Veðurlagslógin sum fór í vindinum

13 March 2026
Skrivað hevur
Tjóðhild Patursson
Veðurlagslógin sum fór í vindinum

Vit vóru SO nær við at fáa eina veðurlagslóg. Men so bleiv valið útskrivað, 'umhvørvisdrotningin' hjá Javnaðarflokkinum bleiv skift um við ein 'oljusjeik', og so tikist tað sum um at alt prát um veðurlagslóg er vorðið jarðað. Men tað er tað ikki! Veðurlagslógin fer at rísa upp aftur úr skuffuni, hon bleiv parkerað í. Tí hóast vindurin beint nú blæsir okkum beint í andlitið, og 'oljuborðing' er vorðið eitt vanligari orð enn 'veðurlagsbroytingar', so eru vit fleiri sum hava áræði til at hyggja stormin beint inn í eyguni.

Vit skulu gera eina veðurlagslóg fyri Føroyar. Sjálvandi skulu vit tað. Vit hava somu ábyrgd sum øll onnur fólk í heiminum, og við tí fíggjarligu orku og tí skapanarmegi sum býr í fólkinum og vinnuni í hesum lítla landinum, fara vit eisini at klára at taka øll neyðugu stigini á leiðini.

Veðurlagslógin hevur fingið nógvan kritik. Sumt eri eg samd í. Hetta merkir tó ikki at hon skal vrakast. Heldur merkir tað, at vit skulu gera okkum enn betur ómak, og syrgja fyri at okkara lógarsmíð veruliga fer at gera mun.

Ein ávísur valdsmikil høvdingi hinumegin havið segði: 'Drill Baby Drill', og nú klappa vit øll í kór, ímeðan stríðið um svarta gullið er vorðið skitnari enn tað nakrantíð hevur verið.

Heldur enn at klappa í kór saman við 'oljusjeikunum', og ímynda okkum nakrar lættvunnar svartar krónur, eiga vit at tosa um grøna orkuskiftið. Grøna orkuskiftið ER framtíðin, og okkara sterka vinnulív stendur og bíðar eftir at sleppa í gongd.

Í næstu grein skal eg greiða nærri frá, hvat tað er sum vinnan ynskir av politisku skipanini nú - soleiðis at vindurin kann venda, og at vit kunnu fara flúgvandi inn í grøna orkuskiftið, heldur enn at stríða okkum fram hagar í mótvindi.Ja, meira um vind í næstu grein.