Fleiri viðkomandi sitat úr Hoydølum, sum løgmaður lat liggja

4 August 2026
Skrivað hevur
Eirikur í Jákupstovu

Harra formaður

Eyðun Nolsøe skrivaði orðini og Filip sang í Hoydølum:

Sum eitt nýsprottið blað fýkur avstað

sveimar í lotinum sólgyltan dag

Soleiðis hevur huglagið verið kring løgmann, síðan hann kom í sessin, og eg vil afturat hesum ynskja Beini Johannesen hjartaliga til lukku við síni fyrstu løgmansrøðu.

Eg helt tað eisini vera sera smart og riggaði stak val at brúka orð og dømir úr frálíku kringvarpssendingini, Hoydalar, at lýsa viðurskifti í okkara samfelag. Tað skapti eina flotta heild, og tað man eisini merkja, at løgmaður er liðugur at atkvøða ímóti, tá viðurskiftini hjá Kringvarpinum mugu batna.

Eg vænti satt at siga, at vendingin “lukkað lortið” beint nú varð søgd fyri seinastu ferð av nøkrum menniskja.

Í tráð við sama huglagið hevur verið dámligt og klæðiligt – og eg meini hetta veruliga – at løgmaður hevur verið frammi og greitt frá, hvussu hann ger føroysku klæðini klár til ólavsøkuna og at hann ongan ostaskerara eigur.

Tó helt eg tað vera minni dámligt og minni klæðiligt, at løgmaður ikki var tøkur hjá miðlunum til eina samrøðu, tá tað snúði seg um, hvussu Føroyar skulu gerast partur av Olympisku Leikunum. Eg spurdi so aftur her í gjár og fekk eitt nokk so ógreitt svar, sum í øllum førum ikki skuldi skiljast sum, at løgmaður var klárur til at fáa Føroyar at uppfylla treytirnar fyri olympiskum limaskapi – nevniliga at verða ein altjóða viðurkendur statur.

Tað kundi hann arbeitt fyri í einari aðrari samgongu, sum stóð honum í boði. So kundi hann til dømis tikið eitt brot úr Hoydølum, har Emma sang:

“Má frælsi vera tín arvur, ein gáva ómetalig dýr.”

Men nei, tað bleiv eitt sindur meira sum at fara “í dans” við Harkaliðnum at finna sær ein danskan korporál og at blíva imponeraður, tá hann sigur:

“Må jeg bе’ om en dans, Frøken Smuk!”

***

Tá var betri at hoyra nakað í tráð við “vælkomið verði tú, nýborna barn”, sum MC Restorff yrkti og Emma Højgaard sang.

At hækka inntøkumarkið til 60.000 í barsilsskipanini er gott, umsorganardagar kunnu eisini vera góðir og so vóni eg inniliga, at vit kunnu fáa eina breiða semju um at tryggja eitt minstagjald til tey, sum fáa børn og detta niðurímillum skipanirnar. Kemur samgongan ikki við uppskotinum, so skulu vit nokk koma við tí.

Tað er eisini sera gott, at tilhaldsstaðið til tey við samansettum avbjóðingum verður gjøgnumført og at eftirlønarviðbótin til fyritíðarpensjónistar kemur.

Sum øll rætt hugsandi fólk, so eri eg eisini áhugaður at hoyra meira um tað, sum hevur við bústaðir at gera. Vit hava eisini okkara boð. Men eftir at hava lisið og lurtað – ikki minst eftir tosinum um at vera effektivur og sovorið – so undrar tað meg stórliga, at mann ikki vil gera nakað fyri at brúka fleiri longu bygdar búeindir til bústaðir heldur enn at tað skal vera til spekulatión og turistar. Vónandi kann samgongan sannførast um, at tað gevur meining at brúka longu bygd tóm hús til bústaðir hjá fólki, sum ongastaðni hava at búgva.

Og nú kemur kanska minst áhugaverdi parturin av hesari røðuni, og tí fari eg ikki at draga nakran tónleik inn í hetta.

Tí har eru nøkur støð, har samgongan brýtur niður, heldur enn at byggja upp. Eg veit, at løgmaður helst ikki tosar um tey tingini, men gerðir hava størri týdning enn orð.

Tað fyrsta er, at mann brýtur semjuna sum er millum politiska skipan, vinnu og vísind um fiskiskap undir Føroyum fyri at tryggja, at løgtingsfólk, stjórar og onnur kunnu blíva við at hava útróður til hjástarv ella vinnuligt hobby, sjálvt um allir avtalaðu fiskidagarnir hjá bólkinum eru brúktir.

So hevur mann eisini valt at hava 7 aðalráð heldur enn 6, 8 Landsverk í staðin fyri 1 og so liggur í kortinum, at mann skal hava fleiri el-net, tí tað eru summi, sum eru so rík, at tey ikki hava ráð at vera partur av samhaldsføstu skipanini SEV.

Tað ljóðar fyri tað fyrsta onki serliga effektivt, og tá tað kemur til stykkis, so ljóðar tað seinasta nógv, sum kendasta brotið úr sanginum Mítt Land, sum løgmaður tó ikki valdi at taka við í sína røðu.

“Tey sum einki eiga

Skulu ikki hava meir

Hóast byrdan altíð lætnar

Um vit bera hana fleir’.”

Og tá komi eg í tankar um, at ætlanin hjá samgonguni er, at semjan um tøkugjøldini skal brótast við einari grundgeving um at orka er blivin so dýr hjá alifeløgunum. Men samstundis hevur samgongan higartil ikki viljað viðgjørt, um pendlarar skulu hava eitt eyka ferðaískoyti í ár, og um tey, sum hava minni pengar enn fjøldin, skulu fáa eitt hægri orkuískoyti.

Kanska tað kemur nú. Tingmaðurin, Atli F. Johansen segði í øllum førum í gjár, at hann tók undir við hækkaðum orkuískoyti.

***

Hinvegin so eru nøkur ting, sum samgongan hevur gjørt og vil gera, sum kosta munandi meira enn tey uppskotini, og tíbetur hevur fíggjarmálaráðharrin sagt, at hann ætlar, at átøk skulu vera fíggjað.

Men tá vit so spyrja, hvussu tað skal fíggjast, so koma generellar vendingar um at vera effektivari, og at strika óneyðuga lóggávu.

Síðst vit her inni strikaðu óneyðuga lóggávu við at avtaka biograflógina, tá atkvøddu bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ímóti at gera tað.

Tað órógvar meg eitt sindur beint nú, og fær meg at hugsa, hvat tað so er, sum samgongan ætlar at gera. Fleiri hava spurt í gjár, og eg veit ikki, um ósøgdu orðini siga mær alt, men tað er í øllum førum ein wall of silence, tá vit spyrja um, hvat skal effektiviserast og hvaðani pengarnir til hetta ymiska skulu koma frá.

Ja, hatta vóru eisini tilsipingar til Hoydalar. Ró hjá Martini Joensen, sum Jóhanna sang og Wall of Silence hjá Peturi Pólsson, sum Sophilia sang.

Eitt, sum eg má nevna og avgjørt hevði verið betri ósagt, var tá tingmenn í gjár byrjaðu at spæla við tankan um at seta allar teir smáu fiskarnar í rúsevnaumhvørvinum í fongsul í langa tíð. Mann kann siga næstan hvat mann vil sum tingfólk á løgtingi, men eg haldi tað var betri ósagt, tí tað er bæði óklókt og órættvíst at koyra eitt ungt menniskja í neyð í fongsul, tí tað hevur smuglað nøkur frá gram av onkrum. At tað er órættvíst er eyðsæð, tí brotið er minni enn brot hjá bakfólki til dømis. Men tað er enn verri, at tað er óklókt, tí setir tú fólk, sum eru illa fyri, leingi í fongsul, so er sera stórur møguleiki fyri, at tey aldrin fóta sær aftur í samfelagnum, at tey læra at blíva dugnalig kriminell og at alt versnar rundan um tey.

Og so er eitt annað. Eg fari ikki at siga, at eg eri reinur á økinum. Tí eri eg ein, sum illa ræðist fremmanda ávirkan á okkara viðbrekna samfelag og eri við uppá tey ítøkiligu málini, sum mann arbeiðir á útlendingaøkinum, og eisini kann koma til at niðurgera tað, sum eg ikki kenni.

Men tað var, tá Jørgen Niclasen í gjár legði upp til, at hann hevði keypt sær el-bil fyri at sleppa undan at tosa enskt við útlendingar við diskin á bensinstøðunum.

Fyri tað fyrsta vóni eg, at eg misskilti hann, og at hann forklárar, hvat eg ikki havi skilt, tá eg haldi hatta ljóða rasistiskt. Fyri tað næsta, so er mín uppliving, at tey væl skilja tað føroyska, sum mann hevur brúk fyri á einari bensinstøð.

Løgmaður siteraði ikki brotið, har Sophilia í hennara framførslu av “Føroyingar” sigur:

“Eg eri so sjúkliga troytt av. “Hvar kemur tú frá? Nei, upprunaliga, hvar kemur tú frá? Afrika, Suður Amerika, nei nú veit, tú ert adopterað.””

Men kanska skuldi hann funnið sær eitt høvi til tað. Tí møguleikarnir og avbjóðingarnar við útlendingum og útlendskari ávirkan á okkara samfelag eru akkurát tær somu, um vit tosa ljótt ella pent við og um fólk. Og tá haldi eg, at vit skulu royna at tosa pent.

Takk fyri harra formaður

Meira um sama evni

No items found.