Hvør skal ansa tær á ellisárum?

11 March 2026
Skrivað hevur
Liljan Weihe

Svarið er helst: ov fá – og alt ov ofta ófaklærd starvsfólk.Um vit ikki taka annað skinn um bak og gera broytingar bæði á eldraøkinum og áútbúgvingarøkinum.

 

Eg arbeiði sjálv sum ófaklært hjálparfólk á einumrøktarheimi í Havn – og upplivi, hvussu sperd støðan er á eldraøkinum. Taðgongur ikki longur. Her má broyting koma í.

 

Støðan er hættislig

Síðani 2021 hava vit útbúgvið umleið 15 heilsuhjálparar umárið. Á heilsurøktaraútbúgvingini er talið nakað tað sama – í miðal 17heilsurøktarar fáa prógv um árið.

 

Altso útbúgva vit bara umleið 30 starvsfólk um árið tileldraøkið. Tað er langt frá nóg mikið til at nøkta vaksandi tørvin komandiárini.

 

Búskaparráðið hevur víst á, at framtíðartørvurin ástarvsfólkum verður upp ímóti 750 ársverk komandi 10 árini. Og talan er umársverk – ikki starvsfólk. Av tí, at nógv starvsfólk á eldraøkinum arbeiðaniðursetta tíð, verður veruligi tørvurin á starvsfólkum enn størri.

 

Bara demografisku broytingarnar hava við sær ein øktan tørvá umleið 450 starvsfólkum. Samstundis hevur verandi starvsfólkahópur rættiligahøgan aldur, og roknast kann við, at umleið 300 fara frá vegna aldur komandi 10árini.

 

Krevur nýhugsan

Í løtuni útbúgva vit bara umleið 30 starvsfólk um árið tileldraøkið. Tað eru 300 starvsfólk í 10 ár – og tað nøktar í besta føri eintriðing av tørvinum.

 

Samstundis standa útbúgvingarpláss tóm á Heilsuskúlanum.Síðani 2020 hava millum 45 og 70 prosent av plássunum áheilsuhjálparaútbúgvingini staðið tóm. Á heilsurøktaraútbúgvingini hava umleiðhelvtin av stólunum staðið tómir seinastu árini.

 

Tað er ikki nóg gott.

 

Útbúgving í meginøkinum

Vit mugu eggja fleiri ungum monnum og kvinnum at nema særútbúgving innan vælferðarøkini, og politiskt mugu vit gera tað meira attraktivtat arbeiða við røkt og umsorgan.

 

Men fyrst og fremst mugu vit tryggja, at útbúgvingin er tøk,har tørvurin er.

 

Bara í Tórshavnar kommunu mangla longu umleið 150heilsurøktarar – og tørvurin fer bara at vaksa komandi árini.

 

Tí eigur tað eisini at vera møguligt at útbúgva seg tileldraøkið í meginøkinum.

 

Alt annað er at spæla hasard við eldraøkinum.

 

Liljan Weihe
Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.