300 MIÓ. KR. MINNI Í RENTU HVØRT ÁR

16 March 2026
Skrivað hevur
Kim Hansen

Tryggingareftirlitið gjørdi í des. 2024 eina kanning av íløguavkastinum hjá føroysku pensjónskassunum. Í mun til danskar pensjónskassar hava teir føroysku einans megnað 3% í miðal í árunum 2014 til 2023, har danskir megnaðu 6% um árið.

Samlaða føroyska eftirlønaruppsparingin var í 2023 13,2 mia. kr., har 10,1 mia. kr. stóðu í føroyskum pensjónsfeløgum og bankum.

3% av 10 mia. kr. er 300 mió. kr. Føroysku uppsparararnir missa sostatt á hvørjum ári 300 mió. kr.

Hetta er peningur, ið beinleiðis kemur at mangla í, tá føroyingurin skal á pensjón. Og kemur eisini at mangla í sambandi við haldførið.

Eitt av argumentunum hjá pensjónsfeløgunum hevur verið, at uppspararin í Føroyum ikki dugir líka væl at gera íløgur sum tann danski uppspararin. Hetta argumentið heldur bara ikki.

Í árunum 2014 til 2023 hevur kundin í LÍV ikki havt møguleikan fyri at velja íløguváða, og avkastið er tískil eitt beinleiðis val hjá felagnum. Kundin hjá LÍV liggur enntá á 2,8% í miðal. Íløgan í Globe Tracker er eisini eitt gott dømi um, hví íløgurnar ikki hava eydnast so væl.

Loysnin er, at uppspararin aftur sleppur at ráða yvir sínum egnum pengum. Einhvør uppsparari eigur at fáa rætt til at velja sítt egna pensjónsfelag. Tvungna uppsparingin ger tað tó ómøguligt at sleppa uttanlands við uppsparingini, og harvið fáa veruliga kapping í.

Tað hevði eisini í nøkrum førum stillað kundan betri yvirfyri bankunum í sambandi við onnur fíggjarviðurskifti, t.d. í sambandi við lán til bústað.

Gevur ein banki ella pensjónsfelag ikki nóg gott avkast, skal tað vera møguligt og lætt hjá kundanum at skifta felag.

Tað hevði skapað kapping til fyrimun fyri kundan, og ikki sum í dag eina kappingarverju til fyrimun fyri fíggjarfyritøkurnar.

Hetta er enn ein búskaparlig órímiligheit, ið eg ætli mær at arbeiða fyri.

VEL KIM HANSEN

Hann meinar tað, ið hann sigur, og sigur tað, ið hann meinar.

Fyri teg, meg og Føroyar.

E.S. Kann leggja aftrat, at tað var púra ørt, tá Fólkaflokkurin valdi at forskatta pensjónirnar yvir nátt til ein skattalætta til tey vælløntu. Hendan broytingin kostaði tíggjutals milliónir í beinleiðis umkostningum fyri fíggjarfyritøkurnar og kundan.

Vit hava enn tann dag í dag eitt eftirsleip í sambandi við kundar, ið ikki hava fingið sínar tryggingar upp á pláss eftir hesa broyting.