Tá vit raðfesta ítrótt, vinna vit øll

8 March 2026
Skrivað hevur
Liljan Weihe

Tá føroysku landsliðini spæla, síggja vit nakað serligt í Føroyum. Hallir og vallir fyllast, fólk savnast, og eitt heilt land stendur saman um sítt lið.

Men ítróttur er nógv meira enn dystir og úrslit. Í Føroyum er ítróttur ein týðandi partur av okkara samfelagi og ger mun í lívinum hjá ómetaliga nógvum børnum, ungum og vaksnum.

Ítróttur skapar felagsskap, gevur børnum og ungum góðar relatiónir og minnir fyri lívið. Samstundis hevur ítróttur stóran týdning fyri heilsuna – bæði kropsliga og sálarliga. Rørsla, trivnaður og eitt virkið frítíðarlív eru eisini ein týðandi partur av arbeiðinum at basa misnýtslu og einsemi millum børn og ung.

Í Føroyum er ítrótturin í stóran mun borin fram av sjálvbodnum kreftum. Foreldur, venjarar og eldsálir leggja óteljandi tímar í arbeiðið at skapa góðar karmar fyri okkara børn og ungu kring alt landið. Tey eiga eina stóra tøkk fyri tað arbeiðið, tey gera – og vit, politikkarar, eiga at virða og stuðla hesum stóra arbeiði.

Tí er tað eisini góður politikkur at raðfesta ítróttin. Við at styrkja Ítróttasamband Føroya og tryggja góðar karmar til feløgini kring landið styrkja vit eisini heilsuna, felagsskapin og trivnaðin í samfelagnum.

Ítróttur er ikki bara frítíðarítriv.

Ítróttur er ein góð íløga.

Vit hava raðfest ítróttin, og eg vil halda fram at arbeiða fyri, at ítrótturin fær góðar karmar, um eg verði afturvald.

Í dag, á kvinnudegnum, spæla okkara dugnaligu hondbóltskvinnur landsdyst. Landskappingin hjá monnum í fótbólti fer á rull aftur, og hondbóltsmenninir kýta seg í seinastu dystunum hetta kappingarárið.

Góðan dyst, øll somul!

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.