Vígdis Bjarnadóttir

Nøkur av mínum hjartamálum: Sjálvbjargni, mentan, mentanararvur, umhvørvi og grøn orka, góðsamferðsla, góðir bústaðar- og útbúgvingarmøguleikar og eitt rúmligt samfelaghar øll hava tað gott.

Eg eri 55 ára gomul og búgvi í Nólsoy saman við manni mínum Ívari Bærentsen og børnum okkara Kjartani 11 ár og Marin Sofíu 15 ár. Tann elsti sonurin Bjartmar er vaksin og býr í Havn.

Eg er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole 2001 og eri cand mag í mentan og miðling frá Syddansk Universitet 2016. Eg havi arbeitt á Landsbókasavninum í nógv ár, men síðstu árini havi eg verið varaleiðari á Býarbókasavninum í Havn.

Føroyska bókasavnsverkið liggur mínum hjarta nær. Vit skulu virðismeta og raðfesta bókasøvnini høgt, tí tey hava ein týðandi leiklut í okkara fólkaræði við at veita øllum borgarum fría atgongdtil upplýsing, vitan og kunning – hetta er tíverri ikki ein sjálvsagdur rættur allastaðni. Bókasøvnini hava eisini ein týdningarmiklan leiklut í samband við útbúgving, vitan og læring. Og bókasøvn í dag skipa fyri nógvum mentanarligum tilboðum, tey skapa trivnað og fremja integratión.

Í míni frítíð njóti eg friðarliga lívið í Nólsoy. Mær dámar at ganga túrar, lesa og vera saman við familjuni. Í frítíðini luttaki eg eisini í ymiskum nevndararbeiði. Eg eri m.a. í nevndini í “Felagnum føroysk bygdasøvn”, sum er eitt felag undir Tjóðsavninum,sum skal menna bygdasavnsøkið í Føroyum. Tjóðsavnið og bygdasøvnini varðveita og miðla ein týdningarmiklan part av okkara søguliga mentanararvi. Og nú ferðavinnan er skjótast vaksandi vinnan í landinum, so er eitt stórt menningar-potentiali í teimum ymisku bygdasøvnunum.

Eg eri dagligur pendlari um Nólsoyarfjørð. Nú hevur ein stórur partur av íbúgvunum í landinum fastvegasamband, men enn eru nøkur, sum eru avhengig av einari ferju – og tey skulu ikki gloymast! Eg haldi, at Strandferðslan skal hava hægri játtan, ferjurnarskulu endurnýggjast og túratíttleikin skal vera nøktandi - tað hevur avgerandi týdning fyri trivnað og framtíð á leysu oyggjunum.

Hetta er ein spennanditíð at vera tjóðveldisfólk, nú fimm av seks flokkum eru samdir um, at heimastýrislógin er ov trong. Søguliga tjóðarsemjan fer at tryggja vinnuni betri marknaðaratgongd og fer at flyta Føroyar framá.

Hetta haldi eg

No items found.