GRØNA ORKUSKIFTIÐ: Trý ting sum eru neyðug at gera nú

18 March 2026
Skrivað hevur
Tjóðhild Patursson

At vit skulu leggja um til grøna orku, er eingin ósamdur í longur. Grøna orkan er bíligari at framleiða (um vit gera tað rætt), hon er umhvørvisvinarligari og fer at lækka okkara CO2 útlát heilt nógv; og so er grøna orkan eisini vorðin ein kappingarfyrimunur fyri nógvar vinnur, tí brúkarin vil hava 'grønan fisk'.

Mvg afturberingin av el-bilum og hitapumpum hevur fingið nógv húsarhald at leggja um til grøna orku, mær er fortalt at meira enn 30 % hava lagt um, og tað er gott.

Trupuleikin er nú tann, at vit framleiða ov lítið av grønari orku - soleiðis at el-bilarnir og hitapumpurnar nógvar dagar um árið koyra uppá tungolju sum verður brend á el-verkinum á Sundi.

Skulu íløgurnar húsarhaldini hava gjørt í el-bilar og hitapumpur veruliga gera mun, so má fer koma á framleiðsluna av grønari orku.

Men skal grøna orkuskiftið veruliga síggjast aftur í CO2-rokniskapinum hjá Føroyum, má eisini stórvinnan leggja um til grøna orku - og tað vilja tey! Politiska skipanin má nú syrgja fyri, at tað ber til hjá vinnuni at gera íløgur í grøna orku, til sín sjálvs, og til okkum onnur.

Eftir Veðurlagspolitikkinum ætla vit okkum at náa 45 % minking í oljunýtsluni á landi áðrenn 2030 (í mun til árið 2010). Tað er um knøpp 4 ár. SEV fer ikki at klára at lyfta hesa uppgávuna einsamalt. Men saman við vinnuni kann tað bera til. Tað nívir kanska fyri summi at blanda privatu vinnuna upp í el-framleiðsluna, men tað er nú neyðugt, um vit skulu røkka teimum málum vit hava sett okkum. Kynstri verður at skipa so fyri, at samhaldsfasta skipanin vit hava við streymveitingini í Føroyum verður intakt, samstundis við at privata vinnulívi fer at síggja møguleikar í at gera íløgur í grøna orku. Hetta ber til!

Her eru trý ting vit mugu gera nú fyri at fáa sett gongd á grøna orkuskiftið:

LENDISÆTLAN: Vit mugu gera eina lendisætlan. Eg veit, eg veit. Eg blívi við at tosa um eina lendisætlan. Ein lendisætlan er ikki loysnin uppá alt, men hon er loysnin uppá nógv! Tað eri ikki bara eg sum tosi um eina lendisætlan. Tey umhvørviskønu tosa um eina lendisætlan fyri at friða summi av okkara náttúruríkastu økjum; bøndirnir tosa um eina lendisætlan soleiðis at tey sleppa at reka landbúnað í friði og ein annar partur av vinnuni tosar um eina lendisætlan, soleiðis at vinnan veit hvar ið tey trygt kunnu fara undir at byggja m.a. vindmyllur (uttan at vera steðga av yvirfriðingarnevndum o.l.).

Øll vilja hava eina lendisætlan, tí lendisætlanin er langtíðarætlanin sum ger tað lætt og trygt hjá okkum øllum at fáast við okkara virksemi, veri tað seg vindmyllubygging, seyðahald, velting ella at gera sær reiður og verpa nøkur egg (ja, eg ivist ikki í at tjøldrini eisini verða glað fyri eina lendisætlan). Í grundini vilja øll bara fáa avgerð tikna um, hvat vit gera hvar, soleiðis at tey fáa frið til at gera tað tey gera. Fyri at fáa fer á grøna orkuskiftið, mugu vit seta øki av, sum vit ætla at brúka til vindmyllur (ella sólpanel). Allar neyðugar umhvørviskanningar skulu gerast. Allar góðkenningar fáast tilvega fyri øll tey økini. Og síðani skal bjóðast út. TÁ fer vinnan í gongd! Tí tað lønar seg at gera íløgur í grøna orku - vit mugu bara skapa umstøðurnar fyri vinnuna til at kunna taka tað valið.

VERKÆTLANARLEIÐARI FYRI GRØNA ORKUSKIFTIÐ. Tað manglar stýring. Alt ov nógvar verkætlanir byrja, fyri síðani at steðga upp av eini og aðrari orsøk - og hetta kostar nógvar pengar fyri landið. Meira pengar enn ein verkætlanarleiðari kostar. Verkætlanarleiðarin skal hava ábyrgdina av at skipað økið, skapa karmarnar og fylgja við, soleiðis at tær langtíðarætlanir sum vera gjørdar kunnu halda. Verkætlarleiðarin eigur eisini, ígjøgnum SEV, at gera ein leist fyri hvussu privata vinnan kann selja streym inn á netið hjá SEV, og hvør prísurin verður. Hetta skapar tryggar og greiðar karmar fyri vinnuna.

VINNAN OG KAPITALURIN. Tað eru fyritøkur, sum kundu hugsað sær at farið í gongd við at gera íløgur í grøna orku. Summi ræðast hetta. Eg haldi ikki at vit eiga at ræðast, men heldur at gleðast um at grøna orkuskiftið nú er nakað sum fyritøkur hava hug og orku at leggja pengar í. Ein fyritøka fer tó einans at gera eina íløgu, um hon sær fyri sær ein vinning (allar vanligar fyritøkur í øllum førum), og tí skulu vit syrgja fyri at tað ber til hjá fyritøkum at gera fruktagóðar íløgur í vindmylluverkætlanir. Hetta gera vit millum annað við at gera tey tvey punktini omanfyri: Seta øki av til vindmyllulundir og syrgja fyri at alt fyrireikingararbeiði verður gjørt og verður klárt at bjóða út. TÁ kemur verulig ferð á grøna orkuskiftið.

Tað kann tikjast radikalt at tosa um at fáa vinnuna inn á elmarknaðin, men summi mál eru so átrokandi, at vit øll mugu vera sinna at strekkja okkum langt á okkara hugsjónarliga grundvøli fyri at finna felags loysnir. Og hetta er eitt av teimum málunum. Veðurlagsbroytingarnar henda nú, og her mugu øll amboð í verk, skulu vit klára at tálma útlátinum av vakstrarhúsgassum.

Tjóðhild Patursson, valevni fyri Tjóðveldi

P.s. Allar helst verður onkur viðmerking til hesa greinina, sum reisir spurningin: skal vinnan kunna framleiða og selja streym uttan um SEV? Nei, vit hava gjørt eina samfelagsavtalu, um at gera streym í felag (SEV). Streymurin kostar tað sama kring alt landið, hóast summi øki eru dýrari at veita streym til. Nólsoyingarnir hinumegin fjørðin, gjalda tað sama sum eg í Havn, hóast tað (møguliga) er dýrari at veita teimum streym. Og soleiðis skal tað halda fram við at vera! Tað er okkara samfelags-avtala, og hana skulu vit halda. Og vit mugu sjálvandi ansa væl eftir at ikki gera nakað, sum fær hesa avtaluna at skinkla.

P.p.s. Í næstu grein skrivi eg um 'tá ið grøna orkuskiftið ikki longur er grønt' - og hvat tað er sum kann henda við okkara góðu intentiónum, um vit ikki eru varðin.

P.p.p.s. Er tað ikki nokkso deiligt at eg fortelji tær hvat næsta grein verður um - so kanst tú ordiliga gleða teg