarskatt – ikki kopiera danska modellið, men gera eina føroyska loysn, sum skapar størri rættvísi á bústaðarmarknaðinum.

Tað snýr seg um at lata fleiri sleppa inn á marknaðin.

At skapa javnvág. Og javnstøðu. Eisini millum ættarlið.

Tá ríkidømið savnast á fáum hondum

Seinastu árini er ein stórur partur av føroyska ríkidøminum savnað á fáum hondum. Tilfeingisrentan hevur ríkað nøkur fá – samstundis sum vanlig fólk hava truplari at fáa fatur á einum bústaði.

Bústaðir eru vorðnir ein trygg og lønandi íløga – og óatkomiligir fyri nógv onnur. Úrslitið er eitt samfelag, har nøkur eiga fleiri bústaðir – og onnur ongan.

Hetta hongur saman.

Tað snýr seg um rættvísi

Eitt samfelag, har bara tey ríkastu hava ráð til ein bústað, er ikki haldført. Vit kunnu lata marknaðin ráða – ella taka ábyrgd.

Vit mugu:
• byggja fleiri bústaðir
• fáa fleiri bústaðir í nýtslu
• og tryggja, at fólk – ikki spekulantar – koma fyrst

Tað er eitt politiskt val.

Vel vælferð. Vel samhaldsfesti. Vel meg.

Minst til: Liljan hevur viljan

Liljan Weihe
Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi