Summar við Ryskivatn

Summar-e við Ryskivatn
Sunnudagin 30. august skipar Suðuroyar Tjóðveldisfelag fyri Summar-e við Ryskivatn – eitt hugnaligt tiltak við røðum, hugleiðingum, felagssangi og góðum felagsskapi.
Okkurt gott verður á grillini og kaffi verður á kannuni og heimabakað kaka afturvið.
Takið børn og ung við tykkum til ein hugnaligan dag á Ryskivatni.
Tiltakið er frá kl. 14 til kl. 16.
Gott ferðasamband suður
Vitjandi norðaneftir sleppa við Smyrli av Havnini kl. 11.00 og norðuraftur av Krambatanga kl. 17.30.
Bygdaleiðir koyra av Krambatanga til Vágs og aftur á Krambatanga.
Suðuroyar Tjóðveldsifelag skipar koyring niðan á Ryskivatn.
Soleiðis meldar tú til
Tilmelding krevst til tiltakið og eitt luttøku gjald er á 50 kr. pr. persón.
Tilmelding fer fram hjá Dennis Holm (á Messenger ella á dholm@olivant.fo) ella hjá Marin í Dali (á Messenger).
Suðuroyar Tjóðveldisfelag
Onnur tiltøk
Eitt hugnaligt tiltak fyri alla familjuna.