Eg eri vinnurekandi, og støðan sum stjóri og arbeiðsgevari hevur givið mær eina innbygda dualismu, sum eg haldi vera týdningarmikla, fyri at síggja vinnuna fyri tað hon er: Livibreyðið hjá okkum. Vinnan er livibreyðið bæði hjá okkum sum eiga, og hjá teimum sum arbeiða; og bara við at finna javnvágina ímillum tað, ið vinnan sjálv fær burturúr og tað ið arbeiðarin fær burturúr, kann SAMFELAGIÐ blóma FÍGGJARLIGA. Júst hvar hendan JAVNVÁGIN er, lLEITI EG enn eftir. Men eg veit, at bæði arbeiðsumstøður og lønarlagið hjá mínum starvsfólkum hevur týdning, og samstundis hevur tað týdning at fyritøkan hevur nóg stórt yvirskot, til eisini at kunna forsyrgja okkum øllum í verri tíðum, umframt nóg stórt yvirskot í væntu, til at tað er fíggjarliga attraktivt at halda fram. Hetta er dualisman, sum onkuntíð verður burturi í kjakinum um okkara vinnulív.
Júst hesin tankin, um javnvágina ímillum frælsið hjá vinnulívinum, rættindini hjá okkara arbeiðarum og tað samhaldsføstu skipan vit í felag hava bygt, leiðir meg til tað, sum í hesum valdystinum hevur verið, og er, trupult fyri meg at seta orð á: Stríðið um okkara tilfeingið. Tí eg skilji væl, at tey ið hava syrgt fyri at fiska makrelin ella hava alið laksin, tey ið hava lagt pengar og orku í at byggja upp fyritøkur sum megnaðu uppgávuna, kenna ein ognarskap yvir fyri tí tey hava skapt. Alt annað hevði verið órímiligt. Men eg skilji samstundis eisini væl tankan um, at fiskurin í havinum er ognin hjá okkum øllum, sum búgva her, og eigur at koma okkum øllum til góða. Hetta er okkara livibreyð (eg veit at vit liva av øðrum enn hesum, men hetta fyllir nú einaferð rættuliga nógv). Kynstrið er nú, at finna javnvágina - hvussu nógv skal t.d. uppisjóðarfiskivinnan lata í tilfeingisleigu, fyri havríkidømið. Hvat er rímiligt? Og hvussu nógv skulu Bakkafrost P/F, Hiddenfjord og hinar alifyritøkurnar lata fyri at sleppa at brúka firðirnar. Tað nyttar ikki at tann eina síðan rópar upp um grammar og óndar reiðarar, ímeðan hin síðan geylar um snyltandi caffe lattedrekkandi akademikarar í Havn. Einki er so svart hvítt. Vit mugu finna nuansurnar, tí tað er har loysnirnar liggja. Og eg eri tilreiðar til at síggja heiminum í litum. Eru tit?



.jpg)
