Minnist til menniskjað

15 March 2026
Skrivað hevur
Liljan Weihe

Tá vit tosa um útlendingapolitikk, mugu vit ikki gloymaeinstaka menniskja.

 Summi vilja mála eina ræðumynd, meðan onnur síggjaveruleikan eitt sindur meira nuanserað.

 

Útlendingar geva eitt positivt fíggjarligt íkast tilføroyska búskapin og almennu kassarnar. Útlendingar leysgeva føroyskaarbeiðsorku til vælferðarstørvini. Útlendingar lyfta støðið í føroyskumítrótti. Og útlendingar gera okkara annars rættiliga homogena samfelag meiralitfagurt.

 

Tað merkir ikki, at vit ikki skulu taka integratión íálvara. At vit ikki skulu ansa eftir, hvør kemur inn í landið. Ella at vit ikkiskulu verja okkara mál og mentan.

 Men tað ber til at gera alt hetta samstundis, sum vit haldaein virðiligan og siðiligan tóna – og minnast til menniskjuni aftan fyriorðini.

 

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi