Mentan og list ovast á dagsskránna

25 March 2026
Skrivað hevur
Vígdis Bjarnadóttir

Vit hava eitt ríkt og livandi mentanarlív í Føroyum, sum bindur okkum saman sum fólk. Og vit eiga  listafólk á altjóða støði - rithøvundar, tónleikarar, filmsfólk og sjónleikarar - sum vinna virðislønir og seta Føroyar á heimskortið.

Fyri hesi skapandi fólkini er listin eitt yrki. Og vit skulu hava ein sterkan mentanarpolitikk, sum tryggjar teimum góð arbeiðskor: høli at virka í, fíggjarligan stuðul og skipanir, sum skapa tryggar karmar rundanum teirra listagreinir.

Hetta er ikki bara mentanarpolitikkur. Hetta er eisini vinnupolitikkur.

Kreativu vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum. Og í londunum rundanum okkum verða stórar íløgur gjørdar í mentan og list – ikki bara fyri mentanarliga virðið, men eisini fyri búskaparligan vinning. Føroysk mentan kann gerast ein útflutningsvinna við stórum virði - vit skulu bara gera nógv meira, fyri at fáa føroyska mentan út í heimin

Eg vil arbeiða fyri, at seta mentan og list ovast á politisku dagsskránna.

Fyri teg, fyri meg og fyri Føroyar.

X við Vígdis Bjarnadóttir