Vit missa fimta hvønn føroying.
Sum nú er, so fara 40% av hvørjum árgangi av landinum og bara helvtin kemur aftur.
Hendan bløðingin má steðga.
Hetta er fólkini, sum skulu skapa trivnað og virðir í føroyska samfelagnum í framtíðini. So at brúka pengar uppá, at halda uppá hesi ungu er ein góð íløga.
Komandi árini mugu vit útvega
• Fleiri lestraríbúðir til ung og lesandi
• Eitt spennandi útboð av útbúgvingarmøguleikum
• Og eitt lestrarumhvørvið, sum skapar karmar um samanhald og trivnað millum tey lesandi
So eg fegnist um, at høvuðsbygningurin í kampus-verkætlanini er liðugt projekteraður. At samla alt virksemið hjá Fróðskaparsetrinum í ein samanhangandi býling, fer at skapa betri trivnað og samanhald millum tey lesandi.
Eitt livandi læruumhvørvi. Hjarta í einum og hvørjum vitanar- og granskingarumhvørvi er eitt eitt væl virkandi universitetsbókasavn. Hendan týdningarmikla leiklutin hevur Landsbókasavnið, sum skal tryggja teimum lesandi fakligan stuðul, atgongd til vitan og eitt stað til djúphugsan og samstarv.
Eitt blómandi Fróðskaparsetur og lesandi sum trívast í Føroyum - tað er at skapa bæði sosialt og búskaparligt haldførið fyri framtíðar Føroyar.
Fyri teg, fyri meg og fyri Føroyar
X við Vígdis Bjarnadóttir


.jpg)
.jpg)
