“Eg og nógvir pedagogar afturat mær eru útkoyrdir – men vit gevast ikki, tí børnini líða hvørja ferð ein relatión brotnar.”
Hesi orðini fekk eg frá einum ungum, vælútbúnum námsfrøðingi, sum er komin heim til Føroyar við dreyminum um at gera mun. Í dag er hon í iva um hon orkar at vera verandi.
Ikki tí hon ikki dugir.
Ikki tí hon ikki vil.
Men tí umstøðurnar ikki loyva henni at gera arbeiðið, hon er útbúgvin til – arbeiðið, sum okkara børn hava uppiborið.
Hon greiðir frá verri normering, minni fyrireikingartíð og lægri løn enn í grannalondum. Hon greiðir frá einum gerandisdegi, har starvsfólk eru útkoyrd – men kortini halda fram, tí ábyrgdarkenslan mótvegis børnunum er so sterk.
Hetta er tíverri ikki eitt eindømi.
Hetta er ein skipan, sum ikki virkar.
“Hví er tað ongin, sum hugsar um meg? Men bara um bilar og stóran veg”, sang Hjørdis á sinni.
Tað er ein landsuppgáva at tryggja, at nóg nógv fólk verða útbúgvin til dagstovnaøkið – og at arbeiðsumstøðurnar eru so góðar, at tey eisini vilja vera verandi í Føroyum.
Vit mugu gera íløgur í menniskju. Tey eru okkara dýrabarasta tilfeingi. Menniskjaligt haldføri fyrst!
Ein dagstovnur er ikki eitt uppihaldsrúm.
Ein dagstovnur er fyrsta og mest týdningarmikla stigið í lívinum hjá barninum – har grundarlagið verður lagt fyri trivnaði, menning og lívinum í einum fólkaræði.
Tá vit ikki raðfesta hetta økið, svíkja vit okkara børn, teirra foreldur og námsfrøðingarnar, sum vit hava so stóran tørv á.
Føroyar hava ráð – og íløgur í vælferð geva seg fleirfaldað aftur.
Tær skapa tryggleika, trivnað, menning og vøkstur.
Fyri meg er svarið greitt:
Vælferð fyrst.
Tí børnini eru okkara framtíð – og tey hava uppiborið nógv betri enn hetta.
Minst til: Liljan hevur viljan!
Liljan Weihe
Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi




