At verja og endurbyggja náttúruna, vit varða av

Eitt samfelag í ringrás

Framtíðin liggur í at skipa samfelagið burðardygt og innan teir karmar, sum náttúran setir okkum. At hugsa burðardygt er lykilin til framtíðina og ein fortreyt fyri at varðveita vælferð og trivnað. Málið hjá Tjóðveldi er, at vit síggja virði í tilfeingi landsins og brúka hetta skilvíst. Til tað krevst m.a., at land og kommunur leggja greiðar ætlanir fyri einum ringbúskapi, har brúkt tilfar og tilfeingi, heldur enn at verða beint burtur, tyrvt ella brent, kann endurvinnast ella endurnýtast. Árliga nýtslan av vørum hevur umfatandi dálking við sær, og tí er týdningarmikið at broyta nýtsluna hjá bæði fyritøkum og borgarum, eitt nú við at tillaga prísir við grønum avgjøldum og líknandi, sum verða oyramerkt til frama fyri náttúru- og umhvørvisvernd. Fyri hvønn dag, sum gongur, gerst tað verri at loysa trupulleikarnar við útláti og umhvørvisdálking. Vit mugu til verka beinan vegin.

Náttúruvernd/vill náttúra

Frá tí at fólk búsettust í Føroyum, hava vit verið knýtt at føroysku náttúruni og tí ríka tilfeinginum á landi og í havinum kring oyggjar okkara. Hóast hetta, hava vit ikki altíð verið varug við náttúrunnar mørk ella sýnt virðing fyri náttúrutilfeinginum, og tað hevur sett lívmargfeldið í eina svára støðu.

Kring heimin er svinnið í lívmargfeldinum so mikið høgt og týtt, at mett verður, at 1 millión plantu- og djórasløg eru í vanda fyri at doyggja út tey komandi áratíggjuni. Í Føroyum eru eisini fleiri plantu- og fuglasløg, sum eru hótt. Hóast fylgt verður við ávísum fugla- og fiskastovnum, kenna vit hvørki til heildarstøðuna av føroysku náttúruni, ella hvussu nógv av lívmargfeldinum, vit missa árliga.

Lívmargfeldið er grundarlagið undir okkara heilsu, trivnaði og vinnu, og tað hevur ment seg gjøgnum milliónir av árum til at fevna um óteljandi serstøk plantu- og djórasløg. Hvørva tey, koma tey ongantíð aftur. Heimsins lond hava tí bundið seg til at steðga svinninum í lívmargfeldinum, og í Montréal í desember í 2022 varð nýggj altjóða avtala gjørd fyri at steðga svinninum í lívmargfeldinum. Hendan avtalan eigur at vera grundarlagið undir átøkum og náttúruverndarpolitikki í Føroyum komandi árini.

Veðurlagspolitikkur

Hækkandi sjóvarmáli, ógvusligari ódnir og øktur hiti hava eisini beinleiðis ávirkan á føroyska samfelagið og náttúruna. Játtan skal setast av til granska, hvørjar avleiðingarnar eru fyri Føroyar, og hvussu vit á bestan hátt kunnu fyrireika og tillaga okkum broyttu viðurskiftini.

Hitin á jørðini er øktur við í miðal 1,1 hitastigi síðan 1880, og avleiðingarnar av veðurlagskreppuni merkjast ógvusliga kring heimin. Hesar avleiðingarnar gerast meira umfatandi og ógvusligar, tess longur vit bíða við at seta neyðugu veðurlagsátøkini í verk fyri at skerja útlátið. Serliga eru tað londini á syðru hálvu, sum merkja størsta sviðan av veðurlagskreppuni, hóast tey søguliga eiga lítlan og ongan lut í útlátinum. Hesi lond hava tað trupult við at fíggja neyðugu tillagingarnar til veðurlagsekstremar og hækkandi sjóvarmála, og tí eiga Føroyar at vera við í at stuðla tillagingini.

Orkupolitikkur

Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fotreytir at brúka varandi orkukeldur, sum umframt vatnorku og vindorku fevna um sjóvarfalsorku, alduorku, jarðhita, bio­gass, sólorku o.a.

At gera Føroyar óheftar av oljuni og sjálvveitandi við grønari orku telist millum størstu avbjóðingar í tí at luttaka í felagsstríðnum fyri at minka um veðurlagskreppuna. Føroyska útlátið er økt ógvusliga í nógv ár. Vit vilja halda fast í ásetta málinum um vera fult grøn á landi í 2030.

At røkka málinum krevur, at vit arbeiða á trimum økjum:

• Vit vilja skunda undir útbyggingina av varandi orkukeldum,

• Vit vilja seta orkusparandi átøk í verk

• Vit vilja leggja um frá kolvetni til elorku sum skjótast

At fara frá at nýta olju til okkara egnu, føroyskt framleiddu grønu orku, er við til at framtíðartryggja búskapin. Fyri vinnuna er tað ein kappingarfyrimunur at kunna skjalprógva, at okkara fiskiveiða og vinna á landi er orkueffektiv og hevur eitt lágt CO2-útlát.