Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Eg eiti Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen. Eg eri 35 ára gomul, mamma at trimum børnum og búgvi í Miðvági saman við familju míni. Eg eri uppvaksin í Miðvági, og nógv av tí, sum hevur formað meg sum menniskja, hevur eisini formað mín politiska áhuga: familjan, lokalsamfelagið og arbeiðið við børnum og ungum.

Eg havi altíð havt torført við bara at hyggja at, tá eg síggi nakað, sum kann gerast betri. Eg eri ein av teimum, sum heldur spyr: hví gera vit tað ikki bara? Tað hevur fylgt mær gjøgnum nógv av tí, eg havi gjørt.

Eg havi seinastu 10 árini arbeitt innan barna- og ungdómsøkið og havi verið virkandi leiðari í barnaverndartænastuni umframt verkætlanarleiðari í verkætlanini ”Saman um barnið”. Tað arbeiðið hevur givið mær eina djúpa fatan av, hvussu nógv tað hevur at siga, at vit sum samfelag megna at seta inn tíðliga, tá børn og familjur hava tørv á hjálp. Tað hevur eisini givið mær eina greiða sannføring: nógv av tí, sum seinni verður trupult og kostnaðarmikið at loysa, kann fyribyrgjast, um vit tora at raðfesta rætt frá byrjan.

Alt ov ofta koma vit ov seint.

Tað hevur styrkt mína sannføring um, at fyribyrging er nakað av tí mest ábyrgdarfulla, vit kunnu gera sum samfelag. Tað snýr seg ikki bara um skipanir og pengar, men um at síggja menniskju og skapa karmar/skipanir, sum gera lívið lættari at liva.

Fyri meg byrjar nógv við børnunum. Tað snýr seg ikki bara um dagstovnar og skúlar, men um alt tað, sum er rundan um barnið: familjuna, frítíðina, felagsskapirnar og tey vaksnu, sum hava ábyrgd. Tá vit skapa góðar karmar fyri børn og ung, leggja vit eisini grundina undir eitt sterkari samfelag.

Í dag arbeiði eg við HR, rakstri og samskipan í størri heilsufyritøku. Tað er eitt arbeiði, sum eg eri sera glað fyri, tí tað snýr seg um trivnað, menniskju og felagsskap. Tað snýr seg eisini um at fáa nógv ymisk menniskju at arbeiða saman og fáa ein felagsskap at rigga í gerandisdegnum.

Eg eri eisini ein av teimum, sum altíð hevur fleiri verkætlanir í gongd í senn. Ikki tí eg ikki kann sita still, men tí eg trúgvi upp á, at nógv gott hendir, tá menniskju arbeiða saman og fáa hugskot at gerast til veruleika.

Ítrótturin hevur eisini ein serligan týdning fyri meg. Í Føroyum hava vit eitt sjálvboðið ítróttarlív, sum er heilt serstakt. Foreldur, venjarar og sjálvboðin leggja óteljandi tímar í arbeiðið fyri børn og ung. Tað arbeiðið byggir felagsskap, sjálvsálit og gleði. Tað hevur nógv størri virði enn vit ofta geva okkum far um. Her læra børn og ung ikki bara at vinna og tapa, men eisini at arbeiða saman, taka ábyrgd og vera partur av einum felagsskapi. Tað arbeiðið, sum sjálvboðin leggja í ítróttarfeløg kring landið, er ómetaliga virðismikið, og eigur bæði virðing og betri karmar.

Eg trúgvi upp á, at ítróttur, mentan og felagsskapur eru nakað av tí, sum bindur okkum saman sum fólk.

Politiskt havi eg eisini verið virkin í fleiri ár. Eg havi sitið í kommunustýrinum og arbeitt við fíggjar-, mentanar- og trivnaðarmálum. Eg eri næstforkvinna í Demokratia, sum arbeiðir fyri størri javnvág í politikki. Tað arbeiðið hevur lært meg, hvussu nógv tað hevur at siga, hvør situr rundan um borðið, tá avgerðir verða tiknar. Fyri meg snýr javnvág seg ikki bara um tøl. Tað snýr seg um, at fleiri ymiskar røddir og lívsroyndir skulu vera við, tá avgerðir verða tiknar. Tá fleiri sjónarmið sleppa framat, fáa vit eisini betri politiskar avgerðir.

Eg stilli upp til Løgtingið, tí eg vil vera við til at flyta Føroyar fram á ein hátt, sum bæði er framsøkin og menniskjaligur.

Eg vil arbeiða fyri einum samfelag, har vit tora at hugsa longri fram enn næsta fíggjarlóg. Har vit tora at gera íløgur í børn, ung og trivnað, tí vit vita, at tað loysir seg. Einum samfelag, har vit raðfesta trivnað, felagsskap og framtíðina hjá teimum, sum koma aftaná okkum.

Eg vil arbeiða fyri sterkari felagsskapum kring landið, fyri góðum uppvakstrarkorum og fyri einum samfelag, har vit ikki bara loysa trupulleikar, tá teir eru vorðnir stórir, men eisini tora at fyribyrgja.

Føroyar eru eitt lítið land, men vit hava stórar møguleikar. Vit hava eitt samfelag, har tað framvegis ber til at flyta ting, um fólk tora at taka ábyrgd og arbeiða saman.

Eg eri ein av teimum, sum trúgvi upp á júst tað.

Tí stilli eg upp.

Ikki tí eg haldi, at eg havi øll svarini, men tí eg havi viljan til at arbeiða, lurta og finna loysnir saman við øðrum.

Fyri teg, meg og Føroyar.

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen