Nú Miðflokkurin aftur leggur eftir Norðurlandahúsinum er hóskandi at vísa á bara ein brotpart av týdninginum av hesum mentanarstovni.
Norðurlandahúsið er nokk besta boð um hvat norðurlendskt samstarv í veruleikanum er, tá ið tað er best.
Norðurlandahúsið hevur nú í gott 40 ár verið ein brúgv til hini norðurlondini, sum hevur flutt norðurlendska mentan inn til okkum, og føroyska mentan og list til hini norðurlondini. Umframt hetta er húsið karmur um alskyns tiltøk sum menna, menta, kveikja og stimbra okkum øll.
Øll kenna Norðurlandahúsið. Vakra, fjálga, friðsæla og hábærsliga mentanarperlan er okkara alra. Hvørt mansbarn kennir húsið og fólkið hevur tikið tað til sín.
Eg síggi Norðurlandahúsið sum ein mentanardepil, sum byggir brýr. Bæði millum lond, millum økir og fólk og millum menniskja og eins egnu innaru kenslur.
Norðurlandahúsið bæði føðir og flytur mentan og list millum londini og stuðlar undir lokala mentan og list. Mentan og list fær menniskja at reflektera og er við til at geva lívinum innihald. Tí hvat eru vit uttan list og mentan? Tómar verur uttan innihald, menning, trivnað og lívsgóðsku.
Tí hvat annað fingu vit við Norðurlandahúsinum? Jú, vit fingu ein fantastiskan karm um Føroya Symfoniorkestur og kór, vetrarjazz, fólkatónleikastevnur, FMA, Geytan, sjónleik á høgum støði, sangleikir, Ung í Føroyum, Barnadans, ráðstevnur, bókadagar, listaframsýningar, Barnakonsertir, tiltøk á grønu burðardyggu kósini, film, barsilsfyrilestrar, klassiskar konsertir og so nógv anna, tí mentanin er óavmarkað. Og umframt alt hetta nógv frálík mentanartiltøk úr grannalondunum.
Norðurlandahúsið byggir á demokratisku virðini í norðurlondunum so sum menniskjarættindi, virðing fyri tí einstaka menniskjanum, javnrættindi, frið og frælsi. Soleiðis tekur Norðurlandshúsið eisini lut í, at Føroyar gongur tolsemisleiðina og rúmar øllum borgarum. Takk fyri tað. Tí eins og mentanin og listin er ymisk og fjølbroytt so eru menniskjuni tað sama. Tí er Norðurlandahúsið ikki bert ein ítøkilig mentanarbrúgv millum lond, men eisini ein hugans- og sambindingarbrúgv millum fólk, bólkar, bygdir, býir og lond. Og á hesi brúnni er vítt til veggja og høgt til loftið - og stutt til hjartað.
Man tað ikki vera hetta, sum Miðflokkurin ikki kann liva við?
Sirið Stenberg
Tjóðveldi

.jpg)



