Mentan og mentanarpolitikkur standa frammarlaga í mínum huga. Og tað tykist ganga væl hjá mentanini í Føroyum:
- Okkara frægastu tónleikarar eru júst heiðraðir við ársins FMA-virðislønum
- Fyri góðari viku síðani var altjóða bókmentafestivalur í Føroyum
- Seinasta bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fór til ein føroying (fyrstu ferð í 40 ár)
- Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fór eisini til ein føroying hesaferð
- Vit hava eina bachelorútbúgving í rit- og tónlist á Føroyamálsdeildini
Umframt, at vit hava nógv listaliga gávað fólk í Føroyum, sum geva sítt stóra ískoyti til mentanarlívið, so hevur tað havt avgerandi týdning, at vit ofta hava havt politikkarar, sum varða av mentanarøkinum, ið virða meginregluna um armslongd (armslongdarprinsippið).
Men hetta er ikki altíð so.
Ístaðin fyri at krossa fingrar og vóna, at landstýrisfólkið í mentamálum virðir regluna um armslongd, so skulu vit orða ein føroyskan mentanarpolitikk!
Skiftandi mentamálaráð hava havt ætlanir um at orða ein føroyskan mentanarpolitikk, men mær vitandi er ongantíð enn komið á mál við tí.
Verði eg vald, verður hetta eitt av málunum, eg fari at arbeiða fyri.
.jpg)


