Serliga vit, ið bjóða okkum fram tilLøgtingsvalið.
Longu nú er alt ov nógv uttan um tos.Vallyftið oman á valyftið, men ongin skal rinda meira. Hetta hongur snøkt sagtikki saman.
Vit hava búskaparligar avbjóðingarher og nú við árligum hallum á fíggjarlógini, men vit hava eina væl størriavbjóðing í framtíðin við haldførinum.
Og at fortelja føroyingum atskrivstovufólkið á Almennaverkinum ella á Taks er orsøkin til støðuna vit eruí, er at halda fólk fyri gjøldur. At “tekna eina mynd av”, at almenna geirin er“rótin til alt ónt” er akkurát tað sama, sum Trump og Musk fingu amerikanararat halda.
Og líka óseriøst er tað í mínumhøvdi, at vit skulu leggja á pensjónsgrunnar, Barsilsskipana og ALS, fyriat fíggja hesi vallyftini, sum nú verða givin, nú vit hava allar bestu tíðirtil inntøkur. Tað svara til, at eg og tú bróta “sparigrísin” upp nú, og brúkaokkara uppsparing í góðum tíðum, og tískil onki hava at standa ímóti við, tá iðtíðirnar gerast verri.
Tøk skulu takast, og summi tøk eruilla dámd. Orð skulu sigast, sum ikki falla í góða jørð hjá øllum. Eg haldiavgjørt, at tað er ein uppgáva fyri tey fólkavaldu at siga tað, sum sigastskal, og ikki minst gera tað, sum gerast skal. Tað mugu vit hava rygg til, ogikki lata tað upp til onkra nevnd.
Lat meg byrja við at siga, atsjálvandi skulu almennu Føroyar ikki oyðsla við skattgjaldarans pengum.Sjálvandi skulu vit ikki hava dubultfunktiónir. Sjálvandi skulu vit hava einasmidliga og tíðarhóskandi umsiting. Og sjálvandi skal almenna Føroya, altíðhava eitt vakið eygað við, at tú fært mest møguligt burturúr hvørjari krónu.Her liggur eitt arbeiðið fyri framman, onki at ivast í.
Tá tað so er sagt, so eruvalmøguleikarnir ikki nógvir, tá ið búskapurin skal rættast til. Bæði her ognú, og fyri framtíðina.
Vit kunna: Skerjavælferðartænasturnar burtur. Ikki sparing, men niðurleggja onkrar tænastur.Sparingar muna ikki nóg nógv.
Ella kunna vit: krevja meira avskatti og avgjøldum frá tær og mær.
Vit kunna eisini: Krevja meira avskatti og gjøldum frá vinnuni. Ella kanska frá bæði tær, mær og vinnuni.
Men fyrst og fremst haldi eg, at vitskulu fara aftur til kjarnuna í vælferðar hugsani. Nevnliga, at veita tænasturtil tey, sum hava tørv.
Øll sum er sjúk, hava tørv. Tey gomlusum ikki klára seg sjálvan, hava tørv. Men øll, ið fáa eitt barn, hava ikkitørv á einum skattafríum kekki á 20.000 kr, men summi hava.
Allir pensjonistar hava ikki tørv á,at arbeiðið verður mótroknað pensjónini, men summir hava.
Øll hava ikki tørv á, at fara ápensjón sum 67 ára gamal/gomul, men summi hava.
Vit mugu tora at siga, at tærvælferðar tænastur, ið vit øll rinda til, skulu fyrst og fremst til tey, sumhava tørv. Tí annars yvirlivir okkara vælferðasamfelag ikki, og vit fáa eittsamfelag sum USA.
Vilja vit tað? Ikki e
Gott val
Jóhan Christiansen
Tjóðveldi



.jpg)
