Rákið í heiminum er, at virðini savnast á færriog færri hondum. Samstundis verður sjálvandi minni og minni til meinigufólkini. Hetta rákið er tíverri eisini týðiligt í Føroyum.
Eg ynski eitt samfelag, har gjógvin millum høgog lág ikki er so stór – og har virðini verða javnari býtt.
Vit skulu hava stýr á útreiðslunum, so nýhugsanog nýskipanir skulu til. Men vit skulu eisini økja um inntøkurnar - ogtilfeingirenta og tøkugjøld skulu regulerast regluliga, so ovurhonds stóruvirðini koma vælferðasamfelagnum og vanliga føroyinginum til góðar.
Tilsamans gevur hetta eitt sunnari samfelag,minni spekulatión í fastogn og lægri prísir á t.d. bústøðum
X við Vígdis Bjarnadóttir


.jpg)
.jpg)
