Uppíbland ella einføld upplýsing?

23 March 2026
Skrivað hevur
Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Tá orð sum “útlendsk uppíblanding” verða brúkt í føroyskum valstríði, eigur tað at takast í álvara. Men júst tí er tað eisini týdningarmikið, at vit skilja munin á politiskari ávirkan og fakligari upplýsing.

Tað, sum stjórin í Norðurlandahúsinum hevur gjørt, er ikki at taka støðu í føroyskum politikki. Tað er at greiða frá teimum karmum, sum Norðurlandahúsið virkar undir. Karmar, sum Føroyar sjálvar hava verið við til at seta.

Norðurlandahúsið er ikki ein tilvildarligur bygningur í Føroyum. Tað er ein partur av einum norðurlendskum samstarvi, sum Føroyar hava valt at vera ein partur av. Tað merkir eisini, at tað eru ávísar avtalur, skyldur og reglur, sum gera seg galdandi.

At gera vart við hetta er ikki uppíblanding. Tað er at virða tær skipanir, vit sjálvi hava tikið undir við.

Samstarv gevur møguleikar, men tað krevur eisini ábyrgd.

Tað hevði verið nógv meira álvarsamt, um ein stovnur valdi at tiga, meðan ósannar ella misvísandi fatanir breiddu seg í almenna kjakinum.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki gera fakliga kunning til eina hóttan móti fólkaræðinum. Tað styrkir ikki okkara sjálvræði; tað lækkar um álitið á stovnar og samstarv, sum vit sjálvi eru partur av.

Føroyskt fólkaræði stendur ikki og fellur við, um ein stjóri greiðir frá verandi viðurskiftum. Tað stendur sterkari, tá kjakið er bygt á fakta heldur enn misskiljingar.

Tað er eitt vandamál, um vit byrja at rópa “útlendsk uppíblanding”, hvørja ferð veruleikin ikki passar inn í politiska frásøgn.

Og júst her eigur kjakið at liggja: ikki um vit tora at hoyra fakta, men um vit tora at halda okkum til tey.

Hetta snýr seg ikki um útlendska uppíblanding. Hetta snýr seg um veruleikan.

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Valevni fyri Tjóðveldi