Tá barnaverndin veksur, eiga vit at spyrja hví

24 March 2026
Skrivað hevur
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Seinastu árini er kostnaðurin til barnaverndartænasturnar í Føroyum vaksin nógv. Hagtølini vísa ein greiða gongd: ár fyri ár brúkar samfelagið meira pening upp á fyriskipanir, viðgerð og átøk á barna- og ungdómsøkinum.

Hetta er ikki eitt tekin um, at vit eru vorðin betri.

Hetta er eitt tekin um, at vit koma ov seint.

Spurningurin er ikki, hvussu nógv vit brúka.

Spurningurin er, hví so nógv endar í skipanum, sum skuldu verið seinasti útvegur.

Barnaverndartænastan er eitt neyðugt trygdarnet, men eigur at vera seinasta stig. Ikki fyrsta staðið, familjur fáa hjálp.

Vit hava vent skipanini á høvdið.

Og tað rinda børnini prísin fyri.

Vit vita, hvat riggar, men gera tað ikki

Vit hava longu vitan.

Vit hava hugt út í heim.

Í Íslandi hava tey arbeitt miðvíst við at flyta arbeiðið fram í tíð: við sterkari fyribyrging, betri samstarvi og greiðari ábyrgd rundan um barnið.

Júst hetta hava vit eisini latið okkum kveikt av í Føroyum, bæði í barnaverkætlanini og í arbeiðinum við barnalógini.

Í Føroyum hava vit gjørt nógvar virðismiklar royndir á barnaøkinum, millum annað við verkætlanum, sum hava lagt dent á samstarv og samanhang rundan um barnið. Hesin lærdómur eigur at verða brúktur meira skipað framyvir.

Men veruleikin er greiður:

Vit vita nógv, men vit megna ikki at seta tað í verk.

Hjálp, áðrenn trupulleikarnir vaksa

Flestu familjur, sum fáa trupulleikar, hava ikki brúk fyri tungum barnaverndartiltøkum. Tær hava brúk fyri, at onkur sær tær, og hjálpir teimum í tíð.

Í dag lata vit alt ov nógv fara framvið.

Dagstovnar, skúlar og Gigni hava ein avgerandi leiklut. Tey síggja tekinini fyrst.

Men ov ofta manglar eitt fakligt lið, sum kann taka ímóti og hjálpa.

Vit kunnu ikki halda fram við at hugsa, at loysnin er at seta fleiri sálarfrøðingar í starv, tá trupulleikarnir eru vorðnir stórir.

Tað kann vera gott, men tað er viðgerð.

Vit mugu fyribyrgja.

Tí skulu vit flyta arbeiðið fram í tíð, og seta inn har, sum lívið hendir.

Ein loysn er, at dagstovna- og skúlasosialráðgevar verða knýttir at dagstovnum og skúlum, sum ein náttúrligur partur av okkara vælferðarskipan.

Foreldur skulu kunna venda sær beinleiðis til slíkan ráðgeva.

Starvsfólk skulu hava fakliga sparring.

Og hjálpin skal koma, meðan tað enn ber til at broyta kós.

Tí trupulleikar byrja sjáldan brádliga. Teir byrja spakuliga.

Ofta í samband við broytingum í lívinum hjá barninum:

- tá familjur broytast

- tá lívið broytist skjótari enn tey megna at fylgja við

Júst har skulu vit vera.

Ein skipan, sum arbeiðir ímóti sær sjálvari

Samstundis mugu vit hyggja at sjálvari skipanini.

Skipanin vit hava í dag arbeiðir ikki nóg væl.

Vit hava barnaverndarnevndir kring alt landið, sum taka støðu til hvørja einastu fyriskipan, ið fakfólk á Barnaverndartænastunum meta neyðugar at seta í verk. Tað merkir í praksis, at nevndir skulu lesa, meta og taka støðu til hundraðtals tilmæli í hundraðtals málum.

Tað er bæði tungt og tíðarkrevjandi, og tekur alt ov nógva tíð frá tí arbeiðinum, sum eigur at vera kjarnin: samrøður og arbeiði saman við familjunum. Og hetta leingir somuleiðis um avgreiðslutíðina.

Hetta er ikki virðing fyri fakligheit.

Tí mugu vit endurskoða barnaverndarlógina.

Í størri økjum eiga barnaverndarnevndirnar at verða avtiknar og ábyrgdin flutt til fakliga sterkar eindir við greiðum krøvum og ábyrgd.

Vit hava góð fakfólk.

Lat okkum eisini geva teimum arbeiðsfrið.

Flyta arbeiðið fram í tíð ella gjalda prísin seinni

Tungar barnaverndarfyriskipanir eru dýrar.

Men tey eru fyrst og fremst menniskjaliga dýr.

Tí eigur okkara kós at vera greið:

Vit skulu flyta arbeiðið fram í tíð.

Frá umvæling til fyribyrging.

Tað krevur politiskt dirvi.

Tað krevur, at vit tora at raðfesta tað, sum ikki altíð sæst beinanvegin.

Men tað er júst har, veruligi munurin verður gjørdur.

Tað er tann sterkasta íløgan, vit kunnu gera í føroyskum børnum.

Og tað er tann ábyrgdin, vit eiga at taka.

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Valevni fyri Tjóðveldi