2 milliardir til nøkur fá – ella til Føroya fólk?

11 March 2026
Skrivað hevur
Liljan Weihe

Hvørt ár lata vit milliardir av okkara felags tilfeingi tilnakrar fáar aktørar í Føroyum. Samstundis tosa vit um, hvussu vit skulu fíggjavælferðarsamfelagið. Tað hongur ikki saman.

 

Føroyar standa tí við eitt vegamót:

Skulu tey ríku gerast ríkari – ella skal ríkidømið komaokkum øllum til góðar?

 

Í mínari verð er svarið einfalt:

Ríkidømið skal koma okkum øllum til góðar.

 

Føroyar eru millum heimsins ríkastu lond. Men stórur parturav ríkidøminum er savnaður á heilt fáum hondum – serliga í fiskivinnuni ogalivinnuni.

 

Hesar vinnur hava einkarætt til at troyta okkara tilfeingi –fisk og firðir – við ovurstórum vinningi, men lata bara ein lítlan part afturtil felagsskapin – Føroya fólk.

 

2 milliardir í vinnustuðli

Útrokningar vísa, at í 2023 tóku vit 714 mió. kr. inn íveiðugjøldum og tøkugjøldum frá ávikavist fiski- og alivinnuni. Menóinnheintaði eykavinningurin var umleið eina milliard krónur í hvørjari vinnu.Altso tvær milliardir krónur av fólksins ogn, sum í praksis virka sumvinnustuðul til nakrar heilt fáar, sera ríkar aktørar í fiski- og alivinnuni.

 

Sjálvandi skulu vit hava eina sterka fiskivinnu og alivinnuí Føroyum. Men okkara felags tilfeingi eigur at koma øllum samfelagnum tilgóðar.

 

Hetta er tann umvenda verð:

Føroya fólk stuðlar teimum ríkastu vinnunum í landinum!

 

Frá vinnustuðli til fordeilingspolitikk

Fiski- og alivinnupolitikkur skal eisini verafordeilingspolitikkur. Politiskt mugu vit tora at umseta hesi risa virði tilvælferð. Altso skal tilfeingisrentan, sum er serstaki vinningurin, sum vinnuligserrættindi hava við sær, koma okkum øllum til góðar. Ikki bara nøkrum fáumútvaldum.

 

Vanliga verður sagt, at landið skal taka tilfeingisrentunainn. Men hvør tekur – og hvør letur hvørjum tilfeingisrentuna?

 

Eg haldi, at vit mugu steðga við at lata nøkrum fáumtilfeingisrentuna og geva hana til tey, sum eiga hana og hava tørv á henni.Føroya fólk.

 

Fyri at tryggja okkara vælferðarsamfelag. Til okkaraheilsuverk, sosialar skipanir, dygdargóða røkt til okkara eldru, trygganuppvøkstur til okkara børn og til bústaðir til fólk í Føroyum.

 

Nýhugsan og nýskipanir

Tað merkir ikki, at vit ikki skulu fremja nýskipanir. Taðskulu vit. Vilja vit framtíðartryggja vælferðina í Føroyum, so mugu vit rekasamfelagið so skynsamt sum til ber. Dupultfunksjónir skulu burtur.Ábyrgdarøkini millum land og kommunur gerast greið. Og lokalpolitisk áhugamálskulu ikki stýra landsins raðfestingum.

 

Soleiðis skapa vit einar rættvísar og samhaldsfastar Føroyar.

 

Vel vælferð. Vel meg.

 

Og minst til: Liljan hevur viljan!

 

Liljan Weihe

Løgtingskvinna og valevni, Tjóðveldi

Meira um sama evni

No items found.