Tíðin er komin, at geva Strandfaraskipum Landsins eina hægri raðfesting.
Tað eru gjørdar nógvar íløgur í tunnlar og undirsjóvartunnlar í Føroyum síðstu nógvu árini. Hetta hevur knýtt oyggjarnar tættari saman og uttan iva bøtt um livikor, trivnað og vinnumøguleikar nógvastaðni – og tað er gott og gleðiligt. Men samstundis eru sjóvegis farleiðirnar – lívsæðrin hjá mongum – í stóran mun gloymdar.
TÚRATÍTTLEIKI
Ferðaætlanirnar mugu lagast til gerandisdagin hjá íbúgvunum. Tað er ikki nokk, bara at hugsa um tey vaksnu, sum arbeiða frá 8-16. Ferðaætlanirnar mugu eisini lagast til børnini og tey ungu, sum ganga í skúla og sum luttaka í ítrótta- og mentanarlívi. Her eru vit tíverri ikki á mál.
Ein ferðaætlan, sum ikki er lagað til tørvin á staðnum, førir til
• ov langir dagar fyri børn, ung og vaksin
• verri møguleikar at luttaka í tilboðum á meginøkinum
• verri trivna
Og kann í síðsta enda føra til fráflyting.
FERJURNAR
Helvtin av ferjunum hjá Strandferðsluni eru eldri enn 50 ár. Fyri nøkrum árum síðani varð ein ætlan gjørd, at byggja fýra nýggjar ferjur til oyggjaleiðirnar. Tann fyrsta skuldi gerast til Kalsoynna. Men enn hevur eingin nýggj ferja sæð dagsins ljós.
Her má ferð koma á.
Nýggj Kalsoyarferja - saman við øllum teimum ábøtum, sum mugu gerast á ferjulegurnar í Syðradali og í Klaksvík - fara at kosta so nógv, at tað má umhugsast um ein undirsjóvartunnil hevði loyst seg betur.
Meðan hetta verður kannað, má farast undir ferjubygging til onkra av hinum oyggjunum, so vit koma í gongd við tiltrongdu endurnýggingini av flotanum.
BORGARAR SKULU JAVNSETAST
Eitt gott ferðasamband er ein grundtreyt fyri lív og menning á leysu oyggjunum.
Nýggjar og góðar ferjur mugu byggjast og ferðaætlanirnar mugu endurskoðast. Og síðst, men ikki minst: túratíttleiki og fráferðir skulu lagast til og passa til gerandisdagin og tørvin hjá oyggjabúgvunum.
Hetta snýr seg um at javnseta borgarar í øllum landinum – og tað fari eg at arbeiða hart fyri.
Fyri teg, fyri meg og fyri Føroyar
X við Vígdis Bjarnadóttir





