Harðskapur er ein samfelagsavbjóðing

13 March 2026
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Harðskapur móti kvinnum er framvegis eini av heimsins mest útbreiddu og minst umtalaðu brotum á menniskjarættindini. Og hóast batar, so valdar í stóran mun enn tøgn um harðskapin.

Tað eru nokk tey fæstu, sum geva sær far um, at Kvinnuhúsið dagliga fær í miðal umleið tríggjar áheitanir frá kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Knapt 1000 áheitanir árliga. Og so kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu nógv ikki siga frá, so uttan iva er hetta bert tindurin á ísfjallinum.

Harðskapur hevur mong andlit. Tað kann vera likamligur harðskapur ella sálarligur. Tað kann eisini vera fíggjarligur harðskapur, tráfylging, kynsligur harðskapur og hóttanir um at gera seg inn á nakað ein er góður við.

Aloftast fer harðskapurin fram í nærsambondum. Tað er ikki bara heimurin, sum er ótryggur. Heimið, sum skal vera trygga og góða basan hjá okkum øllum at liva í og mennast útfrá, er enn hjá nógvum tað staðið, tey eru mest útsett. Ja, enn metir ST heimið at vera vandamiklasta stað hjá eini kvinnu at vera í. Eitt heim er ikki bara eitt heim!

Nú val er, er umráðandi at hugsa samfelagsavbjóðingina við harðskapi inn í politikkin á øllum viðkomandi økjum. Arbeiðið at fyribyrgja og basa harðskapi hevur søguliga ligið á einstaklingum og frívilligum felagskapum, men tíbetur hevur landið stuðlað arbeiðinum meira og meira.

Ein góð heildarætlan er gjørd á økinum, og samstarvið millum Kvinnuhúsið og almennu myndugleikarnar er gott. Málið er komið fram í ljósmála og verður nú ikki longur lýst sum ein avbjóðing fyri tey harðskapsraktu, men sum ein samfelagsavbjóðing.

Komandi árini verður neyðugt at menna hetta økið enn meira. Nógv meira. Bæði fíggjarliga og tilvitanarliga. Upplýsing og vitan um, hvat harðskapur er, og hvat harðskapur ger, má breiðast út í øll viðkomandi øki. Vitanin má vera í skúla og barnagarðsøkinum, í útbúgvingarøkinum, í heilsuverkinum, hjá løgregluni, hjá peningastovnunum, í rættarskipanini, hjá arbeiðsgevarum, ja í øllum samfelagnum. Vit síggja jú heimin og menniskju gjøgnum ta vitan og tað innlit, vit sjálv hava. So vitan um harðskap er neyðug í øllum samfelagsliðum og ein sannføring um, at vit ikki á nakran hátt skulu góðtaka harðskap.

Ein samfelagsavbjóðing kann bara loysast við felags átøkum tvørtur um geirar og mørk í heila taki.

Vit í Tjóðveldi fara framhaldandi at gera okkara til at styrkja og menna hetta týdningarmikla økið. Ongin eigur at liva í harðskapi, og vit skulu gera tað, vit eru ment at fyribyrgja og basa harðskap.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi