Í politikki tosa vit ofta um trupulleikar, tá teir eru vorðnir stórir. Tá børn mistrívast. Tá ung detta úr skúla. Tá fólk enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin.
Tá seta vit tiltøk í verk: stuðul, fyriskipanir og hjálp.
Men sannroyndin er, at nógv av hesum trupulleikum byrja nógv fyrr. Gransking vísir aftur og aftur tað sama: Tað loysir seg nógv betur at byrja tíðliga.
Nobelvinnarin í búskapi, James Heckman, hevur víst, at íløgur í børn í teimum fyrstu árunum geva nógv størri avkast enn tiltøk seinni í lívinum.
Við øðrum orðum: jú fyrr vit seta inn, jú størri er vinningurin, bæði fyri barnið og samfelagið.
Hetta er ikki bara ein hugsjón. Tað er ein samfelagsbúskaparlig sannroynd.
Góðir dagstovnar gera ein veruligan mun
Ein av teimum mest víðkendu langtíðargranskingunum á økinum er EPPSE-verkætlanin í Bretlandi, sum hevur fylgt børnum frá teimum vóru smá og langt upp í lívið. Brenda Taggart var ma. í Føroyum í 2021 og greiddi frá granskingarúrslitunum.
Niðurstøðurnar eru greiðar: Børn, sum hava gingið í góðum dagstovnum og forskúlum klára seg betur í skúla, hava sterkari sosialar førleikar og størri sannlíkindi fyri útbúgving og arbeiði
Samstundis vísir gransking eisini, at góð dagstovnatilboð kunnu minka um sosialan ójavna. Børn, sum annars høvdu verið aftanfyri, fáa betri møguleikar at fylgja við, og hava eisini minni líkindir fyri trupulleikum seinni í lívinum
Tí eru dagstovnar ikki bara eitt ansingartilboð.
Tey eru ein av teimum týdningarmestu íløgunum, eitt samfelag kann gera.
Men ein annar týdningarmikil lærdómur úr granskingini er eisini greiður: Tað er ikki nóg mikið bara at hava dagstovnar.
Dygdin ger allan munin.
Tað eru relatiónirnar, fakligheitin og námsfrøðiliga arbeiðið rundan um barnið, sum gera mun. Tað eru tryggir karmar, útbúgvin starvsfólk og gott samstarv við foreldur, sum leggja grundarlagið undir trivnað og menning hjá barninum.
Gransking vísir eisini eitt greitt samband: jú hægri faklig útbúgving hjá starvsfólkunum, jú betri úrslit hjá børnunum.
Stutt sagt: góð dagstovnatilboð krevja fakligheit og raðfesting.
Tað er ikki av tilvild, at lond sum Finland hava sett stór krøv til útbúgving hjá teimum, sum arbeiða við smábørnum. Í Føroyum eiga vit eisini at tora at síggja dagstovnaøkið sum eitt av teimum mest týdningarmiklu samfelagsøkjum, vit hava.
Fyribyrging er ikki bara eitt vakurt orð
Vit tosa og tosa um fyribyrging í Føroyum, men verulig fyribyrging krevur eisini, at vit tora at gera tær íløgurnar, ið gera mun.
Tað merkir at:
- raðfesta góð dagstovnatilboð
- styrkja námsfrøðiliga fakligheit
- tryggja góðar karmar rundan um børnini
Tí alternativið kenna vit.
Tá vit ikki raðfesta børnini nóg nógv tíðliga, endar rokningin ofta nógv hægri seinni. Bæði menniskjaliga og fíggjarliga.
Vit vita í dag nógv um, hvat ger mun fyri børn.
Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð at raðfesta børnini.
Spurningurin er heldur, um vit hava ráð at lata vera.
Tí tað dýrasta samfelag kann gera, er at byrja ov seint.
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
Valevni fyri Tjóðveldi
.jpg)


.jpg)


