Øll orka á landi eigur at vera el-orka, tí tað er burðardygg orka, og tað er orka, vit kunnu framleiða og brúka í føroyum.
Vit hoyrdu góðu tíðindini í Degi og viku í gjárkvøldi, at el-prísirnir hjá SEV hækka ikki fyribils, hóast oljuprísirnir hækka allastaðni, orsakað av ófriðinum í Miðeystri.
Men tað gongur ov seint við grøna orkuskiftinum. Tað merkja vit serliga, tá oljuprísirnir hækka, sum nú, tí oljan er framvegis ein stórur partur av orkugrundarlagnum hjá føroyskum fyritøkum og familjum. Tí eiga Føroyar at vera sjálvbjargnar við el-orku á landi.
Sum sagt varð í tíðindasendingini í gjárkvøldið, er tað jú endamálið við at fáa meira grøna orku inn á netið, at vit fara burtur frá oljuni. Hetta eigur at skunda undir at fáa meira grøna orku inn á netið.
Ein nýggj samgonga eigur at seta ferð á grønu kósina.
Verði eg vald, verður hetta eitt av málunum, eg fari at arbeiða fyri.
.jpg)


