Tjóðhild Patursson

Eg eri 37 ára gomul, eri gift við listamanninum Bui Dam og eigi trý børn.

Eg eri fødd og uppvaksin í Havn. Eg eri dóttir fræga og vælorða reyðsokkin Hildur Patursson og hin altíð hjálpsama mentamannin Pauli Nielsen.

Bróstamjólkina fekk eg við samráðingarborðið millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, tá ið mamma var forkvinna í Pedagogfelagnum. Eg sleit mínar barnaskógvar á Læraraskúlanum, har pápi mín var rektari. Ungdómsárini var eg forkvinna í Føroya Ungdómsráði og sat í hópin av nevndum, m.a. í Amnesty International Føroyar, Unga Tjóðveldi og Nordisk Ungdomsråd. Eg skrivaði fyri Sosialin og Dimmu, og hevði eina politiska útvarpssending á Rás 2. Saman við fimm øðrum ungum kvinnum stóð eg á odda fyri Ólavsvøkukabarettini tríggjar ferðir á rað.

Eg lærdi hagfrøði og sosiologi á Lærda Háskúlanum í Lund. Eitt skifti arbeiddi eg á Hagstovuni og fyri Landsbankan, og eg havi undirvíst á Fróðskaparsetri Føroya í skjótt 10 ár (eg undirvísi í Hagfrøði - hetta er ikki yndisfaki hjá nøkrum, men eg eri yndislærari hjá nógvum. Mær dámar ótrúliga væl at undirvísa - barnaárini á Læraraskúlanum hava sett síni spor).

Longu í 2008, tá eg var átjan ára gomul, stillaði eg upp til løgtingsval fyri Tjóðveldi. Men ovurhugur til matgerð og matframleiðslu, dró meg á aðrar leiðir. Í 2013 flutti eg til Nólsoyar. Har rak eg Visit Nólsoy í nøkur ár. Í kunningarstovuni menti eg eina matstovu, Gimburlombini, ið vann norðurlendsku matstovuvirðislønina Embla í 2019. Tá var mín yrkisleið innan mat sementerað. Afturat tí mennti eg Mat- og Moldmentanarháskúlan á Sandoynni, og eg var stjóri á skúlanum í tvey ár. Seinni lærdi eg matgerð á víðagitna kokkaskúlanum Ferrandi í París, og tá ið eg flutti til Havnar i 2021, læt eg upp matstovurnar Ástaklokkan og TITA - Matstaðið í Norðurlandahúsinum. Eg eri eldhugaður forsprákari fyri at keypa og brúka føroyskar rávørur og fyri at virða og verja føroyska tilfeingið.

Eg haldi meg vera eitt sera væl eygna umboð til Føroya Løgting, tí eg eri arbeiðssom og ágrýtin. Men eisini tí at eg ígjøgnum mína lívsleið havi fingið innlit í so nógv ymisk av samfelagsins viðurskiftum:

- Tíðin eg búði í Nólsoy og á Sandi lótu míni eygu upp fyri týdninginum av samferðslu, og vaskaði út úr eygunum tað blindni, sum summi havnafólk onkuntíð hava yvir fyri restina av landinum

- Uppvøksturin á Læraraskúlanum og øll putslispølini eg havi lagt undir borðinum á Pedagogafelagnum, lærdu meg um týdningin av fakfeløgum, um týdningin av útbúgving; og um týdningin í, at seta barnið í miðdepilin tá ið avgerðir skulu takast.

- Hagfrøðilesturin hevur givið mær ein tal-kritiskan sans, sum er alneyðugur, skalt tú standa ímóti teirri manipulatiónini sum allar tíðina fer fram við tølum

- Sosiologilesturin minti meg á, at handan tølini og skjølini eru altíð fólk. Fólk, sum bara vilja at sleppa at liva sítt lív, við teimum grundleggjandi rættindunum vit hava avtala at vit øll eiga

- Mín tíð í nevndini í Amnesty hevur givið mær mannarættindasáttmálan inn undir húðina, so hann beri eg við mær har ið eg fari.

- Listin hevur altíð verið partur av mínum lívi. Men gjørdist partur av mínum gerandisdegi, tá ið eg gifti meg við einum listamanni. Hann minnir meg hvønn dag á, at tað er lætt at siga at man ynskir at arbeiða fyri listini og mentanini, men verri at halda orð og fáa tað gjørt. Hetta taki eg við mær, nú eg trakki inn á politiska pallin, og hann fer at halda mær í oyrunum.

- Umhvørvispolitikkur er partur av mínum hjarta. Og soleiðis má tað vera, skal hann fáa sítt rætta pláss. Tí umhvørvispolitikkur er ikki bara nakað sum skal orðast á einum pappíri (fyri síðani at enda í eini skuffu), umhvørvispolitikkur má vera hugsaður inn í allan annan politik.

- Fólkið ið her býr er okkara týdningarmiklasta tilfeingi. Ja, í grundini er heilt skeivt at kalla menniskju fyri tilfeingi; men ofta verður menniskja og okkara trivnaður gloymdur, tá ið vit royna at byggja land. Fólkið er okkara land. Tað mugu vit ongantíð gloyma. Tað at vit enn missa nógv fólk av landinum, er ein gøla, og vit mugu veruliga lurta eftir, hvat tað er, sum ger, at tey ikki koma aftur.

- Eg eri vinnurekandi, og støðan sum stjóri og arbeiðsgevari hevur givið mær eina innbygda dualismu, sum eg haldi vera týdningarmikla fyri at síggja vinnuna fyri tað hon er: Livibreyðið hjá okkum. Vinnan er livibreyðið bæði hjá okkum sum eiga, og hjá teimum sum arbeiða; og bara við at finna javnvágina ímillum tað ið vinnan sjálv fær burturúr og tað ið arbeiðarin fær burturúr, kann samfelagið blóma fíggjarliga. Júst hvar hendan javnvágin er leiti eg enn eftir. Men eg veit, at bæði arbeiðsumstøður og lønarlagið hjá mínum starvsfólkum hevur týdning, og samstundis hevur tað týdning at fyritøkan hevur nóg stórt yvirskot, til eisini at kunna forsyrgja okkum øllum í verri tíðum, og eisini nóg stórt yvirskot í væntu, til at tað er fíggjarliga attraktivt at halda fram. Hetta er dualisman, sum onkuntíð verður burturi í kjakinum um okkara vinnulív.

- Júst hesin tankin, um javnvágina ímillum frælsið hjá vinnulívinum, rættindini hjá okkara arbeiðarum og tað samhaldsføstu skipan vit í felag hava bygt, leiðir meg til tað, sum í hesum valdystinum hevur verið, og er, trupult fyri meg at seta orð á: Stríðið um okkara tilfeingið. Tí eg skilji væl, at tey ið hava syrgt fyri at fiska makrelin ella hava alið laksin, tey ið hava lagt pengar og orku í at byggja upp fyritøkur sum megnaðu uppgávuna, kenna ein ognarskap yvir fyri tí tey hava skapt. Alt annað hevði verið órímiligt. Men eg skilji samstundis eisini væl tankan um at fiskurin í havinum er ognin hjá okkum øllum, sum búgva her, og eigur at koma okkum øllum til góða. Hetta er okkara livibreyð (eg veit at vit liva av øðrum enn hesum, men hetta fyllir nú einaferð rættuliga nógv). Kynstrið er nú, at finna javnvágina - hvussu nógv skal t.d. uppisjóðarfiskivinnan lata í tilfeingisleigu, fyri havríkidømið. Hvat er rímiligt? Og hvussu nógv skulu Bakkafrost P/F, Hiddenfjord og hinar alifyritøkurnar lata fyri at sleppa at brúka firðirnar. Tað nyttar ikki at tann eina síðan rópar upp um grammar og óndar reiðarar, ímeðan hin síðan geylar um snyltandi caffe lattedrekkandi akademikarar í Havn. Einki er so svart hvítt. Vit mugu finna nuansurnar, tí tað er har loysnirnar liggja. Og eg eri tilreiðar til at síggja heiminum í litum.

Grundarlagið í øllum, eg takist við - veri tað seg miðlan, undirvísing, vinna, gransking ella politikkur - er frælsishugsjónin. Eg eri tip tip oldurabbadóttir Nólsoyar Páll, langabbadóttir Jóannes Patursson og abbadóttir Erlend Patursson. Eg veit at í Føroyum eigur man ikki at vera stoltur av sínum upphavi, men tað eri eg nú einaferð. Ikki tí at mítt er betur enn tað hjá nøkrum øðrum, men tí at ættargreinin sigur nakað um hvar tú kemur frá, og kanska eisini hvar ið tú ert ávegis. Arbeiðið ímóti frælsu Føroyum, hevur strekt seg yvir nógv ættarlið, og nú vit taka seinasta takið, eri eg til reiðar at bjóða meg fram.