Í dag havi eg verið á fundi íUmboðsráðnum hjá Betri samtakinum. Eg hevði við mær tvey uppskot um broytingarí viðtøkunum at leggja fyri komandi aðalfund.
Uppskot 1 gekk út uppá, at allirkundar skulu javnsetast, tá atkvøðast skal til umboðsráðið, tvs. allir kundarfáa eina atkvøðu, og ikki sum í dag, hægri tryggingargjald gevur fleiriatkvøður.
Uppskotið varð sett fram fyri at gera felagiðmeira demokratiskt.
Uppskot 2 var at broyta viðtøkurnar soleiðis, atum felagið verður upployst, skulu virðini latast Føroya Landstýri.
Uppskotið varð sett fram fyri at forða fyri, attær uml. 5 milliardir krónurnar, ið er virðið á felagnum í dag, verða deildarmillum teir limirnar, ið hava goldið tryggingargjald síðan 2021. Eitt felag, iðer sett á stovn í 1940, og sum allir føroyingar í fleiri ættarlið hava veriðvið til at bygt upp.
Seinna uppskotið er í veruleikanumeitt verju-uppskot! Uppskotið ásetir gott nokk hvat hendir, um felagið verðurupployst, men endamálið er nettup at forða fyri, at tað verður upployst eftirgaldandi viðtøkum, og at virðini enda á fáum hondum.
Verður felagið upployst eftirviðtøkunum í dag, so fella helst 2,5 milliardir krónur í lumman hjá teimumstóru fyritøkunum í Føroyum og teirra útlendsku eigarum. Hetta havi eg skrivaðmeira um her:
Uppskot 1 fall við 6 atkvøðum fyriog 28 ímóti. Uppskot 2 fall við 7 atkvøðum fyri og 27 ímóti.
Tað ger mun hvønn vit velja áting. Um uppskotini blivu sett fram fyri einum ári síðani, so var helst berttann eina atkvøðan fyri broytingunum. Í dag eru vit fleiri limir íUmboðsráðnum, ið taka hetta í álvara.
Hetta vísur eisini, at tað er seratýdningarmikið, at vit velja fólk á ting, ið vilja verja ognirnar hjá fólki ogtjóð.
Gott val øll somul.
Fyri teg, meg og Føroyar
Vel Kim Hansen
Vel Tjóðveldi


.jpg)
.jpg)

