Fyri meir enn hundrað árum stríddust kvinnur í okkara parti av heiminum fyri rættinum at nema sær útbúgving, savnast til politiskar fundir og hava valrætt.
Nakað, sum vit í dag halda vera sjálvsagt.
Men einki er sjálvsagt, og hóast vit longu fyri meir enn hundrað árum síðani stríddust – ikki “bara” fyri útbúgving, savningar- og valrætti – men eisini fyri líkaløn og ognarrætti til kvinnur, so eru vit bara lutvíst komin á mál við tí. Her hugsi eg um kynsbýtta arbeiðsmarknaðin, vit hava, har lønirnar í sonevndu kvinnustørvunum eru lægri enn har menn oftast arbeiða. Við lægri inntøku er eisini truplari hjá kvinnum at seta búgv.
Einki er sjálvsagt og einki kemur av sær sjálvum. Tí mugu vit halda fast í vunnum rættindum, støðugt gera batar og halda fram at stríðast fyri sjálvsavgerðarættinum hjá kvinnum.
.jpg)


