Liljan Weihe

“Tá ert tú og livir tú best. Eitt sindur á eggini – og onkuntíð næstan farin útav.”

Hesi vóru boðini, eg fekk frá eini vinkonu, tá eg gjørdi av at stilla upp fyrstu ferð. Eg var bæði glað, spent og eitt sindur ræðslusligin við tankanum um at leggja meg á vágskálina hjá veljarunum.

Nú geri eg tað aftur.

Kenslan er tann sama: Eg eri spent og takksom fyri møguleikan. Men eisini sannførd um, at nógvir føroyingar ynskja ein annan politikk. Ein politikk, sum byggir á erligheit og dirvi. Á samhaldsfesti og frælsi. Á rættvísi, skynsemi og burðardygd.

Eg eri 46 ár, gift við Ára, og saman eiga vit synirnar Magnus og Pætur, sum eru 18 og 16 ára gamlir. Vit búgva í miðbýnum í Havn – í tí, sum vit kalla Peruhúsið.

Tá fólk spyrja meg, hvaðani eg eri, er tað ikki altíð so einfalt at svara. Eg havi nevniliga fleiri barndómsheim. Eg eri uppvaksin í Grønlandi og havi eisini búð í Kanada og USA. Í Føroyum havi eg búð á Selatrað, í Vági og í Havn.

Eg eri útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur. Í mínum vaksna lívi havi eg arbeitt í og tætt við politisku skipanina – fyrst í Tinganesi sum skrivari, síðani sum journalistur á Dimmalætting og í Kringvarpinum. Í tveimum umførum havi eg eisini arbeitt á Fólkatingi.

Eg havi arbeitt síðani eg var 15 ára gomul – sum reingerðarfólk, barrvørður, grilldama og í heimarøktini.

Áðrenn eg fór upp í politikk, var eg stjóri á Visit Tórshavn. Tað var eitt heilt annað arbeiði enn tað, eg hevði gjørt áður – men bæði spennandi og læruríkt. Ferðavinnan er full av eldsálum og kreativum fólkum, sum hvønn dag gera sítt til, at Føroyar verða eitt fjølbroyttari og rúmligari samfelag.

Í frítíðini taki eg eisini vaktir á Tjarnargarði, sum er eitt røktarheim í Havn. Eg elski at arbeiða við fólki. Tað er ein gáva at sleppa at vera um búfólkini – og vónandi ríka teirra dag eins nógv, sum tey ríka mín. Arbeiðið á eldraøkinum hevur eisini givið mær beinleiðis innlit í umsorganarøkið í Føroyum – og har er sanniliga nógv, sum kann gerast betur.

Frítíðin fer ofta við hondbólti, hóast eg ikki spæli sjálv. Eg siti í nevndini hjá Neistanum, maðurin arbeiðir hjá Hondbóltssambandinum og synirnir spæla hondbólt. Eg eri eisini venjari í Tvørmegi og royni at venja eitt sindur sjálv eisini. Og so eri eg sjálvboðin í Kvinnuhúsinum. Yvirhøvur dámar mær væl at luttaka í felagsslívi. Tað er meiningsfult og gevur eisini mær so nógv.

Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Í uppvøkstrinum sá eg sosialar trupulleikar, rasismu og ójavna. Tað gjørdi meg tíðliga tilvitaða um mismun og órættvísi – og um týdningin av at gera nakað við tað.

Journalistikkur snýr seg í stóran mun um júst tað: at styrkja fólkaræðið og betra um samfelagið. At upplýsa og greina samfelagsviðurskifti, avdúka valdsmisnýtslu og geva teimum eina rødd, sum annars ikki verða hoyrd. Tí verða miðlar ofta kallaðir fjórða statsvaldið.

Soleiðis líkist journalistikkur og politikkur hvørjum øðrum. Endamálið er tað sama: at skapa eitt betri samfelag.

Munurin er, at journalisturin avdúkar, tá karmarnir ikki virka. Politikarin hevur møguleika at broyta teir.

Tað er júst tað, eg vil.

Hetta haldi eg

Í dag velja vit framtíðar Føroyar

Liljan Weihe
26 March 2026

Bústaðir til fólk – ikki til spekulantar

Liljan Weihe
25 March 2026

Nú siga tey tað sjálvi

Liljan Weihe
22 March 2026

Føroyar til OL – men fyrst til ST

Liljan Weihe
21 March 2026

Børnini hava uppiborið betri

Liljan Weihe
18 March 2026

Minnist til menniskjað

Liljan Weihe
15 March 2026

Hvør skal ansa tær á ellisárum?

Liljan Weihe
11 March 2026

2 milliardir til nøkur fá – ella til Føroya fólk?

Liljan Weihe
11 March 2026

Tá vit raðfesta ítrótt, vinna vit øll

Liljan Weihe
8 March 2026

Alment umsorganarsvik fyri tíggjutals milliónir

Liljan Weihe
4 October 2024

HVØRJUM VEITTRA VIT FYRI?

Liljan Weihe
25 April 2024

Fyrsta røðan hjá Liljuni Weihe

Liljan Weihe
14 February 2023

Ferðavinna fyri Føroyar

Liljan Weihe
7 December 2022

YOKO ONO, BACALAO OG TJÓÐVELDI

Liljan Weihe
6 December 2022

Kvinnur og (onki) vald

Liljan Weihe
4 December 2022

FELAGSSKAPUR, FYRIBYRGING OG FÓLKARÆÐI

Liljan Weihe
29 November 2022

OLJUFELØGINI MUGU VÍSA SAMHALDSFESTI

Liljan Weihe
29 November 2022

50 MILLIÓNIR KRÓNUR TIL HÆGRI LØN

Liljan Weihe
21 November 2022

HETTA ER SONN MATGLEÐI

Liljan Weihe
19 November 2022

SENDA OKKARA VEIKASTU BØRN AV LANDINUM

Liljan Weihe
17 November 2022

Veljarans vágskál

Liljan Weihe
16 November 2022

“SÅ TAL DOG DANSK!”

Liljan Weihe
27 October 2022

Politikkur ella gávubúð?

Liljan Weihe
21 October 2022

TJÓÐVELDI ER TJÓÐVELDI ER TJÓÐVELDI

Liljan Weihe
17 October 2022

SEND MÆR MEIRA PENGAR, MAMMA

Liljan Weihe
15 October 2022

KENNA TIT KASPER SAND KJÆR?

Liljan Weihe
13 October 2022

Við virðing og sjálvsvirðing á Fólkating

Liljan Weihe
5 October 2022