Føroyar til OL – men fyrst til ST

21 March 2026
Skrivað hevur
Liljan Weihe

Føroysk ítróttafólk røkka alsamt hægri tindum. Vit hava longu sæð einstaklingar umboða Danmark á OL – men í liðítrótti, har Danmark sjálvt luttekur, er hurðin stongd.

Og tað er ein trupulleiki.

Vit vita, at okkara framúrskarandi hondbóltslandslið – bæði hjá monnum og kvinnum – hava møguleika at vinna seg til OL. Men tað nyttar lítið, tá ríkisrættarliga støðan forðar teimum í at luttaka.

Í meira enn 40 ár hava Føroyar bankað upp á dyrnar hjá Altjóða olympisku nevndini (IOC) – uttan úrslit.

Tí veruleikin er greiður:

IOC er fyri sjálvstøðug lond við altjóða viðurkenning.

Tað merkir: limaskapur í ST.

Tí er niðurstøðan eins greið:

Vilja vit til OL, mugu vit eisini taka stigið og gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Sum sjálvstøðug tjóð latast allar hurðar upp.

Eisini tann til OL.

Vit hava ítróttarfólkini.

Vit hava evnini.

Og vit í Tjóðveldi hava dirvið at gera dreymar til veruleika!

Koma tit við til Los Angeles í 2028?

Minst til: Liljan hevur viljan!

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi