Rakul í Gerðinum

Her er eitt sindur at lesa um meg og mín áhuga fyri politikki. Men eisini meira ítøkiliga um, hvat tað er, eg ætli at virka fyri, fái eg politiska ávirkan.

Byrja vit við tí síðsta, so havi eg alt mítt vaksna lív verið politiskt og samfelagsliga tilvitað og áhugað í at geva mítt íkast til tey viðurskifti, eg veit nakað um. Tað, sum upptekur meg mest í sambandi við løgtingsvalið 2026 eru mentan, heilsa- og umsorgan, eins og sjálvbjargni og burðardygd.

Eg haldi tað vera alneyðugt við einum veruligum føroyskum mentanarpolitikki, sum loyvir mentanini, og kanska serliga listarliga partinum av tí, vit kalla mentan, at virka so frælst og frítt sum gjørligt. Til tað krevst politikur, sum virkar eftir meginregluni um armslongd, tá tað kemur til mentanarligan stuðul.

Á heilsu- og umsorganarøkinum haldi eg tað vera alneyðugt, at lurtað verður eftir fakkunnleikanum, sum ferð eftir ferð vísir á vaksandi tørvin á útbúnum røktarstarvsfólkum. Vit mugu skapa røttu umstøðurnar til, at starvsfólk í røkt og heilsu trívast og mennast, og altíð eru nóg nógv í tali til at røkja eftirspurdu uppgávurnar. Í míni heimbygd standa fleiri røktarheimspláss tóm, ikki tí tað eru so fá fólk, ið hava tørv á plássunum, men tí tað eru ov fá fólk, sum hava eina útbúgving, sum krevst fyri at veita neyðugu tænastuna.

Sjálvbjargni og burðardygd hanga, í míni verð, óloysiliga saman. Tá aðalmálið er sjálvstøðug tjóð, má miðast eftir sjálvbjargni á flestu økjum, eitt nú við orku á landi, har eg haldi, at øll orka á landi eigur at vera el-orka. Vind-, sól- og vatnorka verða mettar at vera burðardyggastu orkukeldurnar, og tað er serliga vindorku, vit í stóran mun framleiða til el-kervið í dag. Vit eiga at gera nógv meira við at framleiða el-orku í Føroyum. Tað er sjálvbjargni, tað er burðardygd, tað er framtíðin.

...

Um meg annars, er at siga, at eg eri uppvaksin í Vestmanna sum tað næstelsta av fýra systkjum. Sjálv eigi eg døturnar Leyvoy (1999), Elisabet (2003) og Katrinu (2005).

Maður mín, Hans Jacob Kollslíð, er av Skála, eigur tvey vaksin børn og fyrsta barnabarnið verður trý ár í summar.

Eg havi miðnám frá Fiskivinnuskúlanum, sum tað æt tá, í 2003. Var útbúgvin heilsurøktari á Heilsuskúla Føroya í 2011 og MA í føroyskum máli og bókmentum á Setrinum í 2025.

Masterritgerðin hjá mær snúði seg um føroyskt sum annaðmál, og tað er eitt evni, eg havi starvast við undir lesnaðinum og eftir loknan lesnað.

Sum heilsurøktari havi eg starvast í øllum teimum trimum høvuðsgeirunum útbúgvingin byggir á: psykiatri, gerontologi og somatikk. Eg arbeiði enn sum tímaløntur heilsurøktari í sjúkrahúsverkinum.

Eg havi eisini seks ár á baki sum fakfelagsforkvinna í Heilsurøktarfelagnum. Eitt arbeiði, sum hevur givið mær stórt samfelagsligt innlit og leiðsluførleikar, sum eg havi tikið við mær víðari í arbeiðslívinum.

Hetta haldi eg

No items found.